Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91 32 Sosialurin avfall Í morgin leygardagin HITalag lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið fríggjadagin VESTFALLSKYRRINDI 2. aug Mánin næstur jørðini 6. aug Fyrra kvarter 13. aug Fullmáni 18. aug Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2011 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Lot til andøvsgul av landnyrðingi, seinnapartin fleyr av eystri. Turt og sólglottar og hitin millum 8 og 11 stig. Fyrrapartin fleyr av ymsum ættum, turt og sólglottar, men seinnapartin veksur hann vindin upp í hvassan vind av eystri og um kvøldið regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Fyrrapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og regn, seinnapartin minni vindur og ælingur. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 8 og 12 stig. 10. aug 04:47 17:13 03:47 16:13 04:02 16:28 06:47 19:13 07:47 20:13 03:02 15:28 02:02 14:28 05:02 17:28 06:02 18:28 04:32 16:58 05:47 18:13 11. aug 05:39 18:02 04:39 17:02 04:54 17:17 07:39 20:02 08:39 21:02 03:54 16:17 02:54 15:17 05:54 18:17 06:54 19:17 05:24 17:47 06:39 19:02 12. aug 06:25 18:47 05:25 17:47 05:40 18:02 08:25 20:47 09:25 21:47 04:40 17:02 03:40 16:02 06:40 19:02 07:40 20:02 06:10 18:32 07:25 19:47 13. aug 07:10 19:31 06:10 18:31 06:25 18:46 09:10 21:31 10:10 22:31 05:25 17:46 04:25 16:46 07:25 19:46 08:25 20:46 06:55 19:16 08:10 20:31 14. aug 07:53 20:13 06:53 19:13 07:08 19:28 09:53 22:13 10:53 23:13 06:08 18:28 05:08 17:28 08:08 20:28 09:08 21:28 07:38 19:58 08:53 21:13 Hitalagið kring knøttin Nuuk Reykjavík Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Paris Madrid Róm Malorca Athen Beijing New Dehli Bangkok Sydney New York 0 10 9 8 16 18 14 10 9 14 15 10 25 19 22 25 26 23 24 27 36 34 15 25 3-8 m/s 1-6 m/s 10-15 m/s 1-6 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s 10/13 °C 11/14 °C -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti hiti máldur 15,8° 10° Hitin í dag Minsti hiti máldur 9,5° fyri august fyri august ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 95 mm higartil Miðal: 83 mm Miðal: 11,3° Síðstu nátt: Eitt hátrýst, 1021 hPa. við Ísland fer spakuliga eystureftir og viknar nakað. Koamndi nátt: Hátrýstið eystanfyri Ísland viknar framvegis og lágtrýstið við Skotland stendur mestsum í stað. 8/11 °C Stimbra fakliga vitan um Føroyar Meginfelag Føroyskra Studenta veitir stuðul til ferðaútreiðslur, limir teirra hava havt i sambandi við innsavning av tifari til uppgávur, ið á ein hvønn hátt snúgva seg um føroysk viðurskifti.


 GFSL, Grunnurin fyri styttri lestrarferðir, er amboðið. Við GFSL vil felagið tryggja ein gróðrarbotn fyri, at faklig vitan um Føroyar og føroysk viðurskifti verður ald og dyrkað.
Bert limir í MFS kunnu fáa stuðul umvegis GFSL. Limir í MFS eru føroysk lesandi undir hægri útbúgving í Føroyum og uttanlands umframt føroysk lesandi í læru uttanlands. Til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni www. mfs.fo. Uppgávan, ið tann lesandi skrivar, skal vera partur av lestrinum ella á annan hátt vera góðkend av útbúgvingar­ stovninum.

Ráðið í MFS viðger umsóknir til GFSL í apríl og í oktober á hvørjum ári. 
MFS játtar tvær ferðir árliga pening til ferðaútreiðslur hjá limum í samband við innsavning av tilfari til uppgávur. Freistin at søkja um stuðul fyri hvørt hálva ár er tí altíð fyrsti dagurin í freist-mánaðinum.

Av tí at ongar umsóknir vóru til GFSL í apríl 2011, verður tíðarskeiðið fyri ferðing til seinnu freistina longt. Hetta merkir, at eisini limir, ið hava ferðast í samband við uppgávuskriving í tíðarskeiðinum oktober 2010 til apríl 2011 kunnu søkja um stuðul fram til 1. oktober 2011. Sostatt veitir MFS í hesum umfarið stuðul frá GFSL til ferðing, ið er farin fram í tíðarskeiðinum oktober 2010 til september 2011.
 Eirikur Lindenskov Tapið av partabrøvunum í Eik Banka, tá hesin kollsigldi á heysti 2010, tók beinini und­an P/F 14, ið seinastu trý árini kann staðfesta eitt saml­að hall áljóðandi 671 millió­nir krónur. Hallið 2010 gjørd­ist góðar 85 milliónir krón­ur, móti halli upp á 57 millión­ir krónur árið fyri. Tað skrivar Business Line á www.bl.fo Har verður víst á, at tað kann ganga skjótt hvønn veg­in í føroyskum vinnulívi. Við árslok 2005 hevði P/F 14, við fyrrverandi navninum, P/F Tórshavnar Skipasmiðja, eina eginogn áljóðandi um­ leið eina hálva milliard kr. Felagið hevur tey sein­nu árini fingist við íløgu­virk­ semi, sum hevur givið stór hall tey seinastu trý árini. Hallið 2008 upp á góða hálva milliard krónur er møguliga tað størsta í føroyskari vinnu­søgu. Í sambandi við vánaligu bú­skap­ar­ligu støðuna hevur felag­ið verið í samráðingum við fíggjarstovnar. Hesar sam­ráð­ingar eru endaðar og av­tala varð undirskrivað 7. apríl 2011. Avtalan ber í sær, at fíggjar­stovnur yvirtekur flest allar ognir felagsins fyri av­tal­aðar upphæddir. Flestar ogn­ir eru tí niðurskrivaðar til tær avtalaðu upphæddirnar í rokn­skapinum 2010. Avtalan tryggj­ar, at felagið kann halda fram. Í løtuni er einki virk­semi í P/F 14. Tó hevur felag­ið ávíst virk­semi í dóttur­felag, sigur leiðslan í leiðslu­frá­greið­ ingini. Tórshavnar Skipasmiðja varð stovan 17. august í 1936, stovn­ari var Kjartan Mohr. Ímyndin seinastu árini av skipa­smiðjuni hevur verið son­ur hansara, Poul Mohr, sum var stjóri í nógv ár, til fyri­tøkan í juni 2004 varð seld íløgufelagnum Notio. Eik Banki søkti P/F 14 Eitt hall upp á nær um 700 milliónir krónur man verða tað størsta í føroyska vinnusøgu Feðgarnir Gunnar og Poul Mohr, sum stjórnaðu skipasmiðjuni, og Wilhelm Petersen, nevndarformaður í Notio – myndin er tikin, tá Notio keypti Skipasmiðjuna í juni 2004 Fakta um Sp/F 14: Partapeningur: 465.200 Starvsfólkum: 4 Stjóri: Poul Reidar Mohr Gunnar Mohr Nevndarformaður: Brynhild M. Mohr Joensen Nevndarlimir: Kjartan Mohr Erlendur Hjaltason Mouritz Mohr