mánadagur 29. august 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2011 · Nr. 99
6
Sosialurin
Fara nú at umvæla
gomlu húsini við Hoy
dalsvegin
Gomlu húsini hjá
Johannes í Stórustovu
við Hoydalsvegin 1 í
Havn, sum seinastu ár
ini hava verið brúkt til
næmingaheim, verða
nú umvæld. Hesum
boðar Landsverk, sum
umsitur
ognir
hjá
landinum, frá.
Húsini
fingu skaða av eldi við
nøkrum árum síðani
og hava staðið tóm
síðani tá. Í framtíðíni
skulu
húsini
verða
karmur um virksemið
hjá Studna, tað er tann
stovnurin, sum fyrr æt
Stuðulsstovnurin, sum
umsitur útbúgvingar
stuðulin.
Arbeiðið, sum nú
skal gerast, fevnir um
nýggjan klimaskerm,
nýinnrætting og nak
að av lendisarbeiðið.
Høvuðsarbeiðstøk
an umfatar: Timbur-,
snikkara-, gólv-, mál
ara-, HVS-, elarbeiði og
lendisarbeiði, umframt
samskipan av hesum.
Olja á
vegnum
við Hvalba
Um 8-tíðina í morgun
fekk løgreglan eina
fráboðan úr Suðuroy
um at olja var komin
á vegin norðan fyri
tunnilin til Hvalbiar.
Løgreglan var skjót
á staðnum og kundi
staðfesta fráboðanina.
Síðani
vóru
boð
send eftir fólki frá
landsverki, at taka sær
av at taka oljuna av
vegnum aftur, soleiðis
at ferðslan kundi ganga
ótarnað og óttaleys.
Eirikur Lindenskov
Petur Mikkelsen – sum vit
vanliga kenna sum Petur
Prent – er føddur í Syðru
gøtu í 1955 og hevur teknað
síðan hann var smádrongur.
Umframt framvegis at tekna,
sker hann eisini linoliums
skurar og málar akvarel- og
oljumálningar.
Stóri áhugi hansara fyri
litum hevði við sær, at hann
valdi at fara í læru sum prent
ari, og var hann útlærdur í
1974.
Petur Prent sigur seg fáa
íblástur við at eygleiða alt
rundan um seg – inni sum
úti, árstíðirnar, illveður, sól
skinsdagar og gráar dagar.
Tá alt er sodnað og hevur
ment seg í heilanum gongur
leiðin inn í atelierið. Hann er
ateliermálari og málar ikki
uttandura longur.
Í altjóða listini eru tað
Leonardo, Rembrandt, van
Gogh, Munch og Picasso,
sum siga honum mest. Her
heima eru tað m. a. Ingálvur
av Reyni, Zacharias Heine
sen, Amariel Norðoy, Eyðun
av Reyni og Torbjørn Olsen.
Petur Mikkelsen fær som
uleiðis íblástur frá omanfyri
nevndu persónum, og roynir
hann at finna sín egna per
sónliga stíl.
Framsýningin í
niðastu hædd í Laðahúsinum
– tað eru húsini hjá Jákup hjá
Carl á Lag, sum Anfinn Rub
ek-Nielsen nú eigur – har
handilin Kjallarin var fyrr –
er opin til sunnudagin 4. sep
tember, hvønn dag frá klokk
an 15 til 18.
Petur Prent í Laðahúsinum
Guðrun við á jubileumskonsert
Umvæla
við Hoy
dals
vegin
Hergerð í Smiðjuni
framsýning
Í dag klokkan
15 læt Petur
Prent upp
framsýning við
oljumálning
um í Laðahúsi
num á Áarveg
num í Havn
konsert Mánadagin um eina viku hevur danskt
tónleikafelag stóra jubileumskonsert í Tivoli, har
Guðrun Sólja Jacobsen verður ein av sangarunum
Eyðun Klakstein
Í 25 ár hevur Christopher
Entertainment virkað í
donskum tónleiki. Felag
ið hevur umboðað tón
leikabólkar og tiltøk og
hevur bókað hópin av
bólkum – bæði donskum
og útlendskum – til størri
og smærri tiltøk.
Mánadagin
verður
serligi dagurin hjá felag
num hildin í Glassalinum
í Tivoli. Talan verður um
stóra konsert, har allar
inntøkurnar frá atgongu
merkjunum fara til Børn
ecancerfonden.
Tað
verða
kend
dosnk nøvn, sum hava
havt nógv samstarv við
Christopher Entertain
ment, sum fara at syngja
og spæla. Nevnast kunnu
Stig Rossen, Keld Heick,
Jacob Andersen, Jesper
Asholt og The Blue Van.
Eisini føroyska song
kvinnan Guðrun Sólja
Jacobsen verður partur
av tiltakinum.
Konsertin hjá Chris
topher
Entertainment
verður mánakvøldið 5.
september klokkan 19.
Var tað rætt, so tók ong
in fótbóltsdómari floytuna til
dystirnar sum leikast skula nú. Um
ikki meira virðing kann vís
ast fótbóltsdómarunum í
Føroyum og FSF ikki sær
eina slíka støðu sum
sera, sera álvarsama
og rættar sína avgerð.
Jónfinn Olsen, fótbóltsdómaraeygleiðari
Hergerð Joensen hevur sína árligu málning
aframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum
2. til 6. september. Framsýningin verður opin
soleiðis:
Fríggjadag 2. september kl 16 – 19
Leygardag 3. september kl 10 – 18
Sunnudag 4. september kl 15 – 18
Mánadag 5. september kl 15 – 18
Týsdag 6. september
kl 15 – 18
Petur Prent við einum av málningunum, sum hann sýnir fram í Laðahúsinum næstu vikuna
Mynd: Eirikur Lindenskov