Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 26. august 2011 · Nr. 98 Sosialurin - ein álitandi samstarvsfelagi www.mest.fo Førleikar Vit vænta, at tú: - hevur maskintekniskan førleika og áhuga - hevur góð samskiftis- og samstarvsevni - hevur handilsevnir og er góður keypmaður / innkeypari - hevur evni og áhaldni til at loysa truplar logistikkuppgávur, tá ið á stendur. - dugir at málbera teg og samskifta skriftligt á føroyskum, skandinaviskum og enskum máli. Vit bjóða Eitt sjálvstøðugt og spennandi arbeiði við nógvum avbjóðingum. Løn og treytir eftir nærri avtalu. Til innkeyps- og søludeildina hjá MEST P/F søkja vit eftir einum virkisfýsnum og útvendum innkeypara/sølufólki. Starvið Saman við øðrum dugnaligum starvsfólkum á innkeyps- og søludeildini kemur tú at arbeiða við keypi og avgreiðslu av telefonsølu - herundir at veita viðskiftafólki okkara eina skjóta og góða tænastu. Arbeiðið umfatar eisini at velja nýggjar veitarar, umframt at eftirmeta og samráðast við okkara núverðandi veitarar. Starvið umfatar nakað av telefontænastu uttanfyri vanligar arbeiðstíðir, umframt koyring til kundavitjanir umborð á skipum og virkjum á landi. Arbeiðsplássið er í høvuðsheitum í Tórshavn, men í tíðarskeiðum eisini á deildum okkara á Skála og í Runavík. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: MEST P/F Postboks 65 FO-110 Tórshavn Att.: Kaysten Rasmussen, fíggjarleiðari. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt, og verða samrøður hildnar leypandi. Tí er at søkja sum skjótast. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Mouritz Mohr stjóra (mm@mest.fo - tlf 791130) ella frá Kaysten Rasmussen fíggjarleiðara (kr@mest.fo - tlf 791193). Innkeypari/sølufólk til P/F MEST