Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 26 - 7. februar 2004 Nr. 26 - 7. februar 2004 37 Toll- og Skattstova Føroya Avloysarastørv sum málsviðgerar Søkt verður eftir 2 avloysarum vegna barnsburðarfarloyvi fyribils í 1 ár til eftirlits- og innheintingardeildina í Streym- oyar øki at byrja skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávur Virkiseftirlitið: Arbeiðið fevnir um at umsita vinnuskrá- setingina og hartil hoyrandi uppgávur. Innheintingin: Arbeiðið fevnir um dagliga málsviðgerð av almennari skuld,herundir gera gjaldsavtalur,útrokningar av gjaldførisførleika og svara munnligum og skrivligum spurningum frá viðskiftafólki.Viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við ein pantifúta. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava HH-útbúgving. Við- komandi skulu vera arbeiðssom og fyrikomandi, og skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving,v.ø.o.sjálvstøðug størv í góðum arbeiðs- umhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tey, ið sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um størvini fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, Hallbjørg Hansen, deildarleiðara, á tlf. 31 02 60. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í sein- asta lagi 23.februar 2004 Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Postsmoga 3139 110 Tórshavn Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmála- ráðnum, hvørs upp- gáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnis- skatta- og avgjalds- lógirnar, inntøku- skattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skip- aður soleiðis, at plan- legging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum.Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Streymoyar øki starvast 60 fólk. Høvuðsskrivstovan, har viðkomandi koma at starvast, er á Smyrilsvegi, Posttoll- deildin heldur til á Óðinshædd og Toll- búðin er á Eystaru Bryggju. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail streymoy@tollskatt.fo ALMANNASTOVAN Á Almannastovuni er eitt starv sum avloysari fyri málsviðgera í farloyvi á Tænastudeildini leyst at seta frá 1. mars 2004 til 1. oktober 2004. Arbeiðsuppgávur: • Upprætta mál • Skráseta inngangandi post • Klárgering av málum • Ymisk fyrifallandi arbeiði á deildini Førleikakrøv: • Skrivstovuútbúgving, HH, ella onnur fyrisitingarlig útbúgving • Royndir innan almenna fyrisiting • Kunnleiki til EDV serliga Scan Jour Journal Lønar- og setanarviðurskifti: Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Starvsmanna- felagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anne Djurhuus, deildar- leiðara á tlf. 353510 Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til: Almannastovuna J. Broncksgøta 27 Postsmoga 3096 110 Tórshavn í seinasta lagi 23. februar 2004.Vinarliga merki brævbjálvan: Tænastudeildin. Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøði hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni ein og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjaligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her arbeiða umleið 100 fólk. Almnnastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landdekkani serdeildir. Málsviðgeri i Sosialurin www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Pedagogur Søkt verður eftir farloyvisvikari 30 tímar um vikuna til Barnagarðin á Teiginum at byrja 1. mars til 9. mai. Tú, sum søkir, kemur at arbeiða við børnum í úti- barnagarðinum Lítla Teigi. Børnini eru í aldrinum 4-7 ár. Søkir eingin pedagogur verður hjálparfólk sett ístaðin. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, ið er normer- aður til 12 barnagarðspláss og 10 vøggustovupláss og 20 útibarnagarðspláss. Krøv til umsøkjaran: • at tú er fleksibul • opin og erligur • dugir at síggja møguleikar fram um avmarkingar • hevur góð samstarvsevnir. