mikudagur 10. august 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Karl A. Olsen, borgarstjóri í
Vestmanna sigur, at teir hava
rent seg í fleiri trupulleikar á
vegnum.
– Vit komu fram á nøkur
fornminnir, tá útgrevsturin
var fyri, og tað seinkaði so
arbeiðinum nakað. Síðani
hava vit eisini bíðað eftir, at
nýggja stuðulslógin skuldi
koma í gildi, sigur Karl A.
Olsen.
Tað var J&K Petersen,
ið stóð fyri útgraving og
jørðarbeiði, meðan Kanyon
hevur staðið fyri sjálvari
byggingini.
– Tíðarætlanin sigur, at
bygningurin
skal
standa
liðugur 1. mai komandi ár,
men tá er so innbúgv og
køkur ikki uppsettur. Tað
hoyrir ikki undir hesa arbeiðs
tøkuna. Men tað er væl møgu
ligt, at hetta arbeiði kann
gerast samstundis, sigur Karl
A. Olsen.
Nýggja
røktarheimið
hevur pláss fyri 24 búfólkum,
og borgarstjórin sigur, at teirra
tørvur ríkiliga verður nøkt
aður við hesum heiminum.
– Vit hava seks fólk á
einum sambýli, og vit hava
nøkur fólk á Mørkini eisini.
Men vit koma ikki at fylla
nýggja røktarheimið sjálvi.
Tað er soleiðis, at fólk úr
Kvívík og Vágum kunnu
eisini koma inn her hjá
okkum, sigur Karl A. Olsen.
Landið
letur
700.000
krónur til hvørt búpláss í
sambandi við røktarheims
bygging, og tað merkir, at
Vestmanna kommuna fær
eitt ískoyti til byggingina
upp á 16,8 milliónir krónur.
Borgarstjórin í Vestmanna
væntar, at klárt verður at
flyta inn í nýggja røktar
heimið á sumri 2012.
– Tað er landið, ið setur
starvsfólkið, og tí verður
tað ikki einsíðis upp til
kommununa at gera av, júst
nær nýggja røktarheimið
verður tikið í brúk, sigur
Karl A. Olsen, borgarstjóri í
Vestmanna.
leo@sosialurin.fo
Nýggja røktarheimið í Vestmanna er nú reist
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Røktarheimið í Vestmanna reist
Tað hevur verið ein rímiliga tungur burður, men nú er nýggja røktarheimið í Vestmanna so reist
Leo Poulsen
Atlantic Petroleum hevði
nevndarfund í gjár, og hesin
fundurin var í kjalarvørri
num á einari nýggjari olju
boring, sum felagið byrjaði
fríggjadagin.
– Hetta var ein vanligur
nevndarfundur, sum vit hava
einar fýra til seks av um árið.
Nú er Atlantic Petroleum eitt
børsskrásett felag, og tí skulu
týðandi avgerðir fráboðast
marknaðinum. Men tað er
eingin loyna, at tað, sum vit
brúka tíð upp á í felagnum í
løtuni er, hvussu vit fáa økt
um virksemið og vaksið um
felagið, sigur Birgir Durhuus,
nevndarformaður í Atlantic
Petroleum.
Hann sigur, at nevnd og
leiðsla hevur sett út í kortið,
at felagið skal vaksa upp á
tveir mátar.
– Tað eina er at brúka teir
pengar, sum vit fáa inn frá
okkara oljuframleiðslu í dag
– og tað er ein framleiðsla,
sum gevur heilt fitt í kassan,
tí oljuprísurin serliga í ár
hevur verið rættiliga høgur
– til at keypa okkum inn í
leitisloyvir, har vit kunnu
bora eftir olju, og í øðrum lagi
at yvirtaka onnur oljufeløg,
eins og vit gjørdu fyrr í
ár, tá vit yvirtóku bretska
felagið Vonaltis, sigur Birgir
Durhuus.
Hann sigur, at tað góða
við at yvirtaka onnur feløg,
serliga innan fyri oljuvinn
una, er, at tey ofta hava nógv
leitisloyvir og nógvar boring
ar, ið standa fyri framman.
– So tað gevur okkum eina
skjóta atgongd til nýggja olju
og gass, sjálvandi treytað
av at olja og gass finnast í
hesum leitiloyvum, sigur
Birgir Durhuus.
Fíggjarliga væl fyri
So seint sum fríggjadagin
byrjaði Atlantic Petroleum
eina nýggja boring – fyri
fyrstu ferð í trý ár.
– Tað er av stórum týdn
ingi, at fyri hvørja tunnu, vit
pumpa upp úr undirgrundini
er neyðugt at fáa hendur á
nýggjum keldum, og einasti
mátin at gera tað upp á er at
bora, uttan so, at vit keypa
okkum inn í eina framleiðslu,
sigur Birgir Durhuus.
Nevndarformaðurin sigur,
at tað, sum skapar virðir
í oljuvinnuni er, at íløgur
verða gjørdar í boringar og
at borað verður.
– Hendan boringin, sum
vit byrjaðu upp á fríggja
dagin er eitt bretskt øki,
ið kallast Foxtrot, og vit
vóna innan fyri ein mánað
ella tveir at fáa úrslitið av
hesari boringini, sigur Birgir
Durhuus.
Hann sigur, at hetta er
fyrsta boringin at umleið
tíggju ætlaðum boringum
komandi trý árini.
– Fýra av ætlaðu boring
unum eru almannakunn
gjørdar, men málið er at
koma upp á tíggju boringar.
Og tað er avgerandi fyri fram
tíðina hjá Atlantic Petrole
um, at nakrar av hesum
boringunum geva úrslit, men
har eru vit í sama báti sum
onnur oljufeløg. Tey sum eru
dugnalig, finna olju, og ríka
seg upp tann vegin, sigur
Birgir Durhuus.
Hann sigur, at fíggjarliga
støðan hjá Atlantic Petrole
um í dag er góð.
– Oljufeløg er kroniskt
í teirri støðu, at tey kundu
brúkt fleiri pengar, tí tað
er dýt at leita eftir olju, so
hugurin at fáa fleiri pengar
inn í felagið er altíð til
staðar. Men sum er hava vit
teir pengar, vit skulu brúka
til tær ætlanir, sum vit
hava, sigur Birgir Durhuus,
nevndarformaður í Atlantic
Petroleum.
leo@sosialurin.fo
Tíggju ætlaðar boringar
OLJUBORING Nevndarformaðurin í Atlantic Petroleum, Birgir Durhuus, sigur, at felagið hevur
tíggju ætlaðar boringar komandi trý árini. – Eitt ljufelag kundi altíð ynskt sær fleiri pengar, men
fíggjarliga hava vt orku at fremja tær ætlaðu tíggju boringarnar komandi trý árini, sigur hann
Atlantic
Petroleum hevði
nevndarfund
í gjár. Frá
vinstru: David
MacFarlane
úr Skotlandi,
Poul Mohr,
Birgir Durhuus,
formaður, Bn
Arabo, stjóri,
Diana Leo og
Jan Evensen,
næstformaður
Mynd: Álvur
Haraldsen