Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 25 - 6. februar 2004 Nr. 25 - 6. februar 2004 25 ÚTBJÓÐING RØKTARHEIM Í NORÐSTREYMI Fyri »Kommunufelagsskapin í Sundalagnum« verður arbeiðið viðv. grovplanering til nýtt røktarheim í Streymnesi boðið út alment. Arbeiðið fevnir um grovplanering og spreinging. Roknað er við, at arbeiðið skal verða liðugt til fyrst í apríl 2004 (fyri páskir). Útbjóðingartilfarið kann verða umbiðið nú og fæst frá mánadegi 9. februar 2004 móti kr. 5.000,00 í veð við krossaðum kekki, við at venda sær til teknistovuna hjá Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen, arkitektar A.F. Boð skulu saman við útbjóðingartilfarinum latast inn á teknistovuna hjá Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen, arkitektar A.F., Lucas Debesargøta 11, Tórshavn, í afturlatnum brævbjálva merktur: RØKTARHEIM Í NORÐSTREYMI Tilboð og arbeiðstøka í seinasta lagi mánadagin 16. februar 2004 kl. 16.00. Boðini verða tá latin upp og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– ALBERT ISFELD & GUDMUND S. HANSEN, arkitektar Lucas Debesargøta 11, 100 Tórshavn LANDSBYGGIFELAGIÐ, ráðgevandi verkfrøðingar Landavegur 5, 100 Tórshavn VERI-CON, ráðgevandi verkfrøðingar Maritugøta 8, 188 Hoyvík MARTIN E. LEO, ráðgevandi verkfrøðingur Tórsgøta 24, 100 Tórshavn Handilshølir í miðbýnum í Havn til leigu. Stødd uml. 160 m2. Bill.mrk. 212 -ta -t ð loysir seg Bjarnoyarvegur 18, matr. nr. 893 aa, Tórshavn Grundøki: 323 m2. Byggiár: 1971. Húsini hava kjallara og miðhædd, uml. 100 m2 hvør hædd. Húsini eru innrættað soleiðis: Durur, lítil gangur, køkur, stova, 3 kømur, wc og baðirúm. Kjallari: trappu-uppgongd, vaskirúm/fýrrúm, durur,gangur,inngongd,3 kømur,køkur,stova og baðirúm við wc. Urtagarður og girðing eru kring húsini. ––––––––––––––––––––––––––– Eldri sethús í Skopun Matr.nr. 741, Skopun. Grundøki: mett til uml. 280 m2 Húsini hava lágan kjallara, miðhædd og loft. Miðhædd: stova, kamar, gangur, baðirúm, køkur. Loft: gangur, 3 kømur (eitt er kvistur), wc. Gjørt er rundanum húsini. Hjallur og fjós eru á stykkinum. Húsini liggja væl fyri í gomlu bygdini við sera góðum útsýni. Nærri upplýsingar um ognirnar fáast frá undir- ritaðu. Tað stendur skiftirættinum frítt at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av. Vegna Føroya Skiftirætt verða niðanfyristandandi ognir lýstar til sølu: Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon: 311145 Telefax: 311525 e-mail: frp@jura.fo Stjóri til P/F Fiskaaling Søkt verður eftir stjóra til P/F Fiskaaling. Hevur tú hug til avbjóðingar og vilt verða við til at leggja lunnar undir at menna føroysku alivinnuna, so ert tú møguliga komandi stjórin á P/F Fiskaaling. Viðkomandi,ið settur verður,hevur ábyrgdina av,at felagið við atliti til endamálið verður rikið undir handilsligum treytum. Høvuðsuppgávurnar hjá P/F Fiskaaling eru: • At gera vísindaligar royndir við aling av fiski, skeljadýrum v.m. herímillum skapa møguleikar fyri aling av nýggjum fiska- og skeljasløgum • At gera royndir við nýggjum aliøkjum • Við kynbótaarbeiði at bøta um alitilfar og við sølu av framleiðslum burtur úr hesum spjaða fram- gongdina skjótast gjørligt til vinnuna • At reka vinnuligt virksemi innan virksemisøki felagsins P/F Fiskaaling rekur vinnuligt virksemi innan kyn- bótaarbeiði við laksum og sílum, og framleiðir felagið laksa- og sílarogn. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur fylgjandi førleika: • útbúgving frá hægri lærustovni • góð leiðslu- og samstarvsevni • royndir at standa fyri vinnuligum virksemi • evni at seta fyriskipanir í verk • kunnleika til fíggjarstýring • kunnleika til alivinnuna og til lívfrøði er ein fyrimunur. Setanartreytir Arbeiðsstaðið er á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Fiskaaling Við Áir. Starvið verður sett skjótast gjør- ligt, men vit hava møguleika at bíða nakað eftir rætta viðkomandi. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu, í mun til útbúgving og starvsroyndir. Vilja tygum hava nærri upplýsingar um starvið, kunnu tygum seta tygum í samband við Janet Fríðu Johannesen, nevndarformannn tlf. 212211 ella við telduposti: jj@atlanticon.fo. Umsókn Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu sendast til Janet Fríðu Johanne- sen, co/Atlanticon, Bryggjubakki 4, Postboks 263, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 1. mars 2004. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. P/F Fiskaaling hevur virksemi Við Áir, í Nesvík, í Skopun og í Hesti. Samlaða starvsfólkatalið er 23. P/F Fiskaaling er merkt av kreppuni í alivinnuni.P/F Fiskaaling stendur fyri kynbóta- arbeiði við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar eginleikar, soleiðis at føroyska alivinnan er betur kappingarfør á altjóða marknaðinum. Arbeitt verður við at effektivisera kynbótaarbeiðið. Arbeitt verður eisini við at menna kalva og onnur nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna. Arbeitt verður við at menna granskingina, sum náttúrliga hoyra undir virkisøki felagsins.Meiri fæst at vita um felagið á www.fiskaaling.fo Avloysari fyri granskingarhjálpara Søkt verður eftir einum granskingarhjálpara til Føroyamálsdeildina í umleið 1/2 ár at arbeiða 3/4 tíð fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi. Uppgávan hjá granskingarhjálparunum er at vera hjálparfólk hjá granskarunum á deildini,haruppií at røkta søvn á deildini og annað fyrifallandi. Høvuðs- uppgávan hjá avloysaranum verður at skráseta orðaseðlasavn í telduforrit. Førleikakrøv: Exam.art.-prógv í Norðurlendskum, serliga føroysk- um máli og bókmentum. Góður teldukunnleiki. Góð samstarvs- og tillagingarevni. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønar- flokki V. Starvið verður sett frá 1. mars ella eftir avtalu. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turið Sigurðardóttur, deildarleiðara, turids@setur.fo Umsóknarfreist er 16. februar 2004. Umsóknir við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skulu sendast: Føroyamálsdeildini Fróðskaparsetur Føroya V. U. Hammershaimbs gøtu 16 Postrúm 272 · 110 Tórshavn tlf. 352520 Umboðsval Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val hósdagin 25. mars 2004. 4 umboð í Tórshavnar valdømi eru uppá val. Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkrakass- anum í hendi ikki seinni enn 11. mars 2004. Havnar Sjúkrakassi 30. januar 2004 Íbúð til sølu Ljós 3 verilsis íbúð, umleið 75 m2 á Østerbro í Keypmannahavn til sølu. Søluprísur 1.6 mill. kr. Ring +45 3053 8999 ella +45 4040 4637 Til sølu Lítil persónbilur – Fiat Cinquecento, árg. 11/95, í sera góðum standi. Lagalig fígging Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 www.sosialurin.fo C M Y K 25 24