fríggjadagur 19. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. august 2011 · Nr. 95
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað
gongur
framá
men
ógvuliga spakuliga hjá 19
ára gamla viðinginum Emil
Bjarnaskor, sum sunnumorg
unin eftir Summarfestivalin
kom heim til skyldfólk síni i
Klaksvík og misti vitið.
Nakrar fáar dagar eftir
varð Emil Bjarnaskor fluttur
av
Landssjúkrahúsinum
niður á Ríkissjúkrahúsið,
men hósmorgunin varð hann
fluttur víðari til sjúkrahúsið í
Silkeborg. Hetta sjúkrahúsið
hevur serkunnleika í at
endurbyggja skaðar í nerva
lagnum, sambært heima
síðuni hjá sjúkrahúsinum.
Onkuntíð seinni skal hann
á stovn til endurvenjingar.
Hann
fær
framvegis
ikki tosað, men eyguni ru
klárari, hann hevur flutt
armar og bein eitt sindur,
og eisini hevur hann snarað
høvdinum, sigur mosturin
Mariann B. Petersen. Tað
er hon, sum greiðir frá, tí
foreldrini eru ikki so væl fyri.
Foreldrini og yngsta systirin
sita stútt hjá dreinginum.
Skilir alt
Alt bendir á, at Emil Bjarna
skor er við fult vit, tí tey
hava fingið tað at rigga, at
hann blunkar eina ferð fyri
at siga ja og tvær ferðir fyri
at siga nei.
Tá ið hann mikudagin fekk
at vita, at hann skuldi flytast
á eitt annað sjúkrahús, varð
hann keddur, tí nú var hann
komin at kenna Ríkissjúkra
húsið.
Mosturin heitir enn eina
ferð á fólk um at koma við
upplýsingum um, hvørjum
Emil var saman við henda
sunnumorgunin, og hvørji
rúsevni hann kann hava
fingið í seg. Okkurt hava
familjan og narkopolitiið
fingið at vita, men í flestu
førum eru upplýsingarnar
komnar frá onkrum, sum
hevur frætt nakað frá øðrum.
Ov lítið av ítøkiligum er
komið fram, sigur Mariann
B. Petersen.
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
42 ára gamli maðurin, sum
í mai mánaði í fjør varð
varðhaldsfonslaður,
eftir
at hava stungið varafútan í
lærið, læt ikki við seg koma,
tá ið dómurin varð sagdur
mikudagin.
Hann varð ákærdur fyri
hóttanir, fyri brot á vápna
lógina og fyri at hava skotið.
Nakað av hassji varð hann
tikin fyri at royna at smuugla
til Føroya, og haraftrat hevði
hann elt og seinni stungið
varafútan í lærið.
Maðurin
varð
funnin
ekur í at hava latið trý skot
av náttina 28. februar 2009.
Eitt av skotunum fór móti
staðnum, har ein maður
stóð, men hesin var ongantíð
í lívsvanda, tí ein stálveggur
var fyri. Tann maðurin hevði
tó allar grundir fyri at óttast
fyri lívið sínum.
Dómarin helt ikki, at tann
42 ára gamli maðurin kundi
dømast fyri hóttanir í hesum
sambandi, og hin maðurin
fekk ikki tær 50.000 krónurnar,
sum hann kravdi fyri tort.
Væl lagt til rættis
Upp aftur álvarsligari var
ákæran fyri at hava stungið
varafútan í lærið. Dómarin
segði
í
viðmerkingunum,
at prógv vórðu fingin fyri,
hvussu væl henda atsókn
var løgd til rættis, eitt nú við
at keypa knív at brúka til
endamálið.
Eitt kvøldið var hann
farin aftaná varafútanum í
Norðurlandahúsið. Í grund
lógarhoyrinum segði tann
ákærdi maðurin, at hann tá
hevði havt knívin við seg,
men hesa frágreiðing broytti
hann í rættinum, og hann
varð frídømdur fyri hetta.
Tað, hann gjørdi móti
varafútanum uttan fyri Dóm
húsið, viðgekk hann fult og
heilt.
Dómarin bygdi dómin eis
ini á, at hetta var eitt álop á
fólk í almennari tænastu.
Ákærin kravdi mannin
fongslaðan í tvey og eitt
hálvt ár, men dómurin var
hálvt annað ár.
Umhugsa dómin
Hvørki tann dømdi ella
ákæruvaldið tók við dómi
num beinanvein. Báðir part
ar hava tvær vikur at um
hugsa seg í, um dómurin skal
kærast til landsrættin.
Um dómurin stendur við,
skal maðurin ikki sita leingi
aftrat. Hann hevur sitið
varðhaldsfongslaður í 500
dagar, frá 4. mai í fjør til 25.
juli í ár. Eftir eru sostatt góðir
tríggir mánaðir at sita.
Maðurin skal rinda vara
fútanum 4.575 krónur fyri
klæðini, men dómarin helt
kki, at varafútin var so nógv
eyðmýktur, at hann hevði
rætt til endurgjald fyri tort
og sviða.
Tann 42 ára gamli mað
urin skal gjalda sakarmáls
útreiðslurnar.
randi@sosialurin.fo
Emil fluttur á annað sjúkrahús
Emil Bjarnaskor, sum á Summarfestivalinum, fekk onkur rúsevni
í seg, varð í gjár fluttur á sjúkrahúsið í Silkeborg
Randi Jacobsen
Í seinastu viku vóru
yvirlæknin Torsten
Warrer og stjóri Jan
Samuelsen á danska
privata sjúkrahúsi
num
Hejmdal
í
Føroyum.
Teir høvdu al
mennan fyrilestur á
Sergloftinum á Tvør
oyri, har teir greiddu
frá, hvat sjúkrahús
teirra kann bóða
føroyingum.
Eini 80 fólk vóru
á
fundinum,
og
áhugin var stórur
millum
fólk
at
fáa meira at vita.
Sum skilst vóru á
fundinum
eisini
fólk,
sum
nýttu
høvið at spyrja um
júst teirra støðu.
Hetta
sjúkra
húsið hevur ser
kunnleika í at kanna
børn
fyri
ADHD
ella aðrar barna-
og ungdómssykia
triskar trupulleikar.
Fyrimunir við
at koma higar
Fleiri
føroysskar
familjur hava fingið
børn síni kannað á
Hejmdal, men tað
hevði verið smidlig
ari, um fólk frá
Hejmdal komu til
Føroya
at
kanna
børn her, halda teir.
Sosiala
deild
á Tvøroyri hevur
tikið upp samband
við
Hejmdal,
og
tað kemur fyst og
fremst av, at onkrir
s u ð u r o y i n g a r
arbeiða á Hejmdal,
men eisini tí at fleiri
børn í Suðuroy hava
trupulleikar.
Nú verður roynt
at fáa tað almenna
at koma uppí, tí
kanningarnar kosta
sjálvandi at gera.
Bíðitíðin at koma
til kanningar á Hejm
dal er væl styttri
enn hjá tí almenna.
Hóast
eingin
avtala enn er fingin
við almennu Føroy
ar, er fólk á Hejmdal
til reiðar at koma
til Føroya, men tað
krevur at fimtan
fólk tekna seg. Tekn
ing fer fram á sosi
alu deild á Tvøroyri.
Til reiðar at
kanna børn
í Føroyum
Hann skilir nú, hvat sagt verður,
men fær ikki sjálvur tosað
Skal bara sita tríggjar
mánaðir aftrat
Revsingin fyri at stinga varafútan gjørdist væl linari, enn ákæruvaldið legði upp til. Ákæruvaldið
hevur tó enn ikki tikið støðu til, um dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt
Ákæruvaldið kravdi mannin,
sum stakk varafútan, dømdan
fongsul í hálvt triðja ár. Dómarin
segði hálvt annað ár