Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 93 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Tingfólk eru í teirri hepnu støðu sum starvs­fólk, at tey sjálvi gera av løn­ar- og set­an­ar­við­ur­skifti. Hetta hevur fleiri ferð­ir giv­ið at bíta, eitt nú tá tal­an hev­ur ver­ið um eft­ir­løn­ ir, ið hjá ting- og lands­stýr­is­fólki eru fleiri ljós­ár framm­an fyri tær eft­ir­ løn­ir, sum vanlig starvsfólk hava. Kortini hoyra vit javnan ting­fólk gremja seg um, at tað er so trup­ult at fáa far­loyvi úr ting­i­num, um tú skalt eitt hvørt ør­indi og ikki fært møtt á ting­fundi. Tað er sjálv­andi ein stór á­byrgd, ið vit sum velj­ar­ar geva teim­um fólk­um, sum vit velja á ting, og tí krevja vit sjálv­andi eis­ ini av teim­um, at tey møta á teim­ um um­leið 100 ti­ng­fund­um, sum eru um ár­ið. Men tað eru tað summi, sum ikki gera. Og tað kann sjálv­andi hava sína or­søk. Tað var sjón fyri søgn í gjár, tá Port­al­ur­in kunn­gjørdi, at bara 31 av teim­um 33 ting­fólk­u­ num at­kvøddu í stóra mál­i­num um skerj­ing­i­na í fiski­døg­um. Katr­in Dahl Jak­ob­sen úr Javn­að­ar­flokk­i­ num var ikki á ting­fundi, tí hon var í ør­ind­um fyri Løg­ting­ið í Norð­ur­ land­a­ráð­num. Men hon hevði av­ tal­að við Bjarna Djur­holm, at hann skuldi ikki at­kvøða, og so­lei­ð­is varð henn­ara at­kvøða »clear­að«, sum tey kalla tað. Altso ting­fólk, sum ikki fáa møtt, av­tala bara við eitt annað ting­fólk, sum er í hinum partinum, at tað ting­fólkið ikki at­kvøður. So er líka vítt sum sítt, tí 16-15 er líka gott um 17-16... Men í Løgtinginum er eing­in skip­að »clearing«. Løgtings­for­mað­ ur­in veit í øll­um før­um ikki um tað. Men so er tað viðhvørt, at tað hend­ir, at neyð­ugt er at fáa var­a­ fólk inn. Tað verð­ur tað helst í dag, tí av­tal­an mill­um Bjarna Djurholm og Katr­ina Dahl Jak­ob­sen er ikki gald­andi til triðju viðgerð í dag. So er tað, at boð skulu sendast eft­ir var­a­fólk­um, sum í hes­um før­ um verða boð­send sum at­kvøð­u­ neyt. Tað ein­asta, tey skulu gera, er at at­kvøða so, sum flokk­ur­in vil. Tað er sjálv­andi ikki ser­liga hug­a­ ligt at verða so lítið virt sum var­a­ fólk. Tú slepp­ur ikki at verða við í við­gerð­ini, tú skalt bara vera har, tí onkur má trýsta á knøtt­in. Og or­ søk­in er, at tað ting­fólk­ið, sum eig­ ur ting­sess­in, treyð­ugt vil biða sær far­loyvi, tí so miss­ir við­kom­a­ndi inn­tøku. Tað er bara løgtingið, sum kann greiða hesi við­ur­skifti so­leiðis, at eitt tingfólk, sum í hesum føri er utt­an­lands í ørindum fyri løg­ting­ið - sjálv­andi fær løn, tá eitt var­a­fólk verð­ur inn­kall­að. Vit hava eis­ini valt vara­fólk­ini, og sjálv­andi skulu tey verða við í við­gerð­ini. Tað er ó­virð­i­ligt, at tað er penga­trongd hjá ting­fólk­um skal gera av, nær brúk er fyri var­a­fólkum á tingi! Tað kostar Katrini 11.000 krónur at biða varafólk møta So endaði málið um aðal­ stjór­an í Utt­an­rík­is­ráð­ num. Løg­mað­ur hev­ur gjørt semju við hann – og hann fer frá. Í ver­u­leik­a­num fær að­al­stjór­in fót­in. Men tá ein stjóri av slík­um slag fær fót­ in, so er tað ikki út í kuld­an – men altíð uppeftir! So­leið­ is verður Herluf Sigvaldson nú ser­lig­ur ráð­gevi í Fisk­ i­mál­a­ráð­num – helst við aðal­stjór­a­løn. Ikki kann sigast, at lø­g­ mað­ur hevur havt hepna hond við að­al­stjór­a­set­an­ ini í Utt­an­rík­is­ráð­num, sum longu halt­aði frá byrj­an, tí alt ov nógv­ir gegn­is­trup­ul­ leik­ar vóru bland­að­ir upp í mál­ið. Tá Jørg­en Nicl­a­ sen var utt­an­rík­is­ráð­harri hevði Vága­port­al­ur­in ser­lig evni at leita fram skjøl úr ráð­num – ofta eis­ini trún­ að­ar­skjøl. So­leið­is varð hetta mál­ið eis­ini grugg­að við yms­ um lýt­um um áv­ ís­ar um­søkj­arar. Má­lið fór eis­ ini av lag­num longu frá byrj­ an, tí fólk í set­an­ar­bólk­ i­num hava stað­ið pol­i­tik­ ar­u­num og nú fyrr­verandi að­al­stjór­a­num ov nær. Men tað er eftir øllum at døma als ikki tað, sum hev­ur fingið løgmann at fáa að­al­stjór­an frá. Tað eru sam­stravs­trup­ul­leik­ar­nir, sum starvs­fól­k­ini í Utt­an­ rík­is­ráð­num hava víst á. Tey hava sagt, at að­al­stjór­ in er ó­egn­að­ur og bein­leið­ is skað­i­lig­ur fyri før­oysk­ an utt­an­rík­is­pol­i­tikk. Um løg­maður eis­ini heldur, at stjór­in er ó­egn­að­ur, hev­ur hann einki sagt um enn. Men løg­maður ger, sum man plag­ar, man spark­ar stjór­an upp­eft­ir. Man tað vera fyri at leypa upp um, har garð­ur­ in er lægst­ur, at løg­mað­ur ger hetta? Man hetta verða lætt­asta loysn­in? Í øllum før­um ikki ser­ liga á­byrgd­a­r­f­ull­ur starvs­ fólk­a­pol­it­ikk­ur. Hvørki fyri starvs­fólk, ella okk­um, sum s k u l u rinda l ø n ­ ina. Almennar stjór­ar sparkar man uppeftir Tingfólk í penganeyð Á ólavsøku kunngjørdi Øss­ ur Winthereig, at hann skifti síðu – frá at vera ein óheftur tíðindamaður til at vera at verða ein svorin tjóð­veld­is­ mað­ur, sum ætlar at umboða Tjóð­veldi á tingi. Hóast hesa kunngerð, so helt sjónvarpið hjá Kring­ varp­inum, at Øss­ur Wint­h­er­ eig – nú beint upp und­ir løg­ tings­val­ið – er ein hósk­andi miðl­a­ser­frøð­ing­ur, sum púra ó­heft­ur kann greina, um Kaj Leo Jo­hann­e­sen, løg­mað­ur – og størsti pol­it­iski mót­støð­u­ mað­ur­in hjá tjóð­veld­is­mann­ i­num Øss­uri Wint­hereig – ger nak­að skeivt, tá hann á­legg­ur øll­um al­menn­um lei­ð­ar­um ikki at sam­skifta við Paul Watson og Sea Shepherd. Øssur Winthereig var samd­ur við løg­manni um, at hetta helst var fræg­asta loysn­in ikki at tosa við hasi fólkini, men reisti tó spurn­ ing­in, um tað var rætt at á­leggja munn­kurv soleiðis. Tað sum hyggjarin situr eftir við er: Var hetta eitt politiskt slys­álop á løg­mann frá ein­ um tjóð­veld­is­manni, ella ein ó­heft met­ing frá ein­um miðl­ a­ser­frøð­ingi. Eitt sindur kiksað pri­ ori­ter­ing av sjón­varp­i­ num. Í øllum førum áttu annaðhvørt verturin ella Øssur Winthereig sjálvur at upplýst, at hann er valevni fyri Tjóðveldi. Óheftur miðlaserfrøðingur við løgmanni í búkinum...? Kunnu vit fáa húsaprisn niður? Heðin Mortensen kjak á síðu 15 Góð fram­ tíðar­út­lit ella n­ið­ur­ píning? Sjúrður skaale kjak á síðu 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast hann alment hevur boðað frá, at hann hevur skift hest – frá at verða óheftur fjøl­miðla­ mað­ur til at vera valevni fyri Tjóðveldi, so er hann enn »miðlaserfrøðingur« hjá Kringvarpinum