Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. august 2011 · Nr. 94 4 Sosialurin Randi Jacobsen Føroya rættur brúkti allan týs­dagin til at viðgera nøkur mál móti einum 42 ára goml­ um manni. Tað størsta málið var um, tá ið hann í fjør elti og síðan ein dag stakk varafútan í lær­ið. Hetta hendi beint utt­ an fyri Dómhúsið í Havn. Hann hevur sitið Varðhaldsfongslaður í 500 dagar, eftir at hann varð varð­halds­fongslaður 5. mai í fjør. Tað mesta av tíðini hev­ ur hann sitið í Danmark. Beint yri ólavsøku varð hann latin leysur, og týs­ mor­g­un­in kundi hann tí sum ein fríur maður spáka til Dómhúsið. Hann lætst ikki um vón, tá ið ákærurnar móti honum vórðu latnar upp. Áðrenn tilburðin uttan fyri Dómhúsið hevði mað­ur­ in fleiri ferðir elt varafútan. Hann hevði verið uttan fyri arbeiðspláss hansara, fór heim til hansara,og hann fór eisini í Norðurlandahúsið, har varafútin var eitt kvøld­ið. Fekk Almannastovuna upp á heilan Tann dagin hevði hann verið í býn­um og keypt ein hvassan knív at stinga við. Allar royndirnar at seta seg í samband við varafútan gin­gu út uppá, at hann vildi mel­da Almannastovuna fyri for­sømil­si. Hvørji for­sømil­ sini vóru, vildu maðurin ikki siga í rættinum. Hann hevði kannað, hvar varafútin var henda mána­ morgun­in 4. mai í fjør. Vara­ fút­in var á fundi í Dóm­húsi­ num, og hin bíðaði í gongini. Tá ið varafútin var komin út, leyp hin til og setti knívin í lærið. Síðan spákaði hann avstað, yvir á politistøðina at mela seg sjálvan. Tann ákærdi segði, at hann var noyddur at gera, sum hann gjørdi. Hann hevði vent sær til nógvar ymisk­ ar myndugleikar og bað um hjálp at melda Al­man­na­ stovu­na, men øll vístu hon­um frá sær. Hann fór eftir vara­ fútanum, tí fleiri høvdu sagt hon­um, at hann var ovasti myndug­leiki. Hann ætlaði at plága og plága hann, til hann vildi lurta. Meðan ákærdi sat í var­ð­ haldi í Danmark, hevði onkur sagt honum, at hann kundi ver­ið farin til Løgtingsins Um­boðsmann. Hevði vara­ fút­in bara havt sagt tað, hevði ikki verið neyðugt at far­i­ð eftir varafútanum, segði hann. Hann hevði einki per­ són­liga móti manninum. - Eg noyddist at gera tað, tí eg var bangin fyri, at tað fór at sláa klikk hjá mær, segði tann ákærdi í rættinum. Noyddist Hann angraði ikki gerðina, men var harmur um, at tað skuldi gerast neyðugt. Sjálvur ken­di hann tað, sum eitt ok var farið av herðunum, tá ið hann hevði stungið. Samsvar ikki ikki ímillum, hvat ákærdi segði, hvat vara­ fút­in segði, og hvat eitt itni segði um, hvar var hent við knívi­num. Ákærdi segði, at knív­ur­in sprakk út, og hini søgdu, at tann ákærdi hevði lagt knívin frá sær. Finn Ougaard, varafúti greid­di í rættinum frá, at hann kendi væl tann ákærda. Hann hevði møtt honum ofta ígjøgnum sítt arbeiði, og hann hevði ongantíð verið bang­in fyri honum. Eitt kvøld var tann ákærdi kom­in heim til varafútan, júst tá hesin var á veg út av húsinum til eitt tiltak í Norð­ ur­landahúsinum. Vara­fút­an dámdi einki, at tann ákærdi kom heim til sín og boðaði tí politinum frá. Bankaði á dyrnar Varafútin hevði ikki sær, at hin hevði verið við Norð­ur­ landa­húsið tað kvøldið. Tá ið varafútin og konan vóru komin heim, bankaði á ein rút við úthurðina. Har stóð maðurin, sum beyð sær til at gera okkurt arbeiði fyri vara­fútan. Hann segði nei takk. Seinni