mikudagur 10. august 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
18
Sosialurin
Kjak
Norðurírski venjarin, Nigel Worthing
tohn, heldur tað vera respektlest, skrivar
Belfast Telegrapf.
Eitt av teimum mest skuffandi úrsliti
num í søguni hjá Norðurírlandi var, at
liðið spældi javnt ímóti føroyska fótbólts
landsliðnum í oktober í fjør. Tað skrivar
írska blaðið Blefast Telegraph í dag.
Blaðið byrjar greinina við orðunum:
»It was a horror show to forget...«. Síðani
verður víst til 1-1 javnleikin móti Føroyum
á Toftum, sum blaðið heldur verða eitt
sera vánaligt úrslit - serliga tá hugsað
verður um, at írska liðið spælir fyri at
kvalifisera seg til eina størri kapping.
– Tað var bara ein sein útjavning hjá
Kyle Laferty, sum bjargaði okkum frá
stóru skommini hendan dagin í uppi í
Norðuratlantshavi. Spælararnir fingu
beinan vegin boð um at sletta dystin úr
minninum – at lata sum um, at dysturin
ikki hevði verið, skrivar blaðið.
– Men tað er ein mynd, sum altíð
verður etsað føst í minni hjá norðurírska
venjaranum, Nigel Worthingtohn. Tað
var skaðafróa reaktiónin hjá Brian Kerr,
tá dysturin varð bríkslaður av: Føroy
ski venjarin, Brian Kerr, sló nevan upp í
luftina, og spælararnir hjá honum vóru
so glaðir, at tú skuldi trú, at teir høvdu
vunnið Champions League, skrivar
blaðið.
Og blaðmaðurin sigur, at hann heldur
ikki, at tey kunnu siga nakað ringt um
Brian Kerr fyri tað, hóast talan bara
var um ein javnleik á heimavølli. Hann
heldur, at Brian Kerr sum fyrrverandi
norðurírskur venjari og nú venjari fyri
einum sokallaðum amatørliði, hevur
hann alla orsøk at fegnast um ein javnleik
móti einum liði, sum liggur meira einn 50
pláss hægri á styrkislistanum.
Men tann veruleikin, at foreldur
hansara bæði vóru úr Belfast, gav
úrslitinum enn størri týdning fyri Brian
Kerr. Nigel Worthingtohn heldur tað
bara vera eitt sindur yvirdrivið og eitt
sindur respektlest, skrivar altso Belfast
Telegrapf.
Leggja nationalistiskt
trýst á Brian Kerr
Annika Olsen
Løgtingskvinna
Kaj Leo løgmaður væntar, at
hann útskrivar val í heyst,
segði hann við útvarpið
um dagarnar. Tað vil siga í
ótíð. Men sambært ávísum
fjølmiðlum so vilja andstøðu
tinglimir í Tjóðveldi ikki val
í ótíð. So her má sigast at
verða nógv vent í holuni.
At ynskja val í september
er ikki tað sama sum at taka
undir við lógaruppskotinum
hjá Jørgen og Kára. Eg
havi ongastaðni sagt, at
hvørki eg ella nakar annar
í tingbólkinum ætli at taka
undir við lógaruppskotinum
hjá teimum báðum. Eg havi
hinvegin sagt, at vit kunnu
vænta, at val verður síðst
í september. Og tað hevði
eg eisini vónað. Um tað so
verður flutt til einaferð í
oktober, er ikki so avgerandi.
Tað, sum er avgerandi, er, at
vit fáa val sum skjótast.
Tað vil so í minsta lagi
siga: - í ótíð og helst tíðliga í
heyst!
Alt annað hevði eisini verið
politiskt ógvuliga óbúgvið av
einum andstøðuflokki.
Er tað neyðugt, lat meg
so gera greitt, hví eg haldi,
at vit áttu at havt val síðst í
september.
Fyri ein seriøsan andstøðu
flokk, sum Tjóðveldi eiga vit
sjálvsagt at dyrgja eftir vali, so
skjótt vit hava fingið okkara
ynski um fiskivinnureform
og onnur mál í hús. Hetta var
eisini tað, sum eg segði við
útvarpið
fríggjamorgunin.
Soleiðis hevði tað borið til
hjá einari nýggjari seriøsari
samgongu
við
Tjóðveldi
sum einum av flokkunum
í landsstýrinum at smíðja
komandi
fíggjarlóg.
Eina
fíggjarlóg, sum ikki luktaði av
valagni ella sjálvprofilering.
Sjálvandi
eigur
Tjóðveldi
framhaldandi at halda fast
um málsetningin at koma
fíggjarlógarhallinum til lívs
í 2016. Vit noyðast at halda
fast um útreiðsluneutralitet.
Vit
noyðast
at
tvíhalda
um forboð fyri meirnýtlsu
hjá landsstýrisfólkum. Vit
noyðast at fáa politiska
óskilið
av
vegnum,
og
visjónirnar á breddan aftur.
Og øllum hesum náa vit best
við einari nýggjari samgongu.
har Tjóðveldi og ein ella tveir
aðrir flokkar sita við róðrið.
Eg dugi ikki at síggja, hví
vit skulu hjálpa samgonguni
við teimum málum, sum hon
hevur tørv at fáa avgreitt við
tí endamáli at hava nakað
at vísa á til valið. Tá haldi
eg, at málini verða seriøsari
viðgjørd og avgreidd, um tað
er ein meirilutasamgonga,
sum ber tey á mál eftir valið.
Nú
er
ikki
at
hava
kálvahjarta.
Vil
man
úr
løgtinginum ella fellir á
valinum, má man verða til
reiðar at siga farvæl. Vil
man verða sitandi og verður
afturvald(ur), má man eisini
verða til reiðar at taka við
landsins leiðslu. Má okkara
vón verða, at tað ikki er
kappingin við okkara egnu,
sum setir dagsskránna – um
tað so er til løgtingsvalið ella
fólkatingsvalið.
Tað eigur allatíðina at
verða málið um ein sjálvber
andi búskap og samhaldsfast
fullveldi, sum drívur verkið.
Spjadd klára vit tað ikki.
Men standa vit saman, klára
vit tað!
Jú, val skal verða í ótíð!
Annita á Fríðriksmørk
Norðurírar vilja »leggja føroysku ræðsluna aftur
um seg«. Tað skrivar blaðið Belfast Telegraph,
tí tað nívir norðurírska venjaran, at norðurírin
Brian Kerr vísti skaðafrøi, tá Føroyar í oktober
í fjør spældu javnt ímóti Norðurírlandi
Kanning hevur staðfest, at
Føroyar er eitt tað dýrasta
landið at liva í í heiminum.
Kostnaðarstøðið og skatta
trýstið er ovurstórt. Sum
løtan er í dag missa fólk
hugin yvirhøvur at fara til
arbeiðis, tí skattabyrðan er
alt ov høg. Av hvørjum 100
krónseðli eru góðar 30 kr.
eftir at liva fyri, tá íð skattur
og avgjøld er tikin av. Hetta er
ikki vegurin at ganga. I løtuni
skatta vit okkara borgarar so
nógv, at vit beinleiðis dríva
teir av landinum, heldur
enn at eggja teimum at vera
verandi. Um vit skulu venda
búskaparligu
gongdini
og fáa fólk at venda heim
aftur til Føroyar, verða vit
noydd til at gera tað liviligt
og lønsamt. Tað er neyðugt
at gera munandi radikalar
broytingar á skattaøkinum,
so vit eggja fólki at arbeiða.
Tað skal kunna løna seg at
arbeiða, at taka eitt eyka tak,
at taka nakrir eyka tímar,
nakrar eyka vaktir, so tann
einstaka familjan kann fáa
endarnar at røkka saman
og forsøta sær lívið. Tað er
ikki gott nokk bara at siga,
at skatturin ikki hækkar,
hann er longu vorðin ov
høgur. Landsstýrið hevur
tíverri ongar ætlanir um at
lækka skattabyrðarnar hjá
føroyingum. Her má vend
koma í.
Tað ber ikki til at tosa
um vælferð í generellum
vendingum, og at vit skulu
hava eitt vælferðarsamfelag,
tá ið okkara familjur liggja í
skeljaskori, tí tær ikki hava
ráð at halda hús og heim.
Somuleiðis er tað við einlig
um forsyrgjarum. Her eru
heldur ikki nakrir batar
at hóma í ætlanum lands
stýrisins, tí sum vit vita, er tað
sera trupult hjá hesum bólki
yvirhøvur at liva í Føroyum.
Tó skal sigast, at eg fegnist
um intentiónirnar við einum
komandi
bústaðarpakka,
sum kann veita lágløntum
og støkum uppihaldarum
v.m. ein hóskandi bústað.
Vónandi ber hendan ætlan
á mál. Samanumtikið hevur
politiska skipanin mist føling
ina við tí vanligu familjuni
og støkum forsyrgjarum og
teirra livistøðu. Tað er gott
at hava yvirskipaðar visjónir
fyri eitt vælferðarsamfelag,
men um vit ikki fáa teir smáu
týðandi lutirnir at virka, og
t.e. tann einstaka familjan
og vanligi føroyingurin, sum
ikki fær sín gerandisdag
at ganga upp í eina hægri
eind, tá kunnu vit ikki tosa
um vælferðarsamfelag, sum
er ført fyri at kappast við
onnur
vælferðarsamfeløg.
Ein grundleggjandi fortreyt
fyri
búskaparvøkstri
er
fólkavøkstur. Lata vit standa
til, leggja fleiri skattir og
avgjøld á okkara borgarar
skulu vit neyvan vænta
nakran
fólkavøkstur
og
harvið búskaparvøkstur. Tí
skal vælferðin hins einstaka
setast í hásæti.
Brot úr røðu hjá undir
ritaðu í samband við viðgerð
ina av løgmansrøðuni 2011.
Vit skatta okkara borgarar av landinum
Ber tað til at tosa um eitt vælferðarsamfelag, tá okkara familjur ikki fáa gerandisdagin at hanga saman?