mánadagur 29. august 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 29. august 2011
8
stjórin
Magnus Gunnarsson
Reyni Service er ein rættiliga gomul
fyritøka, sum hevur røtur heilt aftur til
1947, tá Sigird av Reyni (1916-1994)
stovnaði fyritøkuna, sum seinni skuldi
blíva tann størsta av sínum slagi í
landinum.
Sigird av Reyni byrjaði í Rættará
og umboðaði ensku Morris bilarnar í
Føroyum.
Í 1969 varð Eivind av Reyni út
lærdur sum bilsmiður. Hann hevði
staðið í læru hjá Frits Jensen í Gunda
dali og yvirtók nú verkstaðin. Tá Reyni
Service gjørdist partafelag í 1973, tók
Eivind yvir sum stjóri í fyritøkuni. Síðan
2004 hevur Árni Rasmussen eisini
verið stjóri, og fara tað framhaldandi
at verða tveir stjórar á Reyni Service
Við tíðini gjørdist ov trongligt í
Rættará, og sum fráleið varð nærum
líka nógv arbeiði gjørt úti á vegnum
sum inni á verkstaðnum. Hetta kundi
ikki halda á, og æltanir vóru lagdar um
at byggja nýggj hølir til fyritøkuna, sum
umboðaði British Leyland bilmerkini,
Morris, MG, Rover og Jaguar.
Í 1978 flutti Reyni Service inn í
ein nýggjan virkisbygning við Vegin
Langa.
Síðan 1980 hevur Reyni Service
havt umboð fyri Toyota í Føroyum,
og næstan øll árini hevur Toyota
verið mest selda bilmerki. Fyritøkan
er í dag býtt upp í hesar deildir: bila
sølan, eykalutagoymslan, mekaniski
verkstaðurin, plátu- og lakkerings
verkstaðurin og Tidy Car, umframt
skrivstovu og fyrisiting og eina deild
í Klaksvík.
Nú er so tíðin komin til at triðja
ættarlið tekur yvir. Tað er Sámal av
Reyni, sum tekur yvir stjórasessin eftir
pápan, Eivind av Reyni, sum hevur
stjórnað fyritøkuni í útvið 40 ár.
Sámal er 31 ára gamal, giftur,
búsitandi í Hoyvík og eigur trý børn.
Hann hevur arbeiðsroyndir frá ymsum
deildum á Reyni Service, eisini ar
beiddi hann eitt stutt tíðarskeið inn
an marknaðarførslu hjá bilsølu í Skot
landi. Hann er útbúgvin bilmekanikari
hjá Toyota í Glostrup, og hevur hann
tikið bachelor honours grad innan
virkisleiðslu á Robert Gordon Uni
versity í Aberdeen. Seinastu trý árini
hevur hann verið søluleiðari í fyri
tøkuni.
Sámal hevur síðani ungan aldur
havt ynski um, at taka yvir eftir
pápan. Og hevur tískil valt at nema
sær útbúgvingar, sum hava verið við
komandi til starvið.
Eg eri spentur upp á uppgávuna.
Tað forpliktar at skula leiða eina stóra
fyritøku við nógvum starvsfólkum og
stórum kundaskara. Góð tænasta er
okkara vørumerki, og fer tað fram
haldandi at vera okkara mál alla tíðina
at geva kundum okkara eina dygdar
góða tænastu á høgum støði, sigur
nýggi stjórin hjá Reyni Service, sum
bjóðar til móttøku á Reyni Service
fríggjadagin 2. september frá kl. 10
til 12.
Eg havi fyrireikað
meg til uppgávuna
Móttøka verður hjá Reyni Service í Hoyvík fríggjadagin 2. september í sambandi við at Sámal av Reyni
tekur yvir stjórasessin eftir pápan, Eivind av Reyni, sum hevur stjórnað fyritøkuni í yvir 40 ár
Eg eri spentur
upp á uppgávuna.
Tað forpliktar at skula
leiða eina stóra fyritøku
við nógvum starvsfólkum
og stórum kundaskara
Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service
Mynd: Jens Kristian Vang
Navn: Sámal av Reyni
Aldur: 31 ár
Hjúnarfelagi: Laila
Børn: 3
Starv: Stjóri,
Reyni Service
Adressa: Vegurin Langi, Hoyvík
Stovnað: 1947
Starvsfólk: 50