mikudagur 24. august 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
At ganga ímóti streyminum,
ella at verða øðrvísi enn
hini er júst tað, sum hevur
eyðkent Sjúrð Skaale. Tað
er kanska tað, sum nú ger
hann øðrvísi enn allar hinar
týpurnar, sum dáma so væl
at spegla sær sjálvum í sjón
varpinum. Tað eru jú nógv
av teimum, sum stilla upp
fyri Tjóðveldi. Meðan Tjóð
veldisflokkurin áðrenn 98
meira var ein joke – ein loys
ingarflokkur við fólkum, sum
ikki ein gong sjálvi trúðu upp
á loysingina, so varð hann í
98 broyttur til ein framfýsn
an fullveldisflokk, sum tað
nú var »in« at halda við. At
verða javnaðarfólk ella sam
bandsfólk, tað bleiv nú ein
joke. Soleiðis broytist tað í
politikki.
Sjúrður Skaale fer nú aft
ur ímóti rákinum. Hóast full
veldi skjótt kanska broytist
til eina joke, sum eingin trýr
uppá, so er Tjóðveldi enn
flokkurin, sum tey í gásar
eygum
»populeru«
halda
kann geva teimum politiska
flogið.
Men heldur ikki í Tjóð
veldinum er pláss fyri øllum.
Flokkurin fær uttan iva aftur
átta fólk vald á ting, neyvan
fleiri. Og flokkurin fær eisini
formannin afturvaldan á
danating – har hann stórtrív
ist, so har verður valla nøkur
broyting.
Javnaðarflokkurin hevur
ein teoretiskan – og tað er
altso bara teoretiskan – møg
uleika at vinna fólkatings
sessin frá Sambandsflokki
num. Sjúrður Skaale
er jokarin hjá
J a v n
aðarflokkinum
hesaferð.
Tað
verður
spenn
andi, um tað fer
at eydnast við
taktikkinum hjá
honum,
um
»ein mann í
eitt ting«.
Tað eru bara tveir føroyskir fólkatingsmenn,
sum ongantíð hava sitið í løgtinginum. Tað eru
Johan Nielsen úr Javnaðarflokkinum, sum var
fólkatingsmaður frá 1960-64 og 1967 til 1979
og Poul Adrian Andreasen úr Fólkaflokkinum,
sum var fólkatingsmaður valskeiðið 1964-1968
Tveir sótu ikki á tingi
Tað fall kanska fleiri politikarum
og eygleiðarum fyri brótstið, at
Lars Løkke Rasømussen ikki gjørdi,
sum fleiri høvdu væntað: at hann
skrivaði út fólkatingsval í gjár. Hó
ast tað hevði passað fleiri væl, at vit
fingu fólkatingsvalið avgreitt fyri
løgtingsvalið, so hevur Lars Løkke
Rasmussen sjálavandi sínar orsøkir
til at draga valið út sum longst.
Veljarakanningar hava seinasta
árið givið stjórnarflokkunum ringa
undirtøku, og tað gera tær framv
egis. Stjórnin hevur ein vakstrar
pakka í umbúna, sum kann hjálpa
upp á undirtøkuna – um ikki hjá
leiðandi stjórnarflokkinum, so um
ikki annað hjá teimum konserva
tivu og Danska Fólkaflokkinum,
sum báðir standa til at eiga tapið.
Við øðrum orðum, so hevur Lars
Løkke Rasmussen alt at vinna við
at útseta valið sum longst.
Í Føroyum er støðan øðrvísi.
Seinasta veljarakanningin vísir tað,
sum vit á hesum stað hava fleiri
ferðir hava mett, at Sambands
flokkurin terir burtur av tí stóru
framgongd, sum veljarakanningar
støðugt hava givið honum alt hetta
valskeiðið. Tann seinasta gevur
honum »bara« góð 25 prosent, sum
hóast pen framgongd kortini er ein
afturgongd í mun til hinar veljara
kanningarnar.
Tað er eingin loyna, at tað er
Tjóðveldi, sum heldur samgonguni
millum Sambandsflokkin og Javn
aðarflokkin uppi. Hetta hevur ver
ið gjørt eitt nú við tí fyri eyga at
broyta fiskivinnupolitikkin, sum
vit eisini sóðu í sambandi við fiski
dagarnar. Men nú er legitimiteturin
hjá Tjóðveldinum fyri at halda Kaj
Leo Johannesen við róðrið í Ting
anesi líkasum við at brenna út.
Spurningurin er, um Tjóðveldi kann
fáa fleiri mál ígjøgnum, ella um alt
bara endar í valstríði. Sambands
flokkurin hevur tí alt at vinna við
at fáa eitt skjótt løgtingsval, so
innanhýsis ósemjur og vantandi
tamarhald hjá Kaj Leo Johannesen
sum floksleiðari, ikki forkoma all
ari framgongdini, sum Sambands
flokkurin hevur.
Hinvegin hevur Javnaðarflokk
urin nógv at vinna við at bíða sum
longst. Hóast vit ikki hava sæð og
hoyrt nógv til nýggja formannin
seinastu tíðina – tað er nú eitt sind
ur løgið – so hevur flokkurin eina
pena framgongd í mun til allar hin
ar veljarakanningarnar. Tí er nógv
sum bendir á, at nýggja leiðslan
hjá flokkinum kanska megnar at
byrgja fyri tí totala katastrofuvali
num, sum øll útlit vóru til fyri nøkr
um mánaðum síðani.
Meðan føroysku flokkarnir als
onga ávirkan hava á, nær fólka
tingsvalið verður útskrivað, so eru
fyritreytirnar fyri løgtingsvalinum
sera ymiskar. Men tað verður Tjóð
veldi, sum ger av, hvussu leingi Kaj
Leo skal haldast til róðrið. Spurn
ingurin er tí, hvar er pínumarkið
hjá Tjóðveldinum?
Tjóðveldi ger av, hvussu
leingi Kaj Leo sleppur at stýra
Mangt broytist á mansins
ævi. Eingin veit á morgni
at siga, hvar hann á kvøldi
gistir. Vilsti sonurin kemur
heimaftur. Heima er best.
Hann man fara at koma
heimaftur, tá hann verður
svangur...
Jú, Sjúrður Skaale hev
ur ofta fingið okkum at
spenna smílibondini. Og
tað gjørdi hann so sanniliga
eisini í Degi og Viku mána
kvølið, tá hann vissaði Før
oya fólk um, hvussu stórur
javnaðarmaður hann var:
– Eg haldi, at so at siga
allir føroyingar eru javnað
arfólk. Føroyar er eitt sosial
demokratiskt samfelag. Øll
eru innast inni javnaðar
fólk – einki annað politiskt
projekt er á borðinum, segði
løgtingsmaðurin, sum á vali
num 19. januar í 2008 varð
valdur á ting fyri Tjóðveldi,
tí hann vildi stovnseta før
oyska fullveldi, sum tá var
FYRITREYTIN fyri øllum
politikki, punktum!
– Vit eiga at læra av er
faringunum. Vit eiga at
læra av 1946, og vit eiga at
læra av 2000, sigur Sjúrður
Skaale.
Jú, hendan prædikan
mundi fløva mangt javnað
arhjarta.
Petur Mohr Dam kundi
neyvan sagt tað betur.
Sum ein annar
Petur Mohr Dam
Pínumarkið hjá Tjóðveldinum
At finna
føroysk
an leiklut í
øllum
Signar P. Heinesen
kjak á síðu 18
Átøk og
fíggjarpol
itikkur
Fróði Magnussen
kjak á síðu 16-17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ein mann í eitt ting