mikudagur 10. august 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Onnur
uppboðssølan
av
trimum, sum skal verða av
20.000 tonsum av makreli,
var í gjár.
Tað er Fiskimálaráðið,
sum selir makrelin og upp
gávuna at standa fyri søluni
hevur ráðið latið Fiskamark
naði Føroya.
Sambært kunngerð nr. 93
frá 29. juli 2011 um uppboðs
sølu av makrelkvotum skal
Fiskamarknaður
Føroya
kunnað um uppboðssøluna.
Hin fyrsta uppboðssølan
var hin 26. juli, og tá vórðu
7.000 tons seld fyri slakar 12
miljónir krónur, harav felagið
Fjord Fishing keypti 6.500
tons av samlaðu nøgdini.
Nógv dýrari
Í gjár var so onnur uppboðs
sølan, har makrelur varð
boðin út, og hesaferð var
prísurin fyri kvotuna mun
andi betri enn við fyrru sølu
na.
Við søluna í juli var miðal
prísurin fyri kilo 1,70 krónur,
men í gjár var miðalprísurin
heilt uppi á 4,68 krónum fyri
kilo.
Seks skrásettir og luttak
andi keyparar vóru á upp
boðssøluni í gjár, og tað vóru
fýra sum keyptu.
Aftur hesaferð var tað
felagið Fjord Fishing and
Finance
Company,
sum
keypti størstu nøgdirnar av
makreli, nevniliga 4.920 tons
tilsamans.
Umframt Fjord Fishing
keyptu trý onnur feløg makr
el á uppboðsøluni. Framherji
keypti 1.505 tons, Næraberg
555 tons, og Thor keypti 20
tons.
Í mun til søluna hin 26.
juli, tá landið fekk slakar 12
miljónir krónur burtur úr,
gav sølan í gjár landinum
stívliga 32,7 miljónir krónur.
Tað var Ludvík við Stein,
ið umboðar eina av heimsins
størstu fiskivinnufyritøkum
og har ímillum stóra mót
tøkuskipið,
Layfaiette,
sum keypti tey sløku 5.000
tonsini. Hetta gjørdi hann
um
glastrevjabátin,
Her
bjørg. Prísurin fyri tey til
samans 4.920 tonsini av
óveiddum makreli var 23
miljónir krónur.
Væl nøgdur
Johan
Dahl,
landsstýris
maður í fiskivinnumálum,
segði seg eftir søluna í gjár
vera væl nøgdan, og hann
tóktist ikki sørt ovfarin av,
at sølan hevði givið so nógv
ar miljónir krónur í lands
kassan.
Landsstýrismaðurin min
ti ikki sørt um ein rættiligan
jólamann á sjónvarpsskíggja
num í Degi & Viku í gjár
kvøldið, tá hann lovaði pen
ing burtur av søluni, bæði til
Havstovuna og Fiskiveiði
eftirlitið.
Johan Dahl segði seg
eisini vera væl nøgdan við
søluna, sum var hin 26. juli,
sum gav ein góðan triðing av
søluni í gjár, tó at nøgdirnar
av makreli tá júst vóru tær
somu.
Enn er dagurin ikki ásett
ur, nær tey seinastu 6.000
ella 7.000 tonsini, sum eftir
eru at selja, verða seld á
Fiskamarknaði Føroya. Men
ialeyst er umráðandi, at tey
verða seld nakað skjótt, tá
trupult er at siga, hvussu
leingi lønandi makrelfiski
skapur verður í føroyskum
sjógvi, nú august mánaði er
um hálvrunnin.
Tað verður eisini spenn
andi at fylgja við, hvussu
gávumildur
landsstýris
maðurin
verður
yvirfyri
Havstovuni og Fiskiveiði
eftirlitinum, tí báðir stovn
arnir hava vanta pening fyri
at røkja sínar uppgávur.
7.000 tons av makreli
fyri slakar 33 miljónir
Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum,
segði seg eftir søluna av makreli í gjár vera væl
nøgdan við úrslitið, og hann tóktist ikki sørt ovfarin
av, at henda sølan hevði givið so nógvar miljónir
krónur í landskassan. Hann lovaði meiri pening til
Havstovuna og Fiskiveiðieftirlitið, sum leingi hava
skavað botnin, tí játtanin hevur ikki rokkið til
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Johan Dahl, hevur nú lovað,
at Havstovan og Fiskiveiðieftirlitið skulu fáa burtur av miljónunum,
sum landsstýrið hevur fingið burtur úr søluni av makreli