mánadagur 29. august 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 29. august 2011
18
vodafone
Vilmund Jacobsen
Gudny Langgaard, sum er uppvaksin í
Leirvík, gjørdist stjóri í Vodafon hin 1.
august í ár. Fyri ta tíð var hon sølu-og
marknaðarstjóri í fyritøkuni í umleið
hálvt annað ár.
Stjórin í Vodafon, síðan fyritøkan
varð stovnað fyri stívliga 10 árum
síðan, Bjarni A. Bjarnasson, hevði
sett sær fyri, at tá hann hevði verið í
fyritøkuni í 10 ár, fór hann at gevast.
Bjarni hevði tá givið fyritøkuni tað,
sum hann hevði megnað og helt, at nú
var tíðin komin at lata onkran annan
taka yvir.
Dirvi og áræði
Nýggi stjórin í Vodafon er væl út
búgvin. Hon hevur drúgvar royndir
úr vinnuni sum marknaðarfólk, og
hon hevur soleiðis eitt gott yvirlit
yvir marknaðarstøðuna. Gudny hevur
áræði og dirvi, og hon er kvinnan, ið
torir at taka avgerðir.
Sjálv heldur hon, at ein góður egin
leiki sum stjóri í eini tænastufyritøku
sum Vodafon er at hava góð sam
bond og eitt gott forstáilsi fyri við
skiftafólki.
– Ein fyritreyt fyri, um okkara ar
beiði skal eydnast, er, at eg sum stjóri
havi góð fólk aftrat mær. Eg dugi ikki
alt, og eg veit ikki alt, men eg havi
góð, vælútbúgvin og dugnalig fólk,
harav summi hava verið hjá felagnum
síðan byrjan.
Stjórin í Vodafon sigur, at felagið er
sterkt og hevur lutfalsliga lítla skuld.
Hon ásannar tó, at úrslitið seinastu
tvey árini ikki hevur verið nøktandi.
– Vodafon hevur eisini merkt
kreppuna, samstundis sum kappingin
á økinum hevur verið ógvuliga hørð.
Miðalnýtslan fyri hvørt viðskiftafólk
er minkað, og hetta hevur sjálvandi
havt sína ávirkan.
Gudny Langgaard vísir á, at fast
netið minkar við umleið 5% hvørt ár.
– Her er ein náttúrlig frágongd, tí
fólk hava ikki fastnet í sama mun sum
áður. Vøksturin í breiðbandhaldum
er eisini steðgaður, tí flestu hava
breiðband. Hinvegin er framvegis ein
náttúrligur vøkstur í ferðini, tí fólk
tíma ikki lítla ferð á netinum. Fólk vilja
streama uttan, at myndin steðgar,
leggur hon aftrat.
Neyðug tillaging
Stjórin sigur, at nýtslan av fartelefon
er eisini minkað, tí fólk í størri mun
brúka smarttelefonir og aðrar sosialar
miðlar at samskifta við. Flestu hava
breiðband og eru soleiðis á netinum
frammanundan.
– Við smarttelefonum er bíligari at
senda, og fólk spara nógv við at hava
datapakkar, leggur hon aftrat.
Gudny Langgaard vísir á, at Vodafon
tillagar seg til nýggjar tíðir og til
nýggja tørvin hjá viðskiftafólkunum.
– Prísirnir á smarttelefonum skulu
niður, og vit leggja okkum eftir at hava
eitt stórt úrval av hesum telefonum.
Eisini hava vit góðar datapakkar, og
upplýsingar um hesar eru at finna á
heimasíðu okkara www.vodafon.fo
Tilsamans 29 fólk eru í starvi hjá
felagnum, og aftrat hesum eru nakrir
montørar og nøkur fólk sum arbeiða
við freelance-uppgávum.
Stórar íløgur
– Hetta er ein vinna, sum krevur
ekstremt stórar íløgur, og í løtuni er
tað serliga íløgur í 3G netið, sum vit
hava útbygt og sum fyribils dekkar
meginøkið. Stórar íløgur krevja eisini
stóran umsetning, og tá kappingin
á økinum hevur verið ógvuliga hørð
seinnu árini, hevur úrslitið hjá okkum
í seinastuni ikki verið nóg gott. Men
Vodafone er ein sterk fyritøka – við
lutfalsliga lítlari skuld, endurtekur
stjórin, Gudny Langgaard.
vilmund@sosialurin.fo
Gudny hevur
dirvi og áræði
– Henda vinnan krevur ekstremt stórar íløgur, og í løtuni er tað serliga íløgur í 3G netið, sum vit hava
útbygt og sum fyribils dekkar meginøkið. Stórar íløgur krevja eisini stóran umsetning, og tá kappingin
á økinum hevur verið ógvuliga hørð seinnu árini, hevur úrslitið hjá okkum í seinastuni ikki verið nóg
gott. Men Vodafon er ein sterk fyritøka – við lutfalsliga lítlari skuld, sigur stjórin, Gudny Langgaard
– Prísirnir á smarttelefonum
skulu niður, og vit leggja okkum
eftir at hava eitt stórt úrvæl
av hesum telefonum. Eisini
hava vit góðar datapakkar,
og upplýsingar um hesar eru
at finna á heimasíðu okkara
www.vodafon.fo, sigur Gudny
Langgaard, stjóri í Vodafon
Mynd: álvur haraldsen