Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 4 Sosialurin Snorri Brend Ein partur av tí "starvinum" at ganga í skúla, er at hava fleiri aðrar næmingar at spæla við í fríkorterinum. Soleiðis er í teimum flestu skúlunum kring landið. Men tað eru kortini teir skúlarnir, har næmingarnir ikki hava henda sama møguleika. Her er støðan hon, at teir eru einsamallir næmingar í einum heilum skúla. Hesir skúlar eru spjaddir kring landið, teir flestu tó á teimum smærru útoyggjum. Ymiskir flokkar Í einum yvirliti yvir næm­ ingar í teimum føroy­sku skúlunum, sum Menta­mála­ ráðið hevur gjørt, fæst ein greið ábending um støðuna. Ein av hesum skúlum er tann í Stóru Dímun, har bert tann eini næmingurin - ein genta - er í øllum skúlanum. Hesin næmingurin gongur í 2. flokki. Ein annar skúli undir somu korum er tann í Fámjin. Hóast bygdin hevur staðið í vøkstri í fólkatali, sæst hetta ikki beinleiðis aftur í talinum av skúlanæmingum. Hetta komandi skúlaárið er tískil bert tann eini næm­ ingurin í Fámjins skúla. Henda gentan gongur somu­ leiðis í 2. flokki. Í somu oyggj liggur bygdin Hov, sum eisini er vaksin í fólkatali, men sum altso bert hevur tann eina næmingin, - eina gentu sum júst er farin í 1. flokk. Á eystastu oyggj okkara, Fugloy gongur ein einstakur næmingur - í hesum føri ein drongur - í 6. flokki í tí sum kallast Kirkju- og Hattarvíkar skúla. Og á vestastu oynni, Myki­ nes gongur ein genta í 5. flokki. snorri@sosialurin.fo Snorri Brend Í drúgva tíð hevur bygn­ aðurin í fólkakirkjuni verið til viðgerðar. Fyri bisp er tað umráðandi, at ein í kirkjuni hevur eina ítøkiliga skipan, ið er størri og djúpari enn áskoðanin hjá tí einstaka. - Fólkakirkjan eigur at um­boða støðufesti og var­ andi loysnir, vísir Jógvan Fríðriks­son á. - Tillagingar til broyttar umstøður og skiftandi tíðir henda ikki eftir einum degi.  Víst verður á, at hóast talan er um eina kirkju, so hava bygningar, karmar og umstøður beinleiðis ávirkan á innihaldið. - Gleðiboðskapurin um Jes­ us, og ynskið um at vera med­ menniskjunum til gleði og signing­ar, er kirkjunnar vøru­ merki, og gott innihald setir krøv til teir ytru karmarnar. - Góðir karmar eru í sjálv­ um sær ein vitnisburður um innihaldið, sjálvt um ikki alt er gull, ið glitrar, vísir bispur á.  Nú fer fólkakirkjan at leggja á annan bógv og koma til innihaldið. Sjálvsfatan Prestarnir hava verið á viðkomandi skeiðum. Nú er tíðin komin til kirkjuráðini og kirkjutænararnar. Ætlanin er tí at koma við almennum tilboðum um frá­ læru til fólkið í síni breidd.  Í fyrsta umfari verður byrjað við teim klassisku setn­ing­unum, ið eru týðandi tættir í sjálvsfatanini hjá fólka­­kirkjuni, so sum dóp­ur­in, altar­borðið, kon­firma­tiónin, sálma­bókin og samskiftið. Talan verður um tvey skeið, harav tað fyrsta verður í januar 2012. Upplýst verður, at skeiðið verður á Hotel Hafnia í Havn, og at tað er ókeypis. snorri@sosialurin.fo Leygardagin 3. september fer aðalorðaskiftið um fólkakirkjuna at halda fram millum prestarnar. Byrjað verður við morgunsangi í Dómkirkjuni og heldur síðani fram á Hotel Hafnia.  Prestarnir vóru fyrr í ár saman í tveir dagar og viðgjørdu fólkakirkjuna, bæði bygnaðin og innihaldið.  Á hesum sinni er hópurin munandi víðkaður. Tey luttakandi eru : Felagið fyri kirkjuráðslimir, Grøna nevndin hjá fólkakirkjuni, Urguleikarafelagið, umboð fyri deknar og klokkara, Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn, Politiski fylgibólkurin í kirkjumálum, Landsstýriskvinnan í kirkjumálum og embætisfólk hennara og prestarnir.  sb. Eiði: Fyrr í mánaðinum flutti kommunuskrivstovan á Eiði í onnur høli - ella rættari uppá 1. hædd. Sostatt sita báðar skrivstovukvinnurnar, Katrin Mørkøre og Guðrun Eidesgaard nú saman í tí sum fyrr var fundarhølið hjá nevndunum. Borgarstjórin, Rólant Poulsen er eisini fluttur í annað høli á 1. hædd, samstundis sum fundarhøli er flutt í kjallaran. Í sama viðfangi er inngongdin til kommunu­skriv­ stovuna nú omanfyri húsini. Hinvegin er skipað soleiðis fyri, at um tað ikki ber til hjá fólki at koma upp á 1 hædd, kann ein ístaðin verða móttikin og avgreiddur í kjallarahæddini. sb.   1. september byrjar nýtt fiskiár, og fyri teir ið eiga bátar undir 15 tons (bólkur 5), merkir tað at tíðin er búgvin til at søkja um fiskiloyvi. Til tess at fáa hetta fiskiloyvið skal báturin uppfylla nakrar treytir, millum annað at áður skal báturin hava fingið fiskiloyvi, og annars ikki vera ræðisavmarkaður ella hava aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap. Í umsóknini skal verða upplýst, hvussu nógv báturin avreiddi fyri í fjør. Hevur báturin avreitt fyri 400.000 krónur ella meiri fær hann fiskiloyvi 5A. Annars verður tað 5B. Fær báturin fiskiloyvi er tað galdandi frá 1. september og fram til 31. august 2012. sb. Fimm skúlar við bert einum næmingi Lækkandi barnatalið kring landið sæst eisini aftur í talinum av næmingum í summum skúlum. Í fimm teirra er bert tann eini næmingurin Á skeið um kirkjuna Í januar mánaði komandi ár verður nakað so forkunnugt sum eitt skeið hildið fyri kirkjutænarar og kirkjuráðslimir. - Ætlanin er, at vit skulu menna okkara egnu tilvitan um fólkakirkjuna sum heild, so at vit betur kenna okkara samleika, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur Kirkjutænarar kring landið gera eitt stórt og trúfast arbeiði. Nú sleppa teir á skeið komandi ár FRÁLÆRA Smærri skúlar Skúlarnir, ið verða nevndir í hesi greinini, hava tað til felags at har er bert ein ein­stak­ ur næmingur. Tað eru kortini aðrir skúlar kring landið, har tað eru undir 10 næmingar. Hesir skúlar eru: Haraldsunds skúli við trimum næmingum; Kunoyar skúli við fýra; Funningsfjarðar skúli við fimm; Haldórsvíkar skúli við átta, og Tjørnuvíkar skúli við trimum næmingum hetta skúlaárið. SMÁIR MEN KNÁIR Hóast fólk eru ymisk á máli um týdningin av teimum smáu bygdarskúlunum, er lítil ivi um, at næmingarnir dáma væl sín bygdarskúla savnsmynd Aðalorðaskifti um fólkakirkjuna Skrivsstovan flutt á ovaru hædd Søkja nú um fiskiloyvi