Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 30 Heystferia Vikutema kunning Donsku rappararnir Nik & Jay spældu øll síni hitt á festivalinum í 2009 Leo Poulsen Alsamt fleiri føroyingar velja at gista á Fjøru­krónni, tá teir ferðast til Íslands. Fjørukrógvin er eitt heilt serligt hotell, bygt í víkingastíli á Hafnarfjørðinum, og eigarin og leið­ arin, Johannes Viðar Bjarnason, van­ liga nevndur Jói, stendur klárur við opnum ørmum at taka ímóti før­ oyingum. Hann hevur eisini eina føroyska kvinnu arbeiðandi hjá sær, og henni dám­ar so væl, at hon kom ikki aftur til Føroya, eftir at hon bert skuldi hjálpa til á Hafnarfirði eitt summar fyri nøkrum árum síðani. - Og so hava vit ein íslending aftrat, sum júst er komin aftur úr Føroy­um, har hann hevur arbeitt í trý ár, sigur Jói. Hann letur væl at vitjanunum í summ­ar. - Tað hava verið fleiri gistingar í summ­ar, enn tað vóru í fjør summar. Eisini hava vit havt fleiri føroyingar enn undanfarin ár, so eg kann bara lata væl at, sigur Johannes Bjarnason. Hann sigur, at tað er serliga høg­ ligt hjá føroyingum at koma á Fjøru­ krónna at vitja, tí hann hevur ikki bert eitt, men nú tvey starvsfólk, ið skilja og tosa føroyskt. Og sjálvur er hann heldur ikki ringur at skilja hjá føro­y­ ing­um. Føroyskir dagar Nú fer summarsesongin so smátt at halla, men summarveðrið er í hásæti. - Tað var eitt sindur skiftandi fyrst í summar við vánaligum veðri inn ímillum. Veðrið á suðurlandinum og vestur­landinum hevur alt summar verið vánaligt við regni og vindi, men sum summarið leið, gjøgdist veðrið her um Hafnarfjarðarleiðina gott, og nú hava vit rættiligt summarveður, sigur Johannes Viðar Bjarnason. Hann er serstakliga fegin um før­oyska vitjan, og nú summarið so smátt fer at halla, er hann byrjaður at leggja heystið til rættis. - Vit fara í heyst at hava serlig skúla­tilboð, og føroyinga fáa tað eyka bíligt, sigur Johannes Bjarnason. Hann sigur, at tá komið er so mikið langt út á summarið, er tað fyri tað mesta íslendingar, sum koma at vitja um vikuskiftið. - Fyri tveimum árum síðani skipaðu vit fyri føroyskum døgum her á Fjøru­krónni, og tá komu føroyingar frá øllum Íslandi at taka lut og eta føroyskan mat og dansa eftir føroyskum tónum. Tá skipaði Atlantic Air­ways eisini fyri ferð til Íslands í hesum serliga sambandi, og tað vóru fleiri føroyingar, ið gjørdu sær dælt av hesum møguleikanum og vóru við á føroysku døgunum, sigur Johannes Við­ar Bjarnason. Hann umhugsar tí at endurtaka til­takið í heyst, og tá eru føroyingar sjálv­andi vælkomnir úr Føroyum at vera við. - Teir skulu nokk fáa eina góða mót­tøku og eitt biligt uppihald, sigur Johan­nes Viðar Bjarnason, eigari og leið­ari av Fjørukrónni á Hafnarfirði. Føroyingar altíð vælkomnir á Fjørukrónna Hafnarfjørður og serliga Fjørukrógvin hav gjøgnum árin fingið eitt serliga pláss í hjørtunum hjá føroyingum, og tað kemst ikki av ongum. Eigarin, Johannes Viðar Bjarnason, hevur ein serliga tokka til føroyingar Leo Poulsen Marknaðarleiðarin fyri Crown Plaza, Karen van Rijn, vónar, at føroyingar í hópa­tali fara at vitja snotiliga hotellið í hjartanum av Keypmannahavn. Hon var í Føroyum herfyri, og enda­málið var at vitja ferðaskrivstovur og bjóða hølini á Crown Plaza fram. Marknaðarleiðarin heldur seg mer­ k­ja ein stóran áhuga millum føro­y­ing­ ar fyri hotellinum. - Ja, tað haldi eg. Nú er hálvtannað ár liðið síðani vit lótu upp, og hetta er triðja ferðin, at eg eri í Føroyum í hes­ um tíðarskeiði. Eg var her fyrstu ferð beint eftir, at vit høvdu latið upp, og tá var endamálið at gera føroyingar varðugar við hotellið, ið tá sum nevnt var heilt nýtt, og eingin kendi til navn­ ið ella hvar vit liggja, sigur Karen van Rijn. Og føroyingar hava tikið væl ímóti hotelli­num. - Ja, tað hava teir faktisk. Vit hava havt nógv pør á vitjan, vit hava havt bindi­klubbar og so hava vit eisini havt nógv­ar familjur á hotellinum. Ein av stóru fyrimununum er, at vit liggja so nær Kastrup loghavnini, og tí hava vit nógvar føroyingar, sum koma til Danmarkar við flogfari og liggja so eina nátt, áðrenn teir fara víðari á charterferðum víðari til heitaru lond­ ini, sigur Karen van Rijn. Hon sigur, at fleiri føroyingar eisini hava latið seg freistað av, at Fields ligg­ur beint við, og tí hava tey javnan gest­ir, ið eru komnir til Danmarkar at shoppa í Fields. Grønt hotel Tað eru ikki bert Føroyar, ið eru grønar, tað er Crown Plaza eisini. - Tað var jú soleiðis, at vit hava bygt hotellið frá grundini av, og tí bar til heilt frá byrjan av at hugsa grønt. Vit hava gjørt íløgur í tøkni, men eisini eina røð av tiltøkum sum ger hotellið til eitt grønt hotell, tað verið seg só­l­ panel­ini, ið skapa streym, og vit nýta grunnvatnið undir hotellinum til upp­ hitan av bygninginum, sigur Karen van Rijn. Tey leggja eisini stóran dent á at key­pa lokalt inn. - Vit miða altíð ímóti at hava eina matar­skrá, ið passar til árstíðina, eina matar­skrá, ið verður skift fimtu hvørja viku, so gesturin altíð fær tann mat og tær grøðir, ið eyðkenna árstíðina, sig­ur Karen van Rijn. Crown Plaza ásannar, at morgun­ mat­ur­in helst er týdni­ng­ar­mesta mál­ tíðin á degnum. - Vit hava eitt stórt morgu­n­ matar­borð, har vit leggja dent á norður­lendskan mat. Vit halda tað er týdingarmikið at fólk eru mett og væl sett, tá tey til dømis fara av hotelli­ num og inn í Fields at shoppa. Hartil hava vit góðan frokost og døgurða í okkara væl útgjørdu matstovu, sigur Karen van Rijn. Sjálvandi hevur hotellið eisini room­service, so tey, ið ynskja at jolla sær á morgni, kunnu bara eta morgun­mat á seingini. Norðurlendskur køkur Maturin fyllir alsamt meiri, eisini hjá teimum, ið fara at ferðast, og tað var tí heilt tilvitað, at stórur dentur varð lagdur á júst matin, tá farið var undir verkætlanina Crown Plaza. - Reint handilsliga gevur tað jú meining við einum norðurlendskum køki, men tað passasr eisini inn í okkara visjón um hvussu vit vildu reka hotellið. Eitt hotell brúkar jú nógva orku, nógvan hita, nógv vatn og hevur nógv spill av mati, og í juli høvdu vit yvir 17.000 gistingar, og tað eru nógvir munnar at metta. Og tað gevur sjálvandi nógv spill, sigur Karen van Rijn. Alt hetta, ið verður koyrt burtur, endar í einum tanga, ið tey nevna »blái undirvatnsbáturin«. - Hetta verður so gjørt um til biogass, ið kann nýtast aftur, so vit hyggja alla tíðina eftir grøna profilinum, samstundis sum okkar agestir skulu kenna seg væl, sigur Karen van Rijn. Crown Plaza hevur 366 rúm á 25 hæddum. Flestu rúmini eru á 28 fermetrar, nøkur á 32 fermetrar, umframt at hotellið eisini hevu nakrar suitir. - So tað eru rúm til øll ynskir, og føroyingar eru sum nevnt ógvuliga vælkomnir á Crown Plaza, sigur Karen van Rijn, sølu- og marknaðarleiðari á nýggja hotellinum í hjartanum av Keypmannahavn. Letur hurðarnar upp fyri føroyingum Nýggja umhvørvisvinarliga hotellið í hjartanum av Keypmannahavn leggur stóran dent á at hýsa føroyingum. Tað verið seg á ferð síðari suður í hitan ella á shoppingtúri til Fields, ið liggur beint við. – vit hava sum er nógvar føroyingar á vitjan, men vilja fegin hava enn fleiri, sigur Karen van Rijn, sølu- og marknaðarleiðari Komið og njótið Keypmannahavn í heystfrítíðini. Búgvið á Crowne Plaza og shoppið í Fields beint við síðani av hotellinum. Takið Metro’ina beint við hotellið, hon koyrir tykkum inn á Strøget ella í Tivoli. Setið tygum í samband við eina ferðaskrivstovu um prísir ella bíleggið á www.cpcopenhagen.com