mánadagur 29. august 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 29. august 2011
10
bleyti stólurin
Lýs teg sjálvan
við trimum orðum?
Uha! Lættlynt, rationel, stutt fjús.
Hvat merki er tín bilur?
Mitsubishi.
Hvat merki er tín telefon?
Blackberry.
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
»Heilt erligt!!!«
Hvørjum hyggur tú
at hjá hinum kyninum?
Eygunum og hondunum.
Hvat er tað fyrsta
tú gert um morgunin?
Trýsti á Snooz-knøttin á vekkaranum.
Hvat stressar teg?
Tá ið eg ikki haldi gjørdar avtalur/ætlanir,
og tá ið onnur bróta gjørdar avtalur við meg.
Hvør litur er tín
yndislitur?
Grønt
Hvat gleðir teg, umframt
at familjan og vinir
hava tað gott?
At hoyra børn flenna og gnísta
úti ein góðan summardag.
Nær feldi tú seinast eitt
tár og í samband við hvat?
Í síðstu viku tá ið eg hamraði lítlutá í
eitt stólabein. Eg fekk ræðuliga ilt.
Hvat var seinasta ynski,
sum tú fekst uppfylt?
Eitt pragtfult vikuskifti í Prag í juni mánað.
Hvar arbeiðir tú?
Skrivari hjá Vestmanna Kommunu.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa vinnu?
Mær dámar væl fjølbroyttar og
avbjóðandi arbeiðsuppgávur.
Hvør er tín stuttligasta
mest spennandi upp
living í starvinum?
At vera við til at fyrireika kongaligu
vitjanina í Vestmanna í 2010.
Hvat lag er
heimsins besta?
Papa Was a Rollin' Stone við George Michael.
Hvat er besta upp
finningin og hví?
Uppvaskimaskinan. Hon
hjálpir mær hvønn dag.
Hvat hevur tú í
lummunum beint nú?
Havi ongar lummar í buksunum.
Hvat er títt
besta heimaráð?
Eg leggi avíspapír oman á køksskápini og
skifti tey út regluliga. So sleppi eg undan
at stríðast við støv og feittplettar.
Hvat er keðiligast
við Føroyum og hví?
Tað er, tá vit lata minnilutan
ráða. Her hugsi eg serliga um, at
politikari alt ov ofta fáa trýst sínar
snævurskygdu meiningar ígjøgnum.
Hvussu ofta
speglar tú tær?
Summi halda sikkurt, at eg
spegli mær alt ov sjáldan.
Hvussu ofta
ert tú hjá frisør?
Annan hvønn mánað.
Hvar ert tú
um 10 ár?
Á bindiklubbaferð í Rumenia.
Uppvaskmaskinan
hjálpir mær hvønn dag
Navn: Maud Poulsen
Starv: arbeiðir á skrivstovuni
hjá Vestmanna Kommunu
Tað keðiligasta við
Føroyum er, tá vit lata
minnilutan ráða
Mynd: privat