mánadagur 15. august 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 92 · 12. august 2011
11
Orðabókagrunnurin
Orðabókagrunnurin sleppur nú tí vanliga forlagsarbeiðnum og fer at
virka sum grunnur, ið fíggjar nýggjar verkætlanir, sum fara at lyfta
orðabøkurnar á eitt uppaftur hægri stig.
Nám
Nýggi krumtøppurin í skúlaverknum hevur altráður slóðað fyri, at
henda tænasta varð veitt skúlunum frá fyrsta skúladegi í 2011.
Hetta tiltakið munar meira enn nakað annað í skúlaverkinum.
Sprotin
Forlagið hevur tøkniliga slóðað fyri skjótu og nútíðarhóskandi
netorðabókunum. Tað er pallurin hjá hesum forlagi, sum hýsir øllum
bókunum nú, og fer at standa fyri tøkniliga menningararbeiðnum.
Mentamálráðið
Mentamálráðið hevur fíggjað arbeiðslønina hjá øllum høvundunum
og ritstjórunum seinastu 10 árini. Var henda fígging ikki, hevði
orðabókastarv ikki borið til í Føroyum. Nú sæst ítøkiliga, hvat henda
íløgan hevur givið samfelagnum.
Plinkan
Plinkan er eitt orðabóka
forrit, sum virkar av-linju
(off-line). Tí kann Plinkan
verða brúkt til próvtøkur,
tá ið net-samband ikki er
loyvt - orðabøkurnar eru
klárar, bara streymur er á
telduni. Plinkan hevur sjálv
virkandi dagføring og fer
eina ferð um mánaðin inn
á sprotin.fo og tekur niður
allar broytingar og nýggj
orð, ið eru løgd inn seinasta
mánaðin. Eisini heilar orða
bøkur, so hvørt tær koma inn
í skipanina. Plinkan hevur
verið á marknaðinum í eitt ár
og móttøkan hevur frá fyrsta
degi verið stak góð. Í dag
fer Plinkan frá beta-støði til
Plinku 1.0. og í hesum sam
bandi eru fleiri broytingar
gjørdir sum koma brúkararunum til góða.
Magnus Tausen, stjóri á NÁMI, Jonhard Mikkelsen,
stjóri á SPROTANUM og Sigmund Poulsen,
advokatur, formaður í ORÐABÓKAGRUNNINUM
eftir at seinastu snøklarnir í sáttmálunum eru
fingnir upp á pláss í sólskininum mikudagin.
Teir kunnu av sonnum vera nøgdir, tí henda
samansjóðingin er einki minni enn eitt bragd
Mynd: Álvur Haraldsen