um kvøldið sótu tey hann framvegis sita á trappu­ ni og boðaðu politi­num frá. - Eg hevði onga hóming av, hvat hann vildi mær, segði vara­fútin. Hann segði, at hann ikki beinanvegin varnaðist, hvar var hent, tá ið hann varð stung­in. Alt gekk so skjótt fyri seg. Ikki fyrr enn hann sá tann blóðuga knívin, gekk upp fyri honum, at blóð rann nið­ur eftir beininum. Hann tók knívin upp, fór inn í Dómhúsið við honum. Har varð hann lagdur niður, tey bundið um lærið fyri at avmarka bløðingina, og buksur­nar vórðu kliptar av, meðan tey bíðaðu eftir sjúkra­bilinum. Varin Varafútin hevur ikki fingið lika­m­ligt varandi mein av til­ burði­num, og hann segði seg eisi­ni vera væl fyri sálarliga. Men tað er hent tað, at hann ikki hevur sama álit á øllum menniskjum longur. Hann ansar betur eftir at steingja dyrnar heima, og hugsar seg um, hvar hann fer. - Tað var alt sum ein filmur, ó­veru­ligt. Eg gjørdi bara mítt ar­beiði og upplivdi tað sum sær­an­di móti mínum persóni, og so hendi tað beint við mítt ar­beiði, segði varafútin. Vitnini søgdu , at einki óvan­ligt sást á andlitinum á manni­num, tá ið hann hevði stungið. Onkur segði, at hann hevði smáflenti. Randi Jacobsen Maðurin varð eisini ákærd­ ur fyri at hava brotið vápna­ lóg­ina, fyri at hava hótt og skot­ið eina náttina í 2009 við línubátin Váðastein, sum lá við bryggju. Hann hevði verið í býn­ um eitt kvøld, og á einum verts­húsi kom hann at tosa við eina kvinnu, sum gramdi seg um, at hon kki fekk frið fyri fyrrverandi vinmanni sín­um. Hann var eisini har. Tann ákærdi og hin fóru upp at skeldast. Tá vertshúsið læt aftur, fór tann ákærdi saman við øðrum heim til sín. Tað eydn­að­ist honum at finna út­av, hvar hin maðurin var, og uttan at nakar av gestu­ num varnaðist, hevði hann tik­ið ein avsagaða byrsu og fór oman til skipið, har hin mað­ur­in var umborð. Menninir báðir høvdu í rættinum heilt somu frá­ greið­ing um, hvat var hent. Ógreitt var, hvat tann ákær­ di hevði sagt, og hin mað­ur­ in, sum varð av­hoyrd­ur sum vit­ni, gjørdi tað ikki lættari at lýsa støðuna. Alt stóð so ó­klárt fyri honum nú. Eitt annað voitni segði sum tann ákærdi, at skoið varð ikki móti manninum um­borð, men út á sjógv og upp í luftina. Kannaður Tað lætti at stinga varafútan 42 ára gamli maðurin, sum 4. mai í fjør stakk varafútan í lærið, angraði í rættinum týsdagin einki. Hann var noyddur at gera tað, segði hann Skjeyt fyri at ávara Hann skjeyt bara við Váðastein fyri at fáa mannin at skilja, at hann skuldi halda seg burtur frá fyrrverandi unnustu síni, segði hann Tað kom fram í rætti­ num, at meðan mað­ur­in hevur sitið varð­halds­ fongslaður eru tvær mentalkanningar gjørd­ ar av honum. Ein kanning varð gjørd í Føroyum, og tá ið Rættarlæknaráðið við­gjø­rdi málið, vildi ein lim­ur hava gjørt eina eyka kanning. Hetta kom av, at við­ kom­andi helt, at mað­ur­ in ikki varð egnaður at revsa, men heldur átti at verða settur í forvaring, tí ­vandi var fyri, at hann gjør­di slíkt aftur. Ákæruvaldið vildi hava mannin revsaðan og kravið var ikki undir fong­s­ul í hálvt triðja ár. Verjin helt hálvt ann­ að ár vera nóg mikið. Dómurin varð sagdur, eftir at blaðið fór til pren­t­ing­ar í dag. Alt økið við Dómhúsið varð stongt av eftir hendingina. Dómhúsið sjálvt varð eisini stongt, tí tað var illa dálkað av blóði