mánadagur 22. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Seyðurin í Føroyum gongur
oman og niðan, og lorturin,
sum kemur frá honum, er
nógvur.
Tað
meta
umhvørvis
myndugleikarnir ikki vera
nakran umhvørvismyndug
leika. Sparlini gera seg ikki
umhvørvinum ilt.
Verri er, um seyðalortur
í rúgvum kemur ov nær
drekkivatninum.
Føroya rættur gav í juni
einum hagaeigara í Vágum
dóm fyri at hava lagt nakrar
fermetrar
av
seyðalorti
oman
móti
Leitisvatni.
Fríggjadagin var málið fyri
aftur í Eystara landsrætti, tí
hagaeigarin vildi ikki ganga
við til at gjalda 5.000 krónur
í bót.
Málið byrjaði við, at virk
andi sýslumaðurin í Vágum
á veg til arbeiðis leygardagin
2. mai í 2009 sá stórar
dungar av seyðalorti liggja
á skráninginum oman móti
vatninum.
Hann ráðførdi seg við
starvsfelagan á støðini, og
hesin var samdur í, at hetta
ikki kundi vera rætt.
Sýslumaðurin
koyrdi
aftur á staðið, men tá var
hagaeigarin,
sum
hevði
ábyrgdina, farin. Ein annar
maður var har, og hann vildi
ikki vera partur av orða
skiftunum.
So ringdi sýslumaðurin til
borgarstjóran og formannin
í trivnaðarnevndini í Vága
kommunu, og teir komu
beinanvegin á staðið.
Svínarí
Allir tríggir vóru samdir um,
at hetta var nakað svínari,
og sýslumaðurin meldaði tí
hagaeigaran. Sýslumaðurin
segði í rættinum, at veður
tíðindini søgdu regn, og
vandi var tí fyri, at evja frá
lortinum fór at renna út í
vatnið. Miðvingar fáa drekki
vatn úr Leitisvatni.
Sýslumaðurin
hevði
roynt at koma í samband
við hagaeigaran, men hann
tók ikki telefonina, og hetta
tulkaði sýslumaðurin sum, at
hann ikki var áhugaður í at
tosa um málið.
Tá ið fundurin millum
teir tríggjar menninar var av,
ringdi sýslumaðurin til ein
lastbilaeigara og fekk hann at
taka rúgvurnar av seyðalorti
burtur. Sýslumaðurin var
hjástaddur, meðan lastbila
eigarin og ein maður frá
kommununi gjørdu arbeiðið
fyri at tryggja, at teir fingu
frið at gera arbeiðið.
Hagaeigarin segði í lands
rættinum, at hatta hevði
hann gjørt ofta, og forfedr
arnir gjørdu tað sama.
Provokasjón?
Ákærin rak framundir, at
hann hevði lagt tøðini har
sum eina provokasjón, tí
hagaeigararnir eru misnøgd
ir við, at teir einki gjald fáa
frá kommununi fyri vatn
ið, kommunan tekur frá
vatninum. Tað noktaði haga
eigarin. Tosað hevði ongantíð
verið um gjald, segði hann.
Sýslumaðurin
segði
í
rættinum, at tey 17 árini
hann hevði arbeitt í Vágum,
hevði hann ongantíð sæð
slíkt.
Eitt
umboð
fyri
Um
hvørvisstovuna
segði,
at
hetta er fyrstu ferð, at nakað
mál hevur verið um dálking
arvanda av seyðalorti.
Tað finst ein kunngerð,
sum m.a. sigur, at tøð ikki
mugu breiðast út á drekki
vandsøki,
Tí vakteriuvandi er og
kann elva til sjúkur, um
bakteriurnar koma í vatnið.
Arbeitt verður við at gera
eina kunngerð um tøð, men
tann kunngerðin verður bara
fyri neytatøð.
Ongar frágreiðingar
Verjin hjá hagaeigaranum
gjørdi nógv burturúr, at
ongar skrivligar frágreið
ingar vóru í málinum. Ikki
kommunan men ein politist
ur
hevði
sjálvur
meld
að. Hann helt ikki nakra
heimild vera fyri at døma
hagaeigaran, tí eftir hansara
tykki vóru røttu manna
gongdirnar
ikki
fylgdar.
Hann vísti eisini á, at økið
ikki er tinglýst sum vatnveit
ingarøki.
Tí vísti ákærin aftur.
- Tað liggur í kortunum, at
hetta var rein provokasjón,
segði hann.
Í Føroya rætti fekk haga
eigarin 5.000 krónur í bót.
Ákærin helt bót millum
5.000 og 10.00 krónur vera
hóskandi. Verjin kravdi frí
døming, í øðrum lagi lægri
bót.
Dómur fellur ikki fyrr
enn um fýra vikur, tí lógin
og kunngerðin, sum maður
in er ákærdur eftir, eru
bara a føroyskum. Donsku
dómararnir skilja ikki før
oyskt, og tí mugu orðingar
nar umsetast, áðrenn tey
taka støðu til, hvør dómurin
skal vera.
Seyðalortur í rættinum
Eystari Landsrættur fer um fýra vikur at døma í sakarmálinum móti manninum,
sum legði nakrar rúgvur av seyðalorti beint við Leitisvatn