Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 53

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 21 Heystferia Vikutema kunning Í heyst hevur Atlantic Airways og ferðaskrivstovurnar nógv góð tilboð til tey sum ynskja at koma sær burtur í onnur lond heyst. Vit flúgva til og frá Keypmannahavn, Billund og Reykjavík í alt heyst. Harumframt hava vit jólaflúgving til og frá London, Aalborg og Oslo. Atlantic Airways hevur eisini ein sertúr til Hetlands seinast í septembur og ikki minst ein serligan jólatúr beinleiðis til Írlands í novembur. Sí meira um sertúrarnar á atlantic.fo har eisini ber til at bókað hotel og bil. Selfcheck in í Vágum Í sambandi við, at Atlantic Airways herfyri skifti innskrivingarskipan, hava ferðandi fingið fleiri nýggjar møguleikar at skriva seg skjótt inn undan fráferð. Sjálvavgreiðslur bæði á flogvøllinum og á netinum stytta nú munandi um bíðitíðina Á flogvøllinum eru settar upp fýra sjálvavgreiðslukioskir, har ferðafólk kunnu skriva seg inn skjótt og lætt. Tey, ið nýta avgreiðslurnar, kunnu eisini avgreiða viðførið ómakaleyst við ein innskrivingarpult. Ferðandi kunnu nú eisini skriva seg inn undan fráferð á internetinum. Á heimasíðuni hjá Atlantic Airways er eitt leinki til innskrivingarskipanina. Tænastan letur upp 23 tímar undan fráferð og er serliga hent hjá teimum, ið ferðast við ongum viðføri. Atlantic Airways í heyst Kom við til Limerick í mið-Írlandi dagarnar 3. - 6. november 2011 Kostnaðurin er bert kr. 2.500,- fyri ferðaseðilin fram og aftur íroknað øll avgjøld. Limerick er 3-størsti býur í Írlandi við uml. 190.000 íbúgvum. Býurin liggur við ánna Shannon og er ein av elstu býunum í Írlandi. Limerick er kosin Europeiskur ítróttarbýur 2011. Góðir shoppingmøguleikar eru í býnum og um vitja verður í gongugøtunum Thomas Street og Bedfor Row ber heilt vist til at finna okkurt spennandi at keypa. Í Limerick eru 3 stórar handilsmiðstøðir, Arthurs Quay, Crescent shopping Centre og Parkway Shopping Centre. Bílegg hotel á beinleiðis á atlantic.fo. Vit halda okkum kenna hann so væl. Men hann rúmar nógv fleiri møguleikum enn vit vanliga geva okkum far um. Við sínum 15 milliónum íbúgvum er Keypmannahavn størsti býur í Skandinavia. Hann stendur avgjørt ikki aftanfyri nógvar av teimum europeisku stórbýunum. Hann rúmar stórar konsertir, spennandi fótbóltsdystir, nógvar handlar og stór, nýggj handilshús við, sjónleikarahús og ikki minst góðu mat-, kaffi- og vínstovurnar. Býurin hevur nógv til børnini; Tivoli, Bakkan, biografar og spælipláss. Ikki at gloyma nýggju perluna framvið Islandsbrygge við matstovu, spæliplássum, uttandura svimjing og øðrum. Úr Keypmannahavn er lætt og ómakaleyst at sleppa sær víðari út í heim. 62n hevur nógvar sertúrar suðureftir og ikki minst til Premier League fótbóltsdystir við eitt nú Liverpool, Manchester United og Arsenal. Sí meira um Keypmannahavn sum ferðamál á atlantic.fo ella á fonnflog.fo – 62n.fo ella faroetravel.fo Prísur aftur og fram íroknað øll avgjøld úr 2411,- um tað verður bókað á atlantic.fo Kom til Keyp­ manna­havnar Jólashopping í Írlandi í november