Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. august 2011 · Nr. 93 6 Sosialurin Stórur dagur Í morgun fluttu argjabørn og lærarar inn í nýggja og snotiliga skúlan á Argjahamri, og bæði børn og lærarar vóru spent og glað um nýggju karmarnar, sum sanniliga mugu sigast at vera góðir Leo Poulsen Dagurin byrjaði við, at næm­ ingar og lærarar søgdu farvæl við gamla skúlan á Argjum, sum hevur tænt teimum væl í 33 ár. Marjun Holm, skúlastjóri, helt røðu har hon greiddi frá um skúlan, sum tey nú siga farvæl við, og áðrenn allur hópurin fór í skrúðgongu úr gamla skúlanum niðan á Argjahamrin, rungaði sálm­ urin, »Gakk tú tryggur fram við góðum treysti«. Síðani sluppu elstu næm­ ingarnir at ganga fremstir niðan í nýggja skúlan, tí tað eru teir, sum Marjun Holm, skúlastjóri eisini segði, ið hava bíða longst eftir nýggja skúlanum. 321 næmingar fara at ganga í nýggja skúlanum á Argja­ hamri, sum annars er bygdur at rúma 450 næm­ingum. Skúlin er bygdur í fimm lonum, sum hvør rúmar teim­ um yngstu til teir elstu næm­ ingunum. Borgarstjórin og vara­ borgarstjórin vóru báðir til staðar, nú nýggi skúlin varð tikin í nýtslu, og tað var for­ maðurin í havnarnevndini, Jákup Símun Simonsen, eis­ ini. Nýggi skúlin á Argjahamri er ógvuliga snotiligur, og hevur alt tað, sum ein nú­ tímans skúli skal hava. Eisini er hann prýddur við list, sum Astrid Luhin hevur staðið fyri. Tað vóru børn frá øðrum til níggjunda flokk, sum vóru møtt i morgun, fyrsti flokkur møtir ikki fyrr enn í morgin. Fegnast Skúlin stóð klárur í morgun, men tað var neyðugt at taka vikuskiftið til hjálpar, fyri at seinastu snøklarnir skuldu fáast frá hondini. Tá Sosialurin var framvið í síðstu viku, sá ikki serliga liðugt út, og tí kundi ivi sáast um, hvørt alt fór at vera klárt til í morgun. Men tað náddu teir so. Alt var til reiðar í morgun, og bæði børn og næmingar og fólk yvirhøvur fingu boð um at lata seg í bláar plast­ posar um føturnar, áðrenn tey sluppu inn í skúlan. Marjun Holm, skúlastjóri, beyð øllum at vera vælkomin í nýggja skúlan, og eftir ein felagssang var frukt til øll. Skúlastjórin fegnaðist um framúr karmar, bæði til næm­ ingar og lærarar, og gleddi seg saman við øllum hinum at fara til verka í nýggju hølunum. Tær báðar, Malan og Tordis, ganga í 7a, og gleða seg at ganga í nýggja skúlanum á Argjahamri Næmingar og foreldur siga farvæl við gomlu hølini í Argja skúla Flokkarnir stillaðu upp í gamla skúlanum, áðrenn leiðin gekk niðan á Hamaran