mánadagur 15. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tíðliga sunnumorgunin kom
ein politibilur fram á ein bil,
sum var farin útav vegnum
vestan fyri Norðskálatunnil
in.
Politistarnir sótu bein
anvegin, at bilførarin varð
ávirkaður, og hann varð
fluttur á Klaksvíkar Sjúkra
hús at taka blóðroynd.
Tað vísti seg, at bilførarin
hevði ikki koyrikort og hevði
heldur ongantíð havt nakað
koyrikort.
Maðurin fær bót fyri at
hava koyrt við ongum koyri
korti, og alt eftir hvussu høg
promillan varð, verður hann
eisini revsaður fyri tað.
Reglurnar fyri ungar bil
førar eru, at tá ið teir eru
millum 18 og 21 ára gamlir,
skal minni til at missa koyri
kortið. Tvey klipp, og kortið
rýkur.
Hesin bilførarin kann tí
vænta at skula bíða eina tíð,
til hannkann taka koyrikort.
randi@sos.fo
Kajakk
menn í
neyð
Randi Jacobsen
Tríggir menn komu
sunnumorgunin
illa
fyri, tá ið teir í kajakk
um sínum settu kós
móti Risanum.
Vindurin vaks, og
teir valdu at fara upp
á land.
Ein ringdi og bað
um hjálp, boðini fóru
til Eiðis Bjargingar
felag, sum fór við mob
bátinum Thor Rescue
eftir monnum.
Menninir vóru allir í
draktum og tí væl fyri.
Tað gingu bara smá
ir 40 minuttir, frá tí at
menninir
bóðu
um
hjálp, til teir í øllum
góðum vóru komnir í
land.
randi@sos.fo
Raskir
sama
rittar
Randi Jacobsen
Samarittar gera eitt
sera gott arbeiði á
stevnum og festivalum
og lætta heilt væl um
arbeiðið hjá politinum.
Hetta letur vakt
leiðarin á politistøðini
í Havn heilsa.
Á ólavsøku hjálptu
samarittarnir út við
200 fólkum. Hetta vóru
fólk, sum vóru dottin í
fylsskapi ella tørvaðu
hjálp at koma á føtur
aftur.
- Tey taka nógv fólk
upp og forða fyri, at
full fólk ikki detta á
sjógv, sigur vaktleið
arin.
randi@sos.fo
Randi Jacobsen
Tað stendur ongantíð á
at fáa pening inn, tá ið
savnað verður inn til
neyðstødd fólk í heimi
num.
Hetta varð enn eina
ferð prógvað, tá ið Jóna
Mortensen leygardagin
læt upp loppumarknað
á Áarvegnum í Havn.
Handilin var beinan
vegin stúgvandi fullur
av fólki og gongubreyt
irnar við. Summi komu
langvegis.
Har var eisini nógv
at fáa fyri lítið og lætt.
Lutir av ymsum slag og
klæðir í dungavís.
- Vit fingu bara góð
ar lutir. Ikki eitt einsta
plagg var ov vánaligt
til at selja, sigur Jóna
Mortensen.
Summi hildu, at tær
seldu lutirnar ov bíliga,
men Jóna Mortensen
heldur, at tær gjørdu
rætt. Kostaði ein lutur
20 krónur, lótu fólk
gjarna 100 krónur fyri
at stuðla.
Hon byrjaði fyri
reikingarnar seinasta
týsdag, og ikki hevði
væntað, at tað fór at
verða slíkt ódnartak.
Dagin eftir komu longu
fleiri kvinnur at hjálpa,
so fíggjakvøldið var
longu alt komið á pláss.
Hinu megin gøtuna
var samstundis søla av
kaffi og vaflum, og tann
sølan gekk somuleiðis
sera væl.
Fyrrapartin í dag
hevði Jóna Mortensen
enn ikki gjørt upp,
hvussu nógv kom inn,
men hon metti søluna
leystliga
hava
givið
58.000 krónur, og við
tí sum fólk lótu til inn
savningina í reiðum
peningi, eru komnar út
við 100.000 krónur inn.
Nógv er eftir av
lutum og klæðum, og tí
hedur loppumarknað
urin fram. Opið er í dag
og í morgin millum kl.
13 og 16 báðaar dagar
nar.
randi@sos.fo
Fær ikki koyrikort í bræði
Ein ungur maður, sum koyrdi
út av vegnum vestan fyri
Norðskálatunnilin sunnu
morgunin, var ávirkaður, og
hann hevði einki koyrikort
Bilurin fekk nakað av skaða
Ótrúlig vælvild
Innsavningin hjá Jónu Mortensen og øðrum til Somaliahjálpina
hevur higartil givið út við 100.000 krónur
Jóna Mortensen
og vinkonur
hennara