fríggjadagur 12. august 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 92 · 12. august 2011
10
Randi Kúrberg
Hetta er størsta frambrot fyri okkara
mál og okkara málmenning, nakrantíð.
Frambrotið ger tað møguligt at arbeiða við
føroyskum, enskum, donskum, týskum,
sponskum, italskum og seinni eisini við
fronskum og russiskum orðabókum á
telduni. Tað er ein kollvelting av teimum
heilt stóru í skúlasamanhangi.
Tiltakið slóðar fyri heilt nýggjum
hugsanarhátti í sambandi við føroyskt.
At arbeiða við orðabókunum fer at
styrkja tilvitskuna um okkara mál. Tað fer
at bøta um lesiførleikan hjá føroyskum
næmingum og fer at gera tað lættari hjá
øllum lesandi føroyingum at ogna sær
kunnleika til føroyskt samstundis, sum
hini málini verða lærd.
Okkara málsamfelag hevur snøgt sagt
fingið nýggjar høvuðsmotorar ísettar, og
teir eru útvegaðir seinastu 20 árini.
Skrúva vit tíðina 20 ár aftur - til 1991
-, høvdu vit at kalla bara eina lítla fø-
da við eykabindi og eina lítla da-fø. Tað
var alt. Tað nøktaði ongan tørv, og tann
støðan rótfesti fatina, at føroyskt kundi
ikki brúkast, at málsliga orkaðu vit einki.
Í 1992 kom ein en-fø, sum Annfinnur í
Skála og Jonhard Mikkelsen skrivaðu. Í
1998 kom føroysk orðabók, sum Jóhan
H.W.Poulsen og onnur ritstjórnaðu, og so
leyp skriðan. Síðan tá eru komnar: fø-do,
do-fø, fø-en, nýggj en-fø, fø-tý, tý-fø, fø-
sp, sp-fø, it-fø, ísl-fø og samheitaorðabók.
Fr-fø og rus-fø verða eisini klárar skjótt.
15 orðabøkur í 20 ár og nú liggja
tær flestu opnar á øllum skúlateldum.
Tað er eitt bragd so stórt, at tað fer at
seta sjónsk spor eftir seg í føroyskum
málmenningararbeiði.
Gyldendal yvirhálað
Alt broytist, og eingin í Føroyum hevði
kunnað hugsað sær, at Gyldendals
Røde ordbøger nakrantíð fóru at verða
yvirhálaðar av føroyskum forløgum.
Men tað er veruleikin nú. Nakað sum,
tá ið Atlantic Airways vann á Maersk.
Nú eiga vit eins góðar orðabøkur á
føroyskum, og tað ger, at vit kunnu
læra okkum fremmand mál beinleiðis
ígjøgnum okkara egna og ikki um
danskt. Tað fer í longdini at bøta
støðuna hjá okkara egna víkjandi og
viknaða máli.
Dreymar, sum vóru droymdir fyri 20
árum síðan, eru við treiskni og seiggi
vorðnir veruleiki í ár. Seinasta stigið
var at fáa alt arbeiðið sjóðað saman og
latið skúlunum ókeypis. Og tað hendi
í gjár.
Tað man vera eindømi, at so lítið
málsamfelag eigur so góða atgongd til
stór evropisk mál gjøgnum sítt egna.
Hetta er í heimshøpi nakað heilt fyri
seg!
Arbeitt í 20 ár at fáa
dreymin til veruleika
Ein óhoyrd menning í so stutta tíð.
Men hetta er úrslit av hugsjónum,
ið summir politikarar hava havt,
stuðulsmøguleikum, ið Mentamálaráðið
hevur slóðað fyri, og fakligum førleika
og ókúgandi arbeiðstreiskni, ið væl
útbúnir cand.mag.-ar í føroyskum,
donskum, enskum, týskum, sponskum,
russiskum og fronskum hava havt.
Úrslitið er veruliga nakað at vera
stoltur av og prógvar enn eina ferð, at
vit megna alt, vit seta okkum fyri.
Bøkurnar hava verið býttar út á tveir
portalar - tann hjá Orðabókagrunninum
og tann hjá Sprotanum. Nú eru allar
savnaðar á einari nýtíðar, skjótari og
fiksari heimasíðu. Flott avrik, og enn
eitt dømi um, hvussu alt gott stendst
av góðum samstarvi.
Møguleikar, sum nú
eru í bókunum
Nú er tað tyngsta takið tikið. Nú ræður
um at dagføra bøkurnar alsamt og
menna tær. Næsta stig verður at fáa
tær sum pinkuforrit (applikasjón) inn
á telefonina. Tað verður kanska gjørt
í heyst. Onnur ætlan er at fáa lagt
ljóðfílur inn í leitorðini. Tað hava allar
framkomnar orðabøkur nú á døgum. Tú
nemur til dømis við eitt russiskt leitorð
og hoyrir framburðin. Tað er eyðvitað
ógvuliga hent, men tú kanst eisini hugsa
longri í sambandi við føroyskt. Hesar
ljóðfílur kunnu til dømis verða brúktar til
at varðveita føroyskar dialektir. Tú trýsir
á eitt orð, ein talva við valmøguleikum
dettur úr orðinum, og tú kanst trýsta á
suðuroyarmál, klaksvíksmál, vágamál
etc. og hoyra orðið í ymsum dialektum.
Stuttligt. Áhugavert og í longdini
ógvuliga virðismikið.
Stórar orðabøkur hjá øðrum stórum
forløgum eru longu nú útbygdar við
myndum og filmum. Tað verður eisini
framtíðini her hjá okkum. Eingi mørk.
Gud viti, hvussu orðabøkur
fara at síggja út um nøkur ár. Tað
týdningarmesta er, at so nógv sum
til ber brúka tær so nógv sum til ber
og súgva sær málsligan kunnleika úr
teimum.
Dýrgripurin eisini til taks
uttan fyri skúlabygningarnar
Netorðabøkurnar eru eitt ókeypis
skúlatilboð – knýttar at skúlans IP-
adressu. Men øll tey, ið ganga í hesar
skúlar, kunnu eisini fara inn á bøkurn
ar heimanífrá við FirstClass-brúkara
navni og brúka tær. Bøkurnar liggja á
undirvísingarportalinum SNAR og á
sprotin.fo.
Vilja skúlar hava orðabøkur, sum
ikki eru heftar at netinum, og sum
kunnu verða brúktar til próvtøkur
ella, er serligt av-linju (off-line) forrit
– PLINKAN - ment til tað. Hetta
kunnu skúlar fáa lagt inn á teldunar á
skúlanum fyri sera sámuligan kostnað.
Plinkan er sjálvandi eisini til keyps hjá
fólki uttanfyri skúlagátt og kann keypast
á sprotin.fo og frá mánadegnum eisini í
bókabúðunum.
Ein dreymur varð veruleiki í dag:
Allir skúlar net
orðabøkur - ókeypis
Samstarv millum Mentamálaráðið, NÁM, Orðabókagrunnin og Sprotan ger,
at allir føroyskir skúlar nú fáa allar tær føroyskar netorðabøkurnar
ókeypis inn á teldurnar, tá ið skúlaárið byrjar mánadagin
netorðabøkur
Við netorðabókum arbeiðir
tú fleiri ferðir skjótari enn
við pappírsorðabókum. Hav
telduna frá, og ein stórur
málheimur er opin og klárur
til brúks við einum klikki.
Netorðabøkur eru ikki minst
hentar á samvirknum talvum,
har orðabøkur fáa eina heilt
aðra dimensjón enn í pappíri.