mánadagur 29. august 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 29. august 2011
12
firmaprát
Magnus Gunnarsson
Inventar Tænastan er ein fyritøka við
sera stórum vøruúrvali og er heildar
veitari av innbúgvi og útgerð til
handlar, goymslur, skrivstovur, skúlar,
stovnar, barnagarðar og eldrabýlir. Ein
fyritøka sum satsar mest upp á vinnu
kundar men eisini selur til privatfólk.
Fyritøkan varð upprunaliga stovn
að í 1990. Í 1994 keypti Jørgen
Petersen fyritøkuna, sum fekk navnið
Inventar Tænastan og helt til í
R.C.Effersøesgøtu.
Í november 1997 flutti Inventar
Tænastan í egnan bygning við Heygs
vegin. Hølini eru innrættað soleiðis, at
í niðaru hæddini er handil og í ovaru
hæddini eru stór framsýningarhølir
við skrivstovuinnbúgvi og innbúgvi til
eldrabýli, sum kann síggjast og roynast
har. Inventar Tænastan eigur eisini ein
goymslubygning í Akranesgøtu. Um
framt inventar selur Inventar Tæn
astan eisini ymiskar gávulutir so sum
NOMESS og innpakningspappír.
Okkara styrki er stór goymsla og
kappingarførar prísir. Vit marknaðar
føra okkum við stórari vørugoymslu,
so kundin næstan altíð fær tað hann
biður um. Eisini hava vit heimasíðuna
inventar.fo, sum altíð er dagførd, har
vit sýna ein part av okkara vøruskrá
og alt tað nýggjasta sum kemur á
marknaðin, sigur Jørgen Petersen
stjóri í Inventar Tænastuni.
Í sambandi við innrætting av skúl
um, handlum og skrivstovum selja
vit heildarloysnir, har vit eisini upp
seta innbúgvið. Jørgen sigur, at tað
hevur stóran týdning at velja rætt
skrivstovuinnbúgv, sum t.d. borð og
stólar, ið kunnu stillast eftir tørvinum
hjá tí einstaka starvsfólkinum. Hetta
fyri at umgangast arbeiðsskaðar og
harvið mista arbeiðstíð. Av víðagitnu
veitarum okkara kunnu vit millum
annað nevna: Duba-B8, Conset, RBM
og Lekolar.
Í samstarvi við Comfort Design
hevur Inventar Tænastan eitt stórt
úrval av innbúgvi til eldrarøktina.
Comfort Design er eitt kent merki
innan eldrarøktina í Føroyum sum
hevur veitt innbúgv til fleiri ellis- og
røktarheim.
Vit leggja stóran dent á at selja
møblar sum økja um lívsvirði. Inn
búgvið er ein samanrenning av
vøkrum sniði, dygdargóðsku og tað
er brúkaravinarlit. Fleiri av møblunum
hava vunnið sniðgevaraprísir og fingið
stóra viðurkenning í ergonomiskum
tiðarritum, sigur Jørgen Petersen stjóri
í Inventar Tænastuni.
maggi@sosialurin.fo
Stóra vøru-
goymslan er styrkin
Vit eru ein fyritøku sum selur alt frá innrætting av handlum,
skúlum og skrivstovum til innpakningspappír, sigur Jørgen
Petersen stjóri í Inventar Tænastuni við Heygsvegin
Jørgen Petersen er stjóri í Inventar Tænastuni
Mynd: Jens Kristian Vang