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran Randi í Soylu Joensen, tlf. 361750/ 212750. Umsókn saman við avriti av prógvi og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. februar og skal sendast til: Sjálvsognarstovnurin Barnagarðurin á Teiginum 210 Sandi Kunngerð um innangarðsútskiftingarfund í Hesti Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður boðað til útskiftingarfund í Hesti mikudagin 12. mai 2004 kl. 10.00. Til viðgerðar verður innangarðsútskifting av Hests bygd. Nevndarlimirnir eru Jytta Juul, Funningur og Jákup Skoradal, Miðvágur. Tórshavn, tann 4. februar 2004 N. v. Øssur Á. Midjord, útskiftingarnevndarformaður Bilur til sølu Reyður Mazda 6, 5 hurðar, 1.8, 122 HK við sportfelgum. Verður seldur við stórum avsláttri. Tlf. 583388 Studningar til landbúnaðin Studningur verður latin til landbúnaðin við heimild í løgtingslóg, nr. 32 frá 06.03.2003 og kunngerð um stuðul til landbúnaðin nr. 96 frá 17.06.2003. Studningur er treytaður av,at umsøkjari hevur landbúnaðarvinnu,sum er undir bókhaldsskyldu sambært § 1B pkt.27 í løgtingslóg nr.75 frá 24.10.1974 og er meirvirðisgjaldsskrásettur sambært løgtingslóg nr.136 frá 08.09.1992.Undantikin ásetingini um bókhaldsskyldu og MVG-skráseting eru umsøkjarar um studning til føroysk húsdjór. Umsøkjarar skulu lata skrivstovu jarðarráðsins MVG-skrásetingarskjal fyri inniverandi ár og góðkendan roknskap fyri árið fyri. Umsóknarfreistirnar skulu haldast.Annars er mannagongdin viðv.teimum ymisku studningunum lýst niðanfyri. Umsóknir um studning skulu altíð vera skrivaðar á umsóknarbløð, sum fáast á skrivstovu jarðarráðsins tlf. 31 11 80. Á hesum umsóknarbløðunum eru prentaðar studningstreytirnar. Umsóknir, ið eru skrivaðar á eldri umsóknarbløð, sum ikki eru galdandi longur ella á ljóstak av umsóknarbløðum, verða ikki góðkendar. Upplýsingar um studningsupphæddir o.a. fáast við at ringja tlf. 31 11 80. FØROYA JARÐARRÁÐ Postrúm 50 · R. C. Effersøesgøta 4 · FO-110 Tórshavn · Tlf. 31 11 80 · Fax 31 11 85 · Teldupostur: fj@fj.fo Telefontíð mánadag-hósdagin 08.00-16.00 tó fríggjadag 08.00-15.00 Mjólk: Henda studning avgreiðir jarðarráðið sambært upp- gerð til mjólkarvirki,sum lutar studningin út eftir inn- vigaðu mjólkamongdini til virkið. Neytakjøt: Umsóknarfreistin er ein mánaða, frá tí at neytið er dripið. Tá allar umbidnar upplýsingar fyriliggja, verður studningurin avgreiddur so hvørt.Studningur verður latin til neytakjøt um neytið er eldri enn 15 mánaðir. Hægri studningur kann latast til útjaðara- økini og eru hesi: Fugloy, Svínoy, Kallsoy, Mykines, Gásadalur, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Seyðakjøt: Hesin studningur er afturbering av goldnum meir- virðisgjaldi fyri selt seyðakjøt.Umsóknin skal sendast jarðarráðnum samstundis, sum meirvirðisgjaldið verður goldið T & S fyri farna ársfjórðingin, soleiðis at hon er okkum í hendi 20. í sama mánaði. Sostatt er seinasta freist: okt.ársfj. 20. feb. jan.ársfj. 20. mai apr.ársfj. 20. aug. juli ársfj. 20. nov. Við umsóknini skal uppgerð og kvittan fylgja við. Studningurin verður avgreiddir so hvørt. Stráfóður: Søkjast skal skrivliga sambært lýsing í bløðunum. Stráfóðurstudningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. Súrhoysbrunnar: Søkjast kann alt árið. Umsókn skal sendast, tá ætlan fyriliggur, og áðrenn arbeiðið byrjar. Studningurin verður avgreiddur,tá brunnurn er liðugur,sýnaður og góðkendur. Velting: Ætlanirnar skulu fráboðast við eini umsókn áðrenn 1. mai. Fyri at fáa studning skulu ætlanirnar vera góðkendar og studningur játtaður, áðrenn arbeiðið byrjar. Verður arