fríggjadagur 19. august 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 95 · 19. august 2011
14
TJÓÐFUGLUR OG KELIDJÓR
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tey eru fleiri, sum hava eitt tjaldur
í stovuni. Útstappað á eini hyll ella
reol, væl at merkja. Men soleiðis er
ikki Millum Gilja 35. Har hevur eitt
tjaldur hvønn dag í summar gingið
upp trappurnar, inn gjøgnum dyrnar,
inn í gongina og víðari inn í stovuna.
So spakt er tjaldrið, at tað etur
úr hondunum á húsfólkunum.
Summargesturin, sum nú er farin
avstað aftur, dámar best ost, men hevur
eisini etið annan mat.
- Tað er øgiliga stuttligt at hava eitt
tjaldur sum kelidjór, sigur 22 ára gamla
Elsa Jespersen flennandi. Hon er dóttir
Petru og Kára Jespersen, sum umframt
sonin Ara og dóttrina Elsu, nú eisini
hava eitt tjaldur gangandi í stovuni.
Alt byrjaði fyri trimum árum síðani,
tá spaka tjaldrið spakuliga nærkaðist
húsfólkunum meðan tey vóru uttanfyri.
Í fjørsummar var tjaldrið so mikið
spakt, at tey kundu geva tí at eta út
gjøgnum vindeyga.
- Tað var ógvuliga stuttligt, men
nú er uppaftur stuttligari, tá tjaldrið
gongur inni í stovuni og etur ost, sigur
Elsa.
- Tað verður kanska ikki so stuttligt,
tá tað skvettir á gólvið, men tað er so
ikki hent enn, sigur Elsa.
Kemur tá rópt verður á tað
Í roynd og veru er tjaldrið Millum Gilja
35 líkt so mongum øðrum húsdjórum.
- Mamma kann bara rópa á tað,
tá vit eru uttanfyri, so kemur tað
flúgvandi onkrastaðni frá, fortelur Elsa.
Hon greiðir eisini frá, at tjaldrið hevur
gingið aftaná henni og mammuni, ein
dagin tær báðar fóru at ganga ein túr.
Ein annan dagin vildi tjaldrið ikki fara
av biltakinum, tá tey skuldu eitt ørindi.
- Vit hugsaðu bara, at tað mátti fara
á flog, tá vit koyrdu, men tjaldrið varð
standandi á takinum langt oman eftir
vegnum, sigur Elsa, sum nú hevur biðið
summargestinum farvæl.
Tjaldrið fór avstað fyri nøkrum
vikum síðani, men Millum Gilja 35
vóna tey, at tjaldrið kemur aftur næsta
ár. Og soleiðis sum tjaldrið er komið
nærri og nærri húsfólkunum gjøgnum
árini, er ikki óhugsandi, at tað næsta
summar situr til borðs saman við Petru,
Kára, Ara og Elsu Millum Gilja 35.
Tjaldrið gongur
í stovuni
Uppi Millum Gilja nummar 35 í Hoyvík hava tey eitt
heldur óvanligt húsdjór, tí har gongur tjóðfuglur
okkara, tjaldrið, dagliga í stovuni og etur ost
Elsa Jespersen og kelidjórið, tjaldrið, sum hevur verið dagligur
summargestur – uttanfyri so væl sum innanfyri hjá teimum