Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2011 · Nr. 97 26 Sosialurin Kjak 2 milliardir skeiva vegin Hesi 7 árini hava verið bæði góðar og ringar tíðir. Allíka­ væl hevur ABC-sam­gongan økt landskassans skuld við heilum 2 milliardum, sum børn okkara skulu gjalda aftur. Tey hava lánt upp á nakkan á børnum okkara fyri at sleppa undan at fremja spar­ingar í almenna húsar­­haldi­num. Tey hava ikki dugað at lagt til síðis í góð­um tíðum fyri at halda ímóti í ringum tíðum. Niður­ støðan má vera, at tey hvørki í góðum ella ringum tíðum hava dugað at stýrt. Arbeiðsloysi Vit skulu heilt aftur til kreppuna fyrst í 90’unum fyri at finna slíkt arbeiðsloysi, sum politikkurin hjá ABC- samgonguni hevur orsakað. Hetta hóast vit ongantíð í søguni hava veitt so stórar nøgdir av uppisjóvarfiski. Í 60’unum livdu fleiri túsund føroyingar av at veiða og virka sild. Tá vóru nøgdirnar av sild bara lítil brotpartur av tí, sum vit í dag veiða av makreli. Er hetta góður politikkur? Um allan heim hava politikkarar eitt høvuðs­ mál: arbeiðspláss. Í ensk­ talani londum siga tey “create jobs” og í granna­lond­unum kalla tey tað “beskæftig­ else”. Men í Føroy­um yppir samgongu­leið­arin øksl og sigur, at okkara støða er ikki verri enn í øðrum londum. Vinnan á landi Hetta tíðarskeiðið eru 100- tals størv horvin í vinnuni á landi. Føroya Fiskavirking snaraði lykilin um, hóast sam­gongan hevði gyltan møguleika at bjarga teimum 800 arbeiðsplássunum. Megin­­parturin av hesum arbeiðs­pláss­­unum er burtur, og sam­gongan rættir ikki hond frá síðu fyri at betra um støðuna. Eitt samfelag livir av arbeiðs­plássum – ikki av arbeiðsloysis­skipanum. Miseydnaðu projektini Visjón 2015. Ólavsøkupakkin. Bústaðarpakkin. Fólka­­skúla­ reformur. Komm­unu­reform­ ur. Fiski­­­­vinnu­­reformur. Stjórn­­­arskip­an. EFTA- ella ES-lima­­skapur. Øll projektini eru miseydn­ að. Og allíkavæl ljóðar tað so vakurt og sannførandi, tá løgmaður triðja árið á rað á Ólavsøku rósar sær sjálvum og hinum fyri hesi ætlaðu brøgdini. Ríkisfelagsskapurin Onkursvegna tykist ríkis­­­ felags­skap­urin vera pro­ jektið yvir øllum hjá sit­andi sam­gongu. Men hvat er hent? ONKI! Blokkurin er ikki hækk­­aður. Hann er ikki so mikið sum prístals­reguler­ aður, hóast høvuðs­politikk­ urin er at greiða frá teimum ólukkum, sum blokk­skerj­ ingin hevur elvt til. Megna okkara leiðarar onki? Hvat nyttar at fílast á uttan at venda gongdini? Hvat er til ráða at taka? Tað verður ein vanlukka fyri land okkara, um sitandi samgonga heldur fram. Har er ongin styrki at fremja loysnir. Tað er so hjálparleyst at sita við róðrið uttan at stýra. Vanlukkuligt at biðja um ábyrgd fyri síðani at krógva seg í rúgvuni. Tá man ikki megnar at stýra í góðum tíðum – og enn minni í ringum tíðum. Tá man ikki megnar at fremja góðar ætlanir. Tá man ikki megnar at skapa arbeiðspláss við heimsins dýrasta tilfeingi. Tá øll projekt eru miseydnað. Tá man lánir egnum ættarliði pening frá komandi ættarliði. Tá er man óegnaður at stýra. Seljandi smíl og snøgga slips løgmans megnar ikki at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Heldur ikki at skapa nýggj arbeiðspláss. Emballaga er ikki nóg mikið, innihaldið er tað, sum umræður. Miðflokkurin hevur á Tingi víst á mangar loysnir, sum bøta um skaðarnar. Vón­andi sleppa vit framat at fremja hendan politikk, so aftur verður livandi í Føroyum. Bill Justinussen løgtingsmaður 7 ár við ABC “Veljið okkum” rópa tey, sum seinastu 7 árini hava stjórnað Føroyum. Nú er løtan komin at eftirmeta avrikini Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður Í blaðgrein í Dimm alætting við heitinum “Dýra mistak løgmans” eru fleiri týðandi mistøk. Eg skal bert taka tvey tey týdningarmestu: Fyrrverandi aðalstjórin í Uttanríkisráðnum fær ikki somu løn, sum hann fekk, tá ið hann var aðalstjóri. Hann fær somu løn, sum hann fekk áðrenn hann gjørdist settur aðalstjóri á vári í 2008. Løgmaður hevur ikki gingið uttan um reglurnar. Løgmaður fekk frá táverandi landsstýrismanni eitt til­ mæli um, at hann ynskti at fáa Herluf Sigvaldsson í starv sum aðalstjóra. Við tað at setanar­nevndin, bæði minni­lutin og meiri­ lut­in mettu, at Herluf Sigvalds­son varð egnaður, so valdi eg at fylgja ynski­ num hjá táverandi lands­ stýrismanni. Eg havi valt at flyta fyrrverandi aðalstjóran í annað starv, tí hann hevur royndir og førleikar, sum landsstýrið hevur brúk fyri. Skuldi landsstýrið fingið ein annan persón í slíkt starv, sum ikki má metast at vera so einfalt, so hevði tað kostað áleið tað sama, sum Herluf Sigvaldsson nú fær í løn. Dimmalætting mistekur seg