Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 28 Sosialurin Takk fyri Takk fyri www.sf.fo Sniðgeving: Grafikmaster Myndir: Anton Højgaard – Har Hittini Hittast Takk til øll sum stóðu saman um Summarfestivalin 2011! Takk til tykkum øll, sum av hjartans huga sungu, undirhildu og spældu á Summarfestivalinum. Takk til pallsmiðir og tøkningar. Fyri alt tað tit megnaðu at byggja upp og sum tit ábyrgdarfult vardu og riggaðu av í nógva regninum, sum varð. Takk til eftirlits­ fólk, sløkki liðið, sjúkra­ húsið, samarittar og løgregluna. Takk til øll arbeiðsfólk og skilafólk, sum við góða orðinum og gerninginum royna at gera sítt besta. Takk til okkara trúføstu samstarvsfelagar, stuðlar og sponsorar, sum hava lagt lunnar til ein livandi og fólksligan festival. Takk til allar festivalgestir, sum hava vitjað og sett dám á býin. Takk til tykkum øll, sum hava víst samkenslu og hjartalag at hjálpa, har Summarfestivalurin og vit sum samfelag standa ráðaleys og spyrjandi. Takk fyri nógva tónleikin, sangin, vinarlagið, veitslurnar og ta vøkra samveruna. Takk øll somul fyri eitt minniligt og ríkt vikuskiftið. Takk fyri ein góðan Summar­ festival, har tónleikurin skal ljóma og kærleikin blóma! Takk til Klaks vík ar Býráð, Kunn ingar­ stovuna og Klaks víkar Havn fyri eitt mennandi samstarv og viljan at hugsa frameftir og lyfta í felag . Takk til allar ónevndar og ókendar vertir, familjur og húseigarar, sum aftur í ár hava víst hjartarúm og latið dyrnar á víðan vegg fyri festivalgestum. Takk fyri tónleikin! Takk fyri tónleikin! Vit hittast aftur 2. – 4. august 2012