fríggjadagur 26. august 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
surr
2
Summar Sosialurin hevur, sum yvir
64.000 onnur, eisini flent í kíki
eftir Birgir Petersen, sum verður
lumpaður – at hann skal hoppa
50 metra bungy jump, tá tað í
veruleikanum er ein metur yvir jørð.
Hvussu bleiv tú fangaður?
‒ Teir fangaðu meg á skeiva bein
inum við at taka meg um morgunin.
Eg væntaði tað slett ikki, tí ÍF skuldi
spæla steypafinalu í Klaksvík sama
dag, og eg var í ferð við at gleða
meg til tað. Fyrst fingu teir damuna
at ringja og siga, at orkestrið til
brúdleypið meldaði avboð, síðan
vístu teir eina grein inni á einum
eftirgjørdum portali, sum vísti at
hølini, sum vit skuldu hava brúdleyp
í, høvdu fingið vatnskaða, so vit
kundu ikki hava veitsluna har. Tað
er sera forvirrandi at fáa tílík boð
eina viku undan stóra degnum.
Hvussu leingi koyrdu
teir teg runt, áðrenn
hoppið skuldi verða?
‒ Fyrst bundu teir sera væl fyri
eyguni og koyrdu tónleik í oyrini.
Teir koyrdu runt einar 10-15
minuttir, og gjørdu ymisk løgin ting
aftrat, helst fyri at forvirra meg.
Er bungy jump nakað tú hevur
gjørt áður - ella droymt um?
‒Eg havi aldrin torað ella havt tol
til køina, tá eg eri komin framvið
bungee-jump-facilitetum.
Hvat var fyrsti tankin, tá tú lá í
grasinum?
‒ Júst hvat fyrsti tankin var ... tjaaa
... eg andaði inn og luktaði mosa, tá
skilti eg slettis onki. Gjørdist bara
vátari og vátari, men reageraði ikki
upp á tað, tí eg bíðaði (og bíði enn)
eftir einum sugi í búkinum.
Summi halda, at vinmennirnir
hjá tær vóru øguliga óreinir -
hvat heldur tú sjálvur?
‒ Eg haldi slett ikki at hatta var
óreint, eg eri sera glaður fyri alla
uppmerksamheitina, og at teir hava
tímað at riggað hatta til bara fyri
meg. Teir kannaðu bøin sera gjølla
áðrenn, og har var sera tjúkkur
mosi, so har var ongin vandi. Rukka
og hetja í senn, tað er tað mest
geniala í hasum, haldi eg.
Hvussu var reaktiónin hjá
tær aftan á hetta? Sjokk?
‒ Eg var ikki beinleiðis í sjokk, men
hatta gjørdi restina av degnum so
sera góðan, hatta er ein fínur máti
at byrja dagin.
Onkur viðmerking vil vera við,
at tú hevur uppiborið hetta –
hvat meina tey tá?
‒ Uppiborið tað, hehe, kanska tí
at vit altíð royna at fáa stuttleika
burtur úr ølllum, og har stendur
man ikki aftast tá okkurt býtt skal
gerast.
Fer tú at hevna, tá vinmennirnir
fara at hava polterabend?
‒ Ja, sjálvandi verður tað »hevnt«,
(men tað skal altíð gerast for
svarligt og við respekt fyri
»offrinum«). So eg giti, at eg sleppi
ikki í brúdleyp tey næstu árini, tí
ongin torir at útseta seg sjálvan fyri
onkrum líknandi ;)
Hvussu kendist at
koma í Ekstra Bladet?
‒ Ekstra Bladet, ja tað kendist gott,
so varð man kendur um land og
ríkið!
inna@sosialurin.fo
Seinasta vikuskifti var Føroya
Sjómannadagur hildin í Klaksvík.
Fríggjadagurin byrjaði við sera góðum
veðri, og umleið 1500 børn og foreldur
vóru til fiskikapping á Kósabrúnni
Tá fiskikappingin varð liðug, vórðu
fløskupostar kastaðir, og síðan
byrjaði tað stóra vatnkríggið.
Tað var sera hugnaligt, at so nógv
børn luttóku í fiskikappingini. At fiska
og rógva út er siðaarvur, sum eigur at
varðveitast í einum fiskivinnusamfelag
sum Føroyum. Eitt sindur undarligt var
at síggja, at sjálvt smádreingir høvdu ilt
við at nerta við fiskarnar. Summir hildu
hetta snøgt sagt vera vemmiligt. Men
fiskurin er jú í fyrsta lagi tað, sum vit liva
av í Føroyum – og vit mugu rokna við, at
soleiðis verður tað eisini langt fram í tíðina.
Tá fiskikappingin varð liðug, varð farið í
holt við vatnkríggj, og her var undirtøkan
eisini sera stór – ja, so mikið stór, at
fyrireikarar høvdu trupulleikar at fáa øll
børnini við. Telefonirnar hjá fyrireikarunum
gingu heitar til at fáa fleiri bátar. Men er
tað nakað, sum fyrireikararnir av Føroya
Sjómannadegi duga, so er tað at skipa fyri.
Tað eydnaðist øllum at sleppa í bátar.
Einir 37 bátar – størri og smærri - løgdu
út á Pollin, og komnir út móti Húsum, vórðu
allir fløskupostarnir kastaðir á sjógvi.
Síðan varð lagt innaftur á vánna, og nú
øktist spenningurin til tað stóra vantkríggið.
Uppi á landi vóru sløkkilið og
bjargingarfeløg úr Norðoyggjum og
Eysturoy klár, og tað stóra var, tá
Brimil byrjaði at sproyta við báðum
vatnkanónunum á takinum. Umborð
á Brimli gjørdu teir eisini einar 20
brandslangur klárar, so pápar og dreingir,
sum vóru umborð, fingu brandslangur
at spula við. Hetta tóktist at vera
sera væl móttikið, og tú sást smílini,
bæði á smádreingum og í pápum.
Hetta tiltak var heilt fantastiskt,
og tað er at vóna, at tað verður
endurtikið – og møguliga útbygt,
tó at tað eydnaðist til fulnar.
vilmund@sosialurin.fo
Børn og vaksin í vatnkríggi
Heimagjørt
Stuttligt kakustempul, so at
ongin ivi er um málið, um
smákøkurnar eru heimagjørdar
ella ikki. 100 kr frá suck.uk.com
Retro til køkin
Klisturmerki til køkin í 60-ara
stíli. Lætt at seta upp og
taka niður, tá tú er troytt
av teimum. 65 kr IKEA
Legogoymsla
Genialar eskjur frá LEGO
at goyma lego í. Á sama
hátt sum vanligt lego ber eisini til at byggja
við teimum. Fáast í støddum frá matpakka
til stórar eskjur. aplaceforeverything.co.uk
Tapetsera
við pengum
Um tú kennur teg
fátækan, tapetsera
stovuna við »Money
wall« av Mr Perswall.
So kann tú um ikki
annað droyma um
dagin, tá tú kann
tapetserað heimið við
veruligum seðlum...
wallpaperdirect.co.uk
Halló brúð
gómurin ...
Vilmund Jacobsen