mánadagur 22. august 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2011 · Nr. 96
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tað gekk, sum tað sambært støðu
talvuni kundi roknast við, tá ið
tríggir dystir í bestu kvinnudeildini
vóru á skránni ígjár.
Tættasta uppgerðin var tann á
Argjum, har B36 vitjaði. Heimaliðið
vann, men tað var rættuliga tepurt,
tí AB skoraði bara eitt mál, og tað
var sjey minuttir eftir hvíldina.
Eftir fyrsta hálva tíman í oyggja
uppgerðini í Sarpugerði millum
Víking og Skála var tað einki,
sum bendi á, at skálakvinnur ikki
skuldu vinna øll stigini. Tær vóru
á odda 2-0, og hóast heimaliðið
svaraði aftur undan steðginum,
so økti Skála um leiðsluna til 3-1
tíðliga í 2. hálvleiki. So gjørdu Sev
dal systrarnar úr Runavík rættu
liga um seg, og tað endaði við 4-3
heimasigri, sum ber við sær, at
Víkingur framvegis hevur møgu
leika at vinna bronsumerkini.
Hjá KÍ kvinnunum var einki at
rafla um, tá ið tær bláu við nógvum
altjóða royndum tóku ímóti blað
unga HB liðnum. Úrslitið var 8-0
heimasigur - fýra mál vórðu skorað
í 1. og fýra í 2. hálvleiki.
FM kappingin er bara millum KÍ
og AB, sum hini liðini hava meiri
enn ilt at taka stig frá. Tí verður
spurningurin um meistaraheitið
ivaleyst avgjørdur í innanhýsis
uppgerðunum millum tey bæði
oddaliðini.
Í 4. umfari endaði tað 1-1, tá ið
AB vitjaði í Klaksvík. Liðini skuldu
havt spælt á Argjum 14. august,
men orsaka av europeisku luttøku
ni hjá KÍ er hesin dysturin útsettur
til 7. september. Í 18. og triði síðsta
umfari, sum verður 25. september,
hittast KÍ og AB aftur í Klaksvík, og
um ikki fyrr so verður tað avgjørt
tá, um tað enn eina ferð verður KÍ,
ella um tað kanska verður AB, sum
verður meistari.
KÍ eigur útsettan heimadyst
ímóti Víkingi. Hann er settur at
vera mánakvøldið um eina viku.
Tvær finalur
verða avgerandi
1. DEILD KVINNUR Eingin skalar KÍ og AB, og tí verða tær báðar uppgerðirnar
millum oddaliðini avgerandi fyri, um tær í Klaksvík enn eina ferð verða
meistarar, ella um tað hesa ferð skal eydnas teimum av Argjum at vinna
14. umfar
AB-B36 1-0 (0-0)
1-0: Elin Maria Isaksen 52.
Vík.-Skála 4-3 (1-2)
0-1: Jóna Jacobsen br 16.
0-2: Fríðrún Danielsen 30.
1-2: Heidi Sevdal 35.
1-3: Fríðrún Danielsen 49.
2-3: Heidi Sevdal 50.
3-3: Ansy Sevdal 77.
4-3: Heidi Sevdal 80.
KÍ-HB 8-0 (4-0)
1-0: Sofía Purkhús 13.
2-0: Sofía Purkhús 21.
3-0: Sigrid Jacobsen 24.
4-0: Paula Mikkelsen 37.
5-0: Paula Mikkelsen 53.
6-0: Tove Sólheyg 69.
7-0: Rannvá B. Andreasen 73.
8-0: Malena Josephsen 81.
Tað er
trýst á TB
1. DEILD MENN Um TB skal hugsa um at varðveita møguleikan fyri at flyta upp í bestu
deildina, so verður neyðugt við úrtøku í oyggjauppgerðini, sum verður í Vági mikukvøldið
Jóannes Hansen
Mikukvøldið verður oyggjauppgerð
á Vágseiði. Talan er um uppgerðina
millum FC Suðuroy og TB, sum
upprunaliga var á skránni 3. august.
Sum úrslitini hava lagað seg, og so
leiðis sum tað gekk leygardagin, so
er tað undan lokaluppgerðini trýst
á TB. Um teir á Tvøroyri framvegis
skulu hava møguleika at flyta upp,
so skulu teir vinna í hvussu so er
eitt stig í Vági.
