Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 32 Sosialurin avfall Í morgin mánadagin HITalag lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið sunnudagin VESTFALLSKYRRINDI 2. aug Mánin næstur jørðini 6. aug Fyrra kvarter 13. aug Fullmáni 18. aug Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2011 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 12 og 15 stig. Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi og suðri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 12 og 15 stig. Veðrið týsdagin og mikudagin: Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi og sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 10 og 14 stig. 12. aug 06:25 18:47 05:25 17:47 05:40 18:02 08:25 20:47 09:25 21:47 04:40 17:02 03:40 16:02 06:40 19:02 07:40 20:02 06:10 18:32 07:25 19:47 13. aug 07:10 19:31 06:10 18:31 06:25 18:46 09:10 21:31 10:10 22:31 05:25 17:46 04:25 16:46 07:25 19:46 08:25 20:46 06:55 19:16 08:10 20:31 14. aug 07:53 20:13 06:53 19:13 07:08 19:28 09:53 22:13 10:53 23:13 06:08 18:28 05:08 17:28 08:08 20:28 09:08 21:28 07:38 19:58 08:53 21:13 15. aug 08:33 20:52 07:33 19:52 07:48 20:07 10:33 22:52 11:33 23:52 06:48 19:07 05:48 18:07 08:48 21:07 09:48 22:07 08:18 20:37 09:33 21:52 16. aug 09:12 21:31 08:12 20:31 08:27 20:46 11:12 23:31 - 12:12 07:27 19:46 06:27 18:46 09:27 21:46 10:27 22:46 08:57 21:16 10:12 22:31 Hitalagið kring knøttin Nuuk Reykjavík Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Paris Madrid Róm Malorca Athen Beijing New Dehli Bangkok Sydney New York 0 10 9 8 16 18 14 10 9 14 15 10 25 19 22 25 26 23 24 27 36 34 15 25 9-14 m/s 10-15 m/s 15-18 m/s 9-14 m/s 10-15 m/s 15-18 m/s 12/15 °C 12/15 °C -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti hiti máldur 15,8° 10° Hitin í dag Minsti hiti máldur 9,5° fyri august fyri august ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 95 mm higartil Miðal: 83 mm Miðal: 11,3° Síðstu nátt: Eitt hátrýst, 1016 hPa. við Føroyar hvørvur í landnyrðing. Komandi nátt: Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer spakuliga norðureftir og hevur vind og regn við sær. 10/13 °C Argir fær hondbólts­ felag ÍA eitur nýggja hondbóltsfelagið, sum hevði stovn­ andi aðalfund mikukvøldið Heldur enn at senda børn til hondbóltsvenjing í Havn ella í Hoyvík, hava fólk á Argjum nú tikið stig til at stovna egið hondbóltsfelag. Mikukvøldið hevði Ítróttarfelagið Argir – ÍA – stovnandi aðalfund. Í fyrstu nevnd felagsins sita Kristian Martin Skála, formaður, Michael Viderø, næstformaður, Nicolaj Balle, skrivari og Martin Mørk, kassameistari. - Fólkatalið á Argjum er somikið stórt, at tað væl eigur at bera eitt hondbóltsfelag. Tað er eisini langur teinur at senda børnini í Gundadal ella til Hoyvíkar at venja, og vit ivast ikki í, at verður rætt borið at, kann ÍA um nøkur ár hava lið í at kalla øllum deildum, varð staðfest á stovnandi aðalfundinum. Hetta fyrsta árið hevur ÍA teknað fýra lið til landskappingarnar hjá HSF. Leo Poulsen Nú fríggjadagurin er upp­ runn­in, byrjar Nólsoy at líkj­ ast einari rættiligari stevnu­ bygd. Nólsoyingar hava kýtt seg við at gera alt til reiðar, og bæði tjald og søluvognar eru komnir upp á pláss. Stóra tjaldið har heima á keiini hevur longu staðið uppi í nakrar dagar, og stevnu­økið verður mest at rokna harfrá og út á Klivar, har gamla flakavirkið aftur í ár er karmurin um stóra dansin leygarkvøldið, har Frænd­ur sum kunnugt spælir. Eisini Tórshavnar kom­ mu­na, sum Nólsoy jú í skjótt sjey ár hevur veirð part­ur av, hevur sum vant spílað seg út. Kulørtar ljós­perur prýða bygdina av Nýggjaveg út móti Kliv­um, og ein ørgrynna av flagg­stengr­um eru settar upp, og fara at seta sín dám á stevnu­na við veittrandi fløggum. Eisini hevur Býráðið syrgt fyri, at tað er fríðkað um sum frægast. Hósdagin var ein bilur frá Tórshavnar Sløkki­ liði í Nólsoy og heintaði tvey traktorvrak og eitt bil­ vrak, sum hava staðið til ampa gjøgnum longri tíð. Nú skemma tey so ikki Ova­ stevnu. Báturin hjá Ova Joensen, Diana Victoria, verður »luft­ að« á stevnuni, tí vanliga hvíldar­staðið – kjallarin á Peter­s­ens Pakkhúsi – verður nýtt til framsýningina av ferð­ini hjá Ova, nú tað í ár eru liðin 25 ár síðani hann fram­di stóra bragdið. Kommunan hevur eins og undan­farin ár eisini hesaferð syrgt fyri, at stevnugestirnir sleppa undan at farao man í fjøruna at loys sær buksur­ nar, við at seta upp flytbar WC á økinum úti á Klivum. So er bara at gleða seg yvir, at fleiri av veðurkortunum lova heilt hampiligt verður, okkurt teirra enntá heilt gott. Tí er ikki at halda seg aftur, men at fara til Nólsoyar at hátíðarhalda 25 ára dagin fyri stóra bragdinum hjá Ova Joen­sen, sála. Nólsoyingar klárir til stevnu Hesa vikuna hevur verið dúgliga rokast fyri at gera alt klárt til 19. Ovastevnuna, sum verður hildin nú um vikuskiftið Stóra tjaldið heima á keiini er karmur um fleiri tiltøk á Ovastevnu, millum annað góðum tónleiki fríggjakvøldið og helst leygarkvøldið eisini. Men ikki minst sunnukvøldið, tá øll, sum hava hjálpt til á stevnuni plaga at savnast har Mynd: Janus Nolsø