mikudagur 10. august 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Hendan vendingin var eina
ferð nógv brúkt í donskum
politikki – og uttan at nýta
donsku vendingina, so vil
Annita á Fríðriksmørk fegin
seta øll upp á pláss, sum
hava lagt hana undir at vilja
taka undir við uppskotinum
hjá Kára á Rógvi og Jørgeni
Niclasen um val í ótíð í sep
tember.
Tað
var
seinnapartin
hósdagin,
at
teir
báðir
sendu út tíðindaskriv, har
teir boðaðu frá, at teir fóru
at leggja uppskot fram um
nýval. Hetta varð endurgivið
í fleiri miðlum seinnapartin
hósdagin og í tíðindunum í
útvarpinum klokkan 18 hetta
kvøldið.
Klokkan 23:26 hetta kvøld
ið opnar Annita á Fríðriks
mørk eitt nýtt dokument í
telduni og setist at skriva
lesarabrævið, har hon bein
leiðis sigur – eins og Jørgen
og Kári, at vit skulu hava val
í september:
»Nú er tíðin komin til
nýval, so vit kunnu byrja
frá byrjan av einum
valskeiði, og ikki sum
nú, har landsstýrisfólk
mest sum eru desperat
at fáa mál avgreidd
áðrenn valið.
Tað líkist alt ov
nógv eini roynd at fáa
ein varða eftir seg held
ur enn at geva málinum
ta viðgerð, tað hevur upp
iborið. Og tá er drívmegin
persónligur vinningur, sum
løgmaður í løgmansrøðuni
heldur eigur at verða orsøk
til nýval.
Dúgliga verður telvað við
einum vali. Men so mikið eig
ur man at kunna rokna út,
at áðrenn næsti mánaður
er farin afturum, hevur løg
tingsval verið!«
Ergo: Forkvinnan í ting
bólkinum hjá Tjóðveldinum
er samd við Jørgen og Kára
um, at val skal vera í septem
ber! Men nú dregur frúan í
land. Hon hevur ongantíð
sagt, at hon tekur undir við
teimum báðum – og at hjart
amálini skulu avgreiðast áðr
enn.
– Vit meina tað, Annita.
Tað er menniskjansligt at
stíga við síðuna av. Men ikki
serliga smart at boða frá vali
samstundis sum Tjóðveldi
hevur søguligan møguleika
at fáa síni hjartamál sam
tykt. Og at skjóta eftir miðlu
num er eitt sindur soleiðis...
Tá var tað meira virðiligt at
taka í egnan barm.
Men at valið verður fram
skundað, tað vistu vit øll.
Tað var óhugaligt at frætta um nítj
an ára gamlan drong, sum endaði í
óviti á Landssjúkrahúsinum eftir
at hann eftir øllum at døma hevur
tikið harðari rúsevni á Summar
festivalinum. Familjan hevur roynt
í miðlunum at sóknast eftir fólki,
sum kanska kunnu greiða lækn
unum frá, hvørji evni drongurin
hevur tikið.
Tað er øllum greitt, at rúsevni
millum ung er ein stórur trupulleiki
í Føroyum. Men hví koma vit ikki
einum slíkum trupulleika til lívs?
Vit eru eitt lítið samfelag, har øll
kenna øll so at siga, og tað danska
politiøkið, sum hevur størsta upp
kláringarprosentið.
Víst eru tað tey, sum smugla
rúsevni til egna nýtslu so ella so,
men tá tað er so lætt at fáa fatur á
rúsevnum, so má tað bera til at av
dúka tey samvitskuleysu fólkini,
sum gera sær dælt av slíkum. Løg
reglan hevur avdúkað onkrar klik
ur, og dómar hava verið harðir. Um
teir eru nóg harðir, skal ikki verða
mett um her.
Men okkurt brek er í skipanini
hjá okkum. Umframt tey vesaligu
menniskjuni, sum gera sær dælt av
hesum, so eru tað so nógv onnur,
sum ikki vilja hesum trupulleik
anum til lívs. Og millum hesi fólk
mugu teljast fólk úr øllum liðum
í samfelagnum – alt frá løgreglu,
tollarum, lærarum, fjølmiðlafólkum
og so framvegis. Tí um vit øll vildu
hesum trupulleika til lívs, so var tað
ikki so lætt at vera pusjari í Føroy
um, og so var tað ikki so lætt at seta
rúsevni í umfar.
Tað er sjálvandi gott við upplýs
ing, tí upplýsing og aftur upplýsing
er so mangan vegurin fram. Men
tað er ikki bara tað, her mugu vit
standa saman, allir liðir í samfel
agnum, og avdúka teir medborg
arar okkara, sum ríða so niðarliga
at gera sær dælt av ungum fólkum,
sum eru komin í óføri, og sum eis
ini vilja tjena sær pengar upp á at
koma ungum fólkum í óføri.
Aðrastaðni eru skipað brots
mannalið, sum standa fyri slíkum.
Hjá okkum er heldur talan um nøk
ur ússalig skvatt, sum bara skulu
takast við harðari hond. Vit hava øll
okkara fráboðanarskyldu. Í slíkum
málum er tað okkara skylda at boða
frá – og gera vit øll tað, so avmarka
vit í øllum førum trupulleikan.
Men
tað
krevur
eisini,
at
politiska skipanin spælir við. Eina
ferð royndi Rás2 at lýsa trupulleik
an við hassji. Tá varð endin, at Bill
Justinussen meldaði Rás2 fyri at
reklamera fyri hassji heldur enn at
gera nakað annað við trupulleikan,
enn at skerja játtanina til fyribyrg
ing.
Eingin í Føroyum kann selja rús
evni, uttan at onnur frætta um tað.
Vilja vit tað øll, so steðga vit rús
evnismisnýtsluni – fyrst og fremst
við at taka hvørkratak um pusjar
arnar.
Tað ber til at avdúka tey
samvitskuleysu fólkini...
Kanska tað verður gjørt ov
lítið við at eggja fólki at av
dúka møguligar pusjarar í
Føroyum – fólk, sum selja
rúsevni. Tað eru nógv fólk,
sum vita, hvør tað er, sum
selur. Og í okkara lítla landi
eigur tað ikki at bera til
ósæddur at fáast við slíkt
virksemi.
Men politiið hevur eina
heimasíðu, www.politi.fo.
Har ber til at geva politi
num tipp og viðmerking
ar. Politiið heitir beinleiðis
á fólk um senda teimum
tipp:
»Politiið hevur fyri neyð
ini at fáa kunning frá fólki
til tess at kunna fyribyrgja
og greiða brotsgerðir og
skapa tryggleika í samfel
agnum.
Um tú veitst okkurt,
sum kann hjálpa politi
num, kanst tú kunna politi
ið á ymsan hátt, t. d. her á
heimasíðuni. Tú kanst eisini
ringja ella venda tær per
sónliga til politistøðina.
Hevur tú tipp ella við
merkingar til politiið, kanst
tú skriva í teigarnar niðan
fyri og trýsta á ”send”.«
Hetta er sera einfalt. Um
framt hetta, so eiga foreldur
at vera meira vakin og fylgja
við, hvat tey ungu fáast við.
Tað er ein grundleggjandi
skylda í tí at vera foreldur.
Systkin og vinfólk eiga eis
ini sýna hesum áhuga, tí vit
eiga øll »at varða um næsta
okkara«, sum skrivað stend
ur. Gera vit øll tað, so koma
vit hesum meiningsleysa
trupulleika til lívs.
Boða politinum
frá á netinum
Avdúkið pusjararnar!
»I bagklogskabens klare lys«
At seta
við og taka
Kári á rógvi
kjak á síðu 16
Jú, val
skal verða
í ótíð
Annita á fríðriksmørk
kjak á síðu 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Annita á Fríðriksmørk sigur nú, at hon meinti
ikki tað, sum vit søgdu, at hon meinti út frá tí
hon skrivaði hósdagin um val í ótíð. Men at hon
meinar tað sama sum restin av Tjóðveldinum