Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin Leo Poulsen Nú skuldi nátatíðin so smátt verið byrjað, men lítið hevur verið at sæð til nakran fugl enn. Sandoyarportalurin visti fyrradagin at siga, at ein útróðrarbátur eystan fyri Sandoynna bert sá hin eina nátan, og í Nólsoy er sama skilið. Ein bátur var á Svínoyar­ vík týsdagin, men hann fekk bert ein náta, og tá menn aftur løgdu til brots mikudagin, var fongurin 10 nátar. Heldur ikki úr Hvannasundi frættist um nakran náta enn. Har komu teir ikki upp á 30 fuglar mikudagin. Jens-Kjld Jensen, fugla­ frøðingur í Nólsoy, sigur, at tað sær út til, at nátin er heldur seinni á veg á ár sammett við meðal ár. - Tá føðin er lítil, ávirkar tað verpingina hjá fuglunum eisini. Tað merkir, at nátin helst er nakrar dagar seinni á veg í ár, í mun til eitt meðal ár, sigur Jens-Kjeld Jensen. Hann hevur gjøgnum fleiri ár kannað nátan, og verpingin í ár hevur verið nakað undir meðal. - Verpingartalið í ár er 0,31. Tað merkir, at tað eru 0,31 reiður fyri hvønn unga, og tað er nakað undir meðal. Meðal tey seinastu árini, síðani eg byrjaði kanning­ arnar, er 0,38, so tað er ikki katastrofalt lágt í ár. Kortini kann sigast, at verpingar­ talið í fjør var 0,46, og tað er rættiliga gott, sigur Jens- Kjeld Jensen. Við einum verpingartali í ár á 0,31 merkir tað, at ein ungi er í triðja hvørjum reiðri, meðan tað í fjør var ungi í øðrum hvørjum reiðri. - Tað merkir, at árið í ár ikki er eitt botnár, men tað er ikki gott heldur, sigur Jens-Kjeld Jensen. Ikki stóra ávirkan Fuglafrøðingurin í Nólsoy sigur, at verpingartalið sveiggj­ar rættiliga nógv ár frá ári. - Síðani eg byrjaði at kanna verpingartalið, hevur tað ringasta árið verið niðri á 0,19 unga fyri hvørt reiður, meðan tað besta árið vóru 0,65 ungar pr. reiður, ella næstan hálvtannað reiður fyri hvønn unga. Er verpingartalið millum 0,45 og 0,50 verður tað roknað sum eitt heilt gott ár, og tað var júst harímillum, talið var í fjør, sigur Jens-Kjeld Jensen. Hann leggur dent á, at tølini, hann vísir til, eru savnað í Nólsoy. - Men tað er rímiligt at ganga út frá, at tey eru nøkur­lunda tey somu fyri alt landið, sigur Jens-Kjeld Jensen. Hann heldur tó ikki, at tað hevur so ógvuliga stóra ávirkan, um talið í ár er heldur lægri enn meðal. - Tað er sjálvandi ringt at siga, um talið av nátum, ið koma undan, er 100.000 ella 75.000, sigur Jens-Kjeld Jensen. Viðvíkjandi føðini sigur fuglafrøðingurin, at hon sum vera man hevur stóran týdning fyri, nær fuglurin verpur. - Við lítlari føði verpur fuglurin nakrar dagar seinni, men hóast vit kunnu siga, at havhesturin hevur vorpið heldur seinni í ár enn eitt meðal ár, og hóast vit síggja, at verpingartalið er undir meðal, so er tað framvegis høgt samanborið við onnur fuglasløg. Vit síggja jú, at tølini fyri ritu, lunda og ternu liggja næstan á 0,0, sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur í Nólsoy. leo@sosialurin.fo Nátin seinni á veg í ár FUGLAVEIÐA Alt bendir á, at lítil føði hevur ført við sær, at nátin er heldur seinni á veg at verpa í ár í mun til meðalár, metir Jens- Kjeld Jensen, fuglafrøðingur i Nólsoy Enn hevur ikki verið tað stóra at fingið hjá nátamonnunum, men hóast verpingartalið er nakað undir meðal roknar Jens-Kjeld Jensen við, at nátarnir nokk skulu koma á sjógvin Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - 322355 - 222355 - 227464 Skeið 7. september 2011 Sálarfrøðilig amboð í leiðslu - vegurin til ágrýtið og motiverað starvsfólk Nú hevur tú møguleika í 2 heilar dagar at læra teg at brúka og fáa gagn av jaligari sálarfrøði, sum vindur meira og meira uppá seg orsaka av góðu úrslitu- num. Ongin minni enn Ársins undirvísari 2011 hjá norðurlendsku skeiðsfyritøkuni Con- fex, Jette Skeem, verður skeiðsleiðari. Jette hevur undirvíst fyri Synergi fleiri ferð áður og fær altíð sera góða eft- irmeting. Kom og lær teg ítøkilig vinnusálarlig amboð, sum geva mentalt og sosialt yvirskot í gerandisdegnum. Tað, sum tú fært burturúr er m.a.: Læru um teir 4 psykologisku • faktorarnir, sum effektivt skapa framdrift og suksés Ítøkilig vinnusálarlig amboð, sum • geva mentalt og sosialt yvirskot í gerandisdegnum Meira orku og betri avrik – hjá tær • sjálvari/sjalvum og tínum starvsfólki Nýggj, slóðbrótandi metingar- og • menningaramboð Vitan um, hvussu heilin arbeiðir, • og hvussu tú fært brúkt allar tínar førleikar Hættir at fyribyrgja ósemjum, • strongd, vantrivnaði, og vánaligum arbeiðsumhvørvi Synergi í samstarv við 8. og 9. september 2011 Les meria og melda til á www.synergi.fo ella send teldupost á synergi@synergi.fo Tekna 3 ella fleiri samstundis og spar 10 % Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo - 322355 - 222355 - 227464 Synergi í samstarv við Tú hevur 7 sekund at geva lesaranum ans – hugsa væl um, hvussu tú brúkar tey. Soleiðis skrivar tú seljandi tekstir, • sum raka beint á málbólkin Lær ítøkiligar arbeiðshættir, sum • draga fram boðskapin Fá mannagongdir, sum tú kanst • brúka alt fyri eitt Lær at brúka málið rætt, tá ið tú • skrivar Hetta skeið er m.o. til tín, sum skrivar faldarar, lýsingartekstir, tilboðsbrøv, tíðindaskriv ella vev-tekstir. Tú fært amboðini at orða tekstir, sum hóska til tørv málbólksins og sum selja tín boðskap. Tað eru 2 undirvísarar á skeið- num, ein dani og ein føroyingur. Teknað teg bara nú, tí plássið er av- markað, og fleiri hava longu tryggjað sær pláss. Dagur: 30. september 2011 Tilmelding Tilmelding og les meira um skeiðið á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring 32BELL (322355). Skriva so tað selur - Fullfíggjaði formulin til at gera tekstir sum selja