fríggjadagur 19. august 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 95 · 19. august 2011
10
Myndin á
vegginum var
so livandi
– Eg havi tikið tríggjar týðandi avgerðir í mínum lívi: At venda um til Jesus; at
gerast trúboðari í Nigeria; og at gifta meg við einum nigerianara. Hóast eg
frá barnsbeini av ynskti at gerast trúboðari, so var ikki lætt at taka hesa
avgerðina, sigur Kaja Nemuel, sum framvegis virkar sum trúboðari í hesum
afrikanska landinum. - At fara so langt, kravdi stóra umhugsan. Men so
legði alt seg kortini til rættis, og áðrenn eg visti av tí, stóð eg í Nigeria
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Tíðliga í summar var Kaja Nemuel enn
einaferð aftur í heimbygdini, Rituvík,
her hennara uppvøkstur og andaliga
bakgrund fekk avgerandi týdning fyri
lívsleið og lívsstarv hennara.
Í missiónshúsinum fingu vit eitt
stutt prát við Kaju um tænastu hennara
tey seinastu 42 árini. Her hevur hon
havt mangar góðar løtur, tó tann eini
dagurin man vera tann minniligasti av
teimum øllum.
Sunnudagurin 5. oktober 1969 var
ein stórur og týdningarmikil dagur í
lívinum hjá teirri 23 ára gomlu kvinnu
ni, sum tá bar eftirnavnið Lamhauge,
úr Rituvík.
Henda dagin var sera nógv fólk
savnað í heimbygd hennara, nú hon
skuldi sendast út sum trúboðari til
Nigeria fyri donsku Sudanmissiónina.
Síðani tá hevur Kaja havt ymiskar
tænastur í missiónini og teirri luthersku
kirkjuni í Norðurnigeria, eins og hon
varð gift nigerianskum presti – Nemuel
- sum seinni gjørdist erkabiskupur í
hesi kirkjuni sum hevur omanfyri 1,5
mió limir.
- Tað ganga nógv fleiri fólk í kirkju,
enn tað eru limir, tí øll hava ikki tikið
støðu til, hvørt tey vilja gerast kristin
og verða doypt, greiðir Kaja frá. - Tað
gleðiliga er, at kirkjan framvegis er í
vøkstri.
Ein av høvuðsuppgávunum í kirkju
ni er – og hevur altíð verið – at siga
fólki frá um Jesus og at undirvísa tey
í teirri kristnu trúnni. Samstundis við
hetta hevur kirkjan havt skúlar, sjúkra
hús og annað arbeiði, ið hevur gjørt
liviumstøðurnar hjá fólki betri.
Hóast Kaja er útsend sum trúboðari,
hevur høvuðsuppgáva hennara verið
rættiliga fjølbroytt – frá arbeiðinum
sum bókhaldari í kirkjuni til ein av íd
nu luttakarunum í arbeiðinum millum
tær lokalu kvinnurnar.
- Her taka vit ymisk evni upp til um
røðu. Men vit hava altíð bøn, bíbliu
lestur og sangur. Tað dámar teimum
sera væl, greiðir Kaja frá.
Hon fór út
Kaja var ikki størri enn ein smágenta, tá
hon á fyrsta sinni fekk eyguni upp fyri,
at hon eisini kundi gera eina tænastu
millum tey fólkasløgini, ið enn ikki
høvdu hoyrt gleðiboðskapin.
Í bókini ”Hon fór út” sum kom út
í 1999 – á sjálvum tríati ára degnum
fyri útsending hennara sum trúboðari
– greiðir hon frá, hvussu tað bar til, at
hon endaði – ella byrjaði – sum trú
boðari í einum so fjarlagnum landi sum
Nigeria.
- Eg man hava verið eini 9 ára
gomul, tá ein trúboðari úr Danmark
vitjaði í Rituvík, har hon greiddi frá
missiónsarbeiðinum í Afrika. Tað var
serliga tann eina myndin, sum talaði so
nógv til mín, at eg í roynd og veru ikki
fekk hana úr sinninum aftur, greiðir
Kaja frá í bókini, sum Heimamissións
forlagið gav út.
Hesin danski trúboðarin vísti myndir
upp á veggin. Millum myndirnar var
ein av ungari kvinnu sum sat uttanfyri
bygningin við fleiri børnum rundan um
seg. Hon minnist bara hesa einu mynd
ina, sum festi seg seg í sinnið og hjarta
á Kaju.
- Hóast talan bara var um eina van
liga mynd, so síggi eg enn myndina fyri
mær, sum um fólkini á myndini fluttu
seg, júst sum á einum filmi.
- Eftir hetta barnamøtið kom hugs
anin til mín: ”Eg vil verða trúboðari”.
Og tað gingu heldur ikki so mong ár
aftrat, fyrrenn eg á fyrsta sinni setti
mínar føtur á nigerianska jørð, sigur
hon.
Upp til Gud
Kaja Nemuel hevur virkað sum trú
boðari í Nigeria í skjótt 42 ár. Tann stóri
spurningurin er, hvussu mong ár hon og
maðurin verða her aftrat.
Hon er sjálv farin um tey 65 árini, og í
heyst stendur maðurin, Nemuel fyri vali
sum erkabiskupur í luthersku kirkjuni í
einum nýggjum fimm ára skeiði.
- Hann kann verða valdur aftur, men
onkur annar kann sjálvandi verða valdur
í hansara stað, vísir Kaja á.
Sjálv hevur hon ongar aðrar ætlanir
enn at verða verandi í Nigeria. Ella sum
hon sigur:
- Ja, her verða vit. Men sjálvandi,
- um Gud vísir okkum ein annan veg,
so veit eg ikki.
Tá Kaja Lamhauge – nú Nemuel – varð útsend úr Rituvíkar kirkju og missiónshúsi í
1969, kallaðist felagsskapurin fyri Dansk Sudanmission. Í dag hevur felagsskapurin
skift navn til MissionAfrika, og hevur munandi færri trúboðarar í tænastu enn
tá. - Men endamálið er hitt sama: At siga fólki frá um Jesus, sigur Kaja