Um tað ikki eydnast TB at fáa
stig við norður aftur úr Vági, so
verður tað torført hjá TB at fáa fat
ur á AB, og tað fer ikki at bera til
at fáa fatur á FC Suðuroy, ið tykist
hava beina kós aftur í bestu deild
ina.
Leygardagin
stemmaði
tað
rættuliga hjá argjamonnum, tá ið 18.
umfar í næstbestu fótbóltsdeildini
var á skránni.
Tað eydnaðist argjamonnum at
vinna torføra uppgávu á útivølli, og
tað gjørdist eyka kærkomið, tá ið
næsti kappingneytin um uppflyt
ingarplássið, TB, misti tvey stig á
heimavølli ímóti eitt sindur sperda
EB/Streymi.
Toppliðið, FS Suðuroy, megnaði
fulla úrtøku í Sørvági, men tað
gekk striltið at fáa mál, og tað
var ikki fyrr enn tað bara restaðu
tíggju minuttir, at teir næstbestu
hjá 07 Vestur góvu seg yvir. John
T. Poulsen og Palli Augustinussen
skoraðu og harvið syrgdu teir fyri,
at øll stigini fóru suður til Suður
oyar.
AB var hesa ferð á útivølli á
niðara vølli í Gundadali, og har
eydnaðist tað at vinna 2-1 á FC
Hoyvík. Milan Kuljic legði við bein
leiðis frísparki AB framum, og
dygst undan steðginum økti Ebbe
Kristin Thomsen um munin til 2-0,
tá ið hann eftir uppspæl í høgru
og innlegg stýrdi bóltin í málið.
Stutt undan leikloki minkaði Jan
M. Laursen um munin við stútara,
men 2-1 sigurin hjá argjamonnum
var ongantíð í vanda.
Serliga kærkomin var AB sigur
in, tí TB, sum AB kappast við um
uppflytingina, ikki megnaði meiri
enn 1-1 á heimavølli ímóti EB/
Streymi, sum stríðist fyri at sleppa
undan
niðurflytingini.
Teitur
Justinussen legði TB á odda stutt
undan hálvleiki, og Poul G. Olsen
javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu 20
minuttir.
Grannauppgerðin á Skála, har
NSÍ vitjaði, var rættuliga hend
ingarík, og hóast NSÍ eina løtu var
frammanfyri 3-1, so vóru gestirnir
ivaleyst nøgdir, tá ið teir fóru yvir
um aftur við einum stigi.
Tá ið støðan var 3-2 til NSÍ, vórðu
tveir hjá NSÍ riknir av vølli. Annar
fyri at hava sæð gult tvær ferðir, og
hin fyri beinleiðis reytt kort. Seks
minuttir fyri leiklok tóktist tað sum
um, at Skála skoraði sigursmálið,
men í tíðini, sum dómarin hevði
lagt aftrat, eydnaðist tað teimum
níggju í NSÍ at javna til 4-4!
Í Leirvík endaði tað 1-1, tá ið HB
vitjaði.
TB-EB/St. 1-1 (1-0)
1-0: Teitur Justinussen 41.
1-1: Poul G. Olsen 70.
Vík.-HB 1-1 (0-0)
1-0: Per Gregersen 48.
1-1: Bogi Reinert Petersen 71.
Skála-NSÍ 4-4 (1-2)
0-1: Rógvi Højgaard 6.
1-1: Brian Jacobsen 34.
1-2: Rógvi Højgaard 36.
1-3: Andrias á Líknagøtu 53.
2-3: Jákup Johansen 56.
3-3: Ólavur Mikkelsen 76.
4-3: Hendrik á Fríðriksmørk 84.
4-4: Ari Ó. Ellingsgaard 90.+2.
Reytt kort: Arni Gregersen, NSÍ, 65. (2
gul), Magnus Pauli Sørensen, NSÍ, 75
(beinleiðis reytt)
FC H.-AB 1-2 (0-2)
0-1: Milan Kuljic 32.
0-2: Ebbe Kristin Thomsen 44.
1-2: Jan M. Laursen 89.
07 V.-FC S. 0-2 (0-0)
0-1: John T. Poulsen 80.
0-2: Palli Augustinussen 87.