fríggjadagur 19. august 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
surr
2
Norsku bløðini hava framhald
andi hópin av alskyns søgum um
herviligasta hópdrápsmannin í
norskari søgu, Anders Behring
Breivik.
Søgurnar fevna víða, men
eingin er í námind so marghátt
lig sum tann, ið øll tey stóru
dagbløðini bóru í vikuni. Breivik
hevur undir avhoyring sagt, at
hann hevur hugsað nógv um
eina mús, hann koyrdi yvir undir
fyrireikingunum til terrorálopini
22. juli.
So meðan hópdrápsmaðurin
ikki megnar at hava empati við
teimum 77 fólkunum, hann drap
hendan svarta fríggjadagin í juli,
vísir hann kenslur um eina mús.
Tað er væl soleiðis, at hann
ikki hugsar sum vit onnur.
Hansara empatisku evnir eru
sera smá, og hann megnar ikki
at hava empati við menniskjum.
Kanska gongur tað frægari við
djórum, serliga smáum djórum,
sigur svenski profilarin, Ulf
Åsgård við norska blaðið VG.
Harmast um at
koyra mús yvir
Eg eri føroyingur í útlegd. Tað eri eg
púra klár yvir sjálv, men eftirsum eg
havi búð so leingi uttanlands og tosi
svenskt flótandi, eru tað fleiri, sum
hava lyndi at gloyma mín uppruna.
Tey verða tó mint á tað reglu
liga, eftirsum mín føroyski arvur
vísir seg bæði so og so.
Eitt er, tá sólin kagar fram um várið og
termometrið vísir nakrar strikur uppum
null. Tá vilja allir svensku starvsfelagirnir
út at eta døgverða – njóta sólina – men
eg mótmæli. Hví fara út, tá man kann
sita inni í hitanum og njóta døgverðan?
Sama skil, tá kemur út móti sumri. Tá
eru tað flogkyktini, sum eg ikki haldi
hava nakað at gera í mínum mati,
og tí verði eg gjarna sitandi inni.
Tá eg so einaferð vil út – tá maturin er
etin – seti eg meg gjarna í sólina fyri at
fáa eitt sindur av liti á húðina. Aftur tá
eri eg øðrvísi og eri oftani tann einasta,
sum vil sita í sólini. Hini halda, at sólin
er so sterk og velja heldur skuggan...
Sjálvandi ber tað ikki til at siga,
at hetta er nakað serføroyskt – men
eg havi merkt, at atburðurin hjá mær
er øðrvísi í hesum førum, enn hann
er hjá sviunum rundanum meg.
Nú summarið er farið at halla og fólk
koma aftur til arbeiðis verður sjálv
andi tosað um, hvat vit hava gjørt í
summarfrítíðini. Eg greiddi stolt frá, at eg
havi svomið einaferð í havinum í summar.
Hini hugdu bilsin uppá meg – »Einaferð?«
– tey høvdu svomið alt summarið og
sjálvt um havið bara var 17-18 hitastig
bilaði onki. Heilt erligt, havi eg øðrvísi
húð enn tey? Viðhvørt ivist eg faktiskt.
Dømini eru mong um tær meiningar,
sum øll eru samd um eru tær røttu, men
har eg mangan kann sita spyrjandi. Við
hvørt mótmæli eg, men oftast ikki. Hóast
mínir starvsfelagir hava ferðast um allan
heimin, so eru svensku meiningarnar
rótfestar í teimum. – nokk á sama
hátt sum tær føroysku eru í mær.
Munurin er bara, at eg havi
rætt, og tað hava tey ikki...
Dømi um (sindur løgnar)
svenskheitir, eg havi
bitið merki í:
• Pannukakur eru døgverðamatur
• Tey eru longri og snakka
meira enn føroyingar
• Tey hava ferðast allastaðni
• Tey duga øll at standa á skíum
• Tey grenja konstant um veðrið
• Tey halda at danskarar eru verðins fittast
inna@sosialurin.fo
Lova mær at vera føroysk
Doyr um hon greiðir sær
Tað er ikki lætt at vera 13 ára gamla Megan
Stewart, Hon hevur nevniliga sera sjálsomu
sjúkuna Hair Brushing Syndrome.
Tað eru trý ár síðani, at gentan fekk
staðfest ógvuliga undarligu sjúkuna.
Eg greiddi henni, tá hon knappliga small
um, og varrarnar gjørdust bláar. Eg helt, at hon
fekk ein dánilsi, nakað, sum hon tó ongantíð
hevur havt áður, so vit ringdu eftir sjúkrabilinum.
Tað var ógvuliga ræðandi, sigur mamma
hennara, Sharon Stewart við Daily Mirror.
Tey búgva í lítla býnum Wishaw í
Lanarkshire eystanfyri Edinburgh.
Foreldrini, Sharon og Ian, fingu ein skelk,
tá hendan undarliga sjúkan varð staðfest
og tað merkir, at hon ikki má verða fyri
statiskum elektrisiteti, og kann heldur
ikki ganga í klæðum av polyester.
Læknarnir halda seg hava funnið fram
til, hví hon hevur hesa sjúkuna. Teir halda,
hon hevur havt sjúkuna alt lívið, og at hon
stendst av trupulleikum, tá hon varð fødd.
Megan vigaði bert 1.000 gramm, tá hon
kom til verðiona og hevði diafragmabrokk,
sum skumpaði magan upp í bróstkassan
so bert annað av lungunum vaks.
Og tað skal so vera orsøkin til, at hon ikki
má greiðast í dag, skrivar Daily Mirror.
mynd: tilvildarlig
Inna Törnroos