Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 6 Sosialurin 9000 fáa ókeypis orðabók Mál Tá skúlarnir byrja aftur mánadagin fáa allir næmingar atgongd til allar føroysku netorðabøkurnar, ókeypis. Netorðabøkurnar eru savnaðar í eina skipan og verður eisini til taks hjá vanligum fólki Rógvi Nybo Tíðin, har gamlar orðabøkur standa á hyllum og í bóka­ søvnum á skúlunum og savna støv, er av. Nú verður liðugt at nýta langa tíð til at sita og blaða og leita eftir ávísum orðum millum tús­ undtals onnur á hundraðtals síð­um. Orðabøkurnar verða nú tøkar hjá øllum skúla­ næmingum í Føroyum við bert einum klikki. Plinkan eitur nýggja forritið, sum verður lagt á teldurnar í øllum skúlunum, har allar føroysku netorðabøkurnar eru savnaðar á einum stað. – Hetta er størsta fram­ brot fyri okkara mál og okk­ ara málmenning, nakrantíð. Fram­brotið ger tað møguligt at arbeiða við føroyskum, enskum, donskum, týskum, sponskum, italskum og seinni eisini við fronskum og russ­ iskum orðabókum á telduni. Tað er ein kollvelting av teim­ um heilt stóru í skúla­saman­ hangi, skrivar Randi Kúrberg í grein um tað sama longri afturi í hesum blaðnum. Savnað Áður hava fleiri orðabøkur verið tøkar á netinum, men tær hava verið spjaddar út millum ymsu forløgini. Nýgg­ ja forritið og savningin er úr­ slit av einum samstarvi mill­ um Mentamálaráðið, Nám, Orðabókagrunnin og Sprot­ an. Sostatt eru allar orðabøk­ urnar nú savnaðara á einum stað, í forritinum Plinkan. Orðabókin ongantíð ov gomul Plinkan skal eftir æltan virka sum ein offline skipan, so­ leiðis at hon eisini kann nýtast undir próvtøku, tá einki net-samband er loyvt. Men skipanin hevur eisini sjálvvirkandi dagføringar, og fer einaferð um mánaðin at heinta dagføringar, soleiðis at nýggj orð og og broytingar altíð verða dagførdar, og at nýggjastu teldutøku orða­ bøkurnar eisini verða heint­ aðar. Sostatt slepst eisini undan at nýta eyka pengar, pláss, tíð og orku upp á at finna ta nýggjastu útgávuna av eini ella aðrari orðabók. Bert føroyskir næmingar – fyri fyrst Í fyrstu atløgu verða tað tó bert føroyskir skúlanæm­ing­ ar og lærarar, sum fáa ágóðan av hesum frambrotinum. Ætlanin var upprunaliga, at skipanin skuldi verða tengd at ip-adressuni hjá skúlunum, soleðis at skipanin bert kundi nýtast inni í skúlunum. Hetta er nú broytt, soleiðis at næm­ ingar gjøgnum First-class skipanina eisini kunnu nýta netorðabøkrunar heima, har fleiri – serliga eldru næm­ ingarnir – hava mest brúk fyri teimum. Men før­oysk lesandi uttanlands eru ikki fevnd av skipanini. – Nú vit byrja, fevnir skip­ anin føroyska skúlaverkið. Okkara lesandi uttanlands eru ikki fevnd av henni, sum er, men minst til, at skúlaárið 2011/12 er royndarár, og tí verða spurningar sum hesin sjálvandi viðgjørdir, sigur Magnus Tausen, stjóri í Nám. Møguliga ókeypis til øll Soleiðis sum skipanin er bygd í løtuni, kunnu øll onn­ ur, ið vilja nýta orðabøkurnar á arbeiðsplássinum ella í heiminum keypa orðabøkur­ nar frá mánadegnum, antint í bókahandlunum ella á heimasíðuni hjá Sprotanum. Men møguliga verður tal­ an um at broyta skipanina í framtíðini. – Grundarlagið undir øll­ um tankanum handan eina felags skipan viðvíkjandi netorðabókum kann lýsast við hugtakinum »Orðabøkur til fólkið«. Nú verður roynd gjørd við skúlaverkinum øll­ um. Tað er stórt tak og kann – vil væl við – enda við, at orðabøkur standa øllum í boði ókeypis. Ókeypis er tað sjálvandi ikki, og hetta skúla­ árið røkkur orkan til skúla­ verkið. Og tað er ódnartak í sjálvum sær, vísir Magnus Tausen, stjóri í Nám, á. rogvi@sosialurin.fo Nú er tíðin farin, har næmingar nýta stóran part av tíðini í próvtøkunum at blaða gjøgnum ein stóran stakk av orðabókum. Flestu næmingar nýta í dag teldu í próvtøkunum og tá er skjótt at leita eftir orðum í telduskipanini Savnsmynd Les meira um hetta í Summar á síðu 10 - 11