Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Øll eru vit helst á einum máli um, at marg­in­al­skatt­ur­in er alt ov høg­ur. Men einki verð­ ur gjørt við tað. Tí var tað á­hug­a­vert, nú Bjarni Djur­ holm legði fram upp­skot vegna Fólk­a­flokk­in um tað, sum tey nevna eina »flat-tax skip­an«. Prinsippið í uppskotinum er, at øll gjalda sama pro­ sents­ats í skatti, eitt nú 40%, og at ein fast­ur botn­frád­rátt­ ur er fyri øll, til døm­is upp á 60.000 krón­ur. Well. Ein og hvør kann rokna út, at um margin­al­ skatt­ur­in ong­an­tíð verð­ur meira enn 40 prosent, so verð­ur al­tíð meira eftir til egnan lumma enn til lands­ kass­an, tá nakrar krónur eyka verða forvunnar. Men í tíðindaskrivi sápl­ar Javn­að­ar­flokk­ urin upp­skot­ ið nið­ur. Hví tað, kunnu v i t spyrja. Tað er ikki tí, at flokk­ ur­in hevur eitt betri boð. Men flokk­ur­in dug­ir væl at greiða frá, hvørji neg­a­tiv motiv Fólka­flokk­ur­in (all­ar­helst) hev­ur – »at bank­ a­stjór­ar skulu hava skatt­a­ lætta upp á 200.000 krón­ur« og bla bla bla... Mót­upp­skot­ið er, at »Javn­að­a­r­flokk­ur­in fer í næs­t­um at koma við einum út­spæli«... – Altso álvaratos tit javn­ að­ar­fólk. Tit hava sitið við fíggj­ar­mál­um hetta val­skeið­ ið. Hava tit virkuliga einki fræg­ari boð upp­á, hvussu vit kunnu stimbra fólk gjøgn­um skatta­skip­an­ina at ar­beiða meira og at for­vinna meira, enn at sápla eitt and­støðu­ upp­skot niður? Onk­un­tíð er besta at tiga. Velj­arin er ikki skítbýttur. »At koma við einum útspæli í næst­um« er ikki serliga seks­ ut beint upp undir val. Heitið, sum danska Ekstra Bla­d­et brúk­ar um Paul Wat­son, »real­i­ty­ stjørna«, er sera bein­rak­ið. Tað er júst tað, sum tað snýr seg um hjá hon­um, at verða kend­u­r, at tjena peng­ar og at sleppa at hó­reiggja sær á heim­sins høv­um sum ein ann­ar sjó­ræn­ari. Men tað kost­ar peng­ar. Tað kost­ ar peng­ar at hava marg­læt­is­skip í sigl­ing, tað kost­ar peng­ar at hava og reka eina tyrlu, tað kost­ar peng­ar at gjalda bøt­ur og loys­i­gjøld, tá skip­ini verða ­tik­in. Men góð­varin fólk eru allastaðni. Summi gott nokk býtt­ari enn onn­ ur, og man franska Brigitte Bardot bera prís­in. Eitt er í øllum førum vist, at her­ ferð­ir­nar hjá Wat­son og hans­ara fólk­um als einki hava við nátt­úr­ u­vernd at gera. Og at mað­u­r­in er ør­ur í høvd­i­num, tað var sjón fyri søgn á Fac­e­book hendan dagin, tá hann segði, at Andres Breivik, fekk hu­g­skot­ið til ill­gerð­ir­nar »frá slakt­ ar­u­num í Føroyum«. Her fór botnurin undan øllum, sum hev­ur við Paul Watson og hans­ara fel­ags­skap at gera. Sjálv­ andi hava flestu okkara altíð havt størstu van­virðing fyri honum og hans­ara virk­semi, tá alt virksemið hans­ara er grundað á lygn og mani­ pu­la­ti­ón. Út­søgn hansara fellir sjálvandi okk­um fyri bróstið. Men tað er ein nógv størri vanvirðing av Noreg og norska fólkinum og lýsir, hvussu hann van­virð­ir menn­iskju í sorg. Okkara trupulleiki er sum so ikki Paul Wat­son og hansara fólk. Men okk­ara trup­ul­leiki er, at tað eru – um enn ikki nógv, men so nøk­ ur góð­var­in fólk, sum stuðla hesum virk­semi, sum kann vera skaðiligt fyri før­oysku tjóðina. Intentiónin er ó­rein og óerlig og at skaða grund­ ar­lag­ið hjá føroysku tjóðini. Okkara svar skal so bara vera upp­lýs­ing til um­heim­in. Her átti Utt­an­rík­is­ráð­ið at gingið á odda og fram­leitt svar­til­far, sum vit øll, hvør í okk­ara lag, kundu nýtt bæði pro­ fess­i­ó­nelt og priv­at á Facebook og øðr­um miðlum. Men øll í Føroyum – eis­ini djóra­vernd­ar fólk – eiga at duga at síggja, at til­tak­ið hjá Sea She­p­erd – eins og hjá Pete Betune og øðrum – als einki hev­ur við hvørki um­ hørvi ella djóra­vend at gera. Hetta er eitt stunt hjá reali­ty­stjørnum at skaffa pengar til egna marg­læt­is­ virk­semi – og at kroysta eina lítla tjóð, tað ska­p­ar yv­ir­skriftir. At mis­ brúka syrgj­andi norsku tjóði­na, tað skap­ar yv­ir­skrift­ir. At blíva á­lopin í Før­oy­um – ella hand­tikin, tað hevði skat yvir­skrifti. Men latið real­i­ty­stjørn­una sigla sín egna sjógv í sín­um egna Whale Wars – utt­an før­oysk­ar lut­tak­arar á nakran hátt! Paul Watson vanvirðir syrgjandi norsku tjóðina Viðhvørt kunnu vit seta okk­um spurn­ingin, um vit hava brúk poli­tiskum flokkum í Før­oy­um, tá tað kortini er ge­o­graf­iskt treytað, hvussu pol­it­ik­arar flokkast. Ein lands­stýris­ mað­ur hjá Javn­að­ar­flokk­ inum hevur sett á breddan upp­skot um at leggja øll sjúkra­hús­i­num saman í eitt sjúkr­a­hús á trim­um støðum. Í út­gangs­punkt­i­ num eitt skil­a­gott upp­skot, tí hví skulu vit hava trý sjálv­støð­ug sjúkra­hús í Før­ oyum? Men uppskotið verður –  sum am­bært nátt­úr­u­ lóg­u­num – jarðað av lokal­ patr­i­ot­um í Klaks­vík og í Suð­ur­oy. Fyrst var tað Gunvá við Keldu. Borg­ar­ stjór­in í Klaksvík eig­ur at vera í móti slík­um tank­um. Fyri ein sikk­ur­heits­kyld skal hon skjóta tað nið­ ur bein­an­veg­in. So kem­ur floks­fel­ag­in hjá lands­stýr­ i­s­mann­i­num, borg­ar­stjór­in á Tvør­oy­ri. Hann sópar tað av borð­i­num. Og sum ketta úr høvd­a­trog kem­ur sam­ bands­ting­mað­ur­in í Norð­ oy­ggj­um, Bjørn Kalsø – sum er við at læra seg tek­nikk­in beint upp undir val at vera í­móti øllum, »sum kemur úr Havn«, og sigur sum hini. Tey finna upp á fyribrigdi so sum »nið­ur­ bræð­ing«. Alt­so, John Jo­ hannes­sen og »øll hasi í Havn« hava lagt eina ætl­an um at taka sjúkra­húsið frá fólk­um í Suð­ur­oy og Norð­ oyggj­um – tey unna teim­um ikki hesa heilsu­trygd, tey hava óndar ætlanir. Slík motiv verða skotin lands­stýr­is­mann­i­num í skógv­ar­nar. Vit sakna sakligar grund­gev­ing­ar fyri, hví vit ikki skulu hava eitt sjúkr­ a­hús­verk á trim­um støð­ um. Kanska tað er bíligari, kanska tað er trygg­ari, kanska tað gev­ur fleiri ar­ beiðs­pláss? Men kanska tað skað­ar pre­stisju­na hjá á­vís­um pol­it­ik­a­r­um...? Man tann sjúki verða tryggari, um ein stjóri situr í Klaksvík og ein á Tvøroyri? Vit hava hesa sjúkuna við at gera okkara egna kong­a­ríki í hes­um land­ i­num. Suðuroyingar og norðoyingar skulu – sambært summum – hava síni egnu »sjúkra­hús­kong­ a­ríki«. Ókey. Lat okkum síggja, hvat hetta kostar, og so hvat vit vilja gjalda! Smá kongaríki... Realitystjørna í Whale War Árligi fólkafundurin á Skarð­ i­num millum millum Fugla­ fjørð og Hell­ur­nar verð­ur – um viðrar – sunnu­dag­in 14. au­g­ust klokkan 15.30. Røðari verður Magnus Ras­mus­s­en, bóndi, úr Lamba, sum hev­ur ætt­ar­røtur úr Fugl­a­firði. – Annars hugna vit okk­ um við fel­ags­sangi sum hini árini, siga Kunn­ing­ar­stov­an og Forn­minn­i­s­fel­ag­ið í Fugla­ firði. Farið verður til gongu frá kunn­ing­a­r­stov­uni á Bug­num klokk­an 14. Tiltakið er ó­keyp­ is. Øll eru vælkomin. Fólkafundur á Skarðinum Sum at sletta vatn á gás Andrias reinert kjak á síðu 11 Ó­sann­ indi um nið­ur­skurð Bjørn Kalsø kjak á síðu 12 Gevið flat-tax'inum ein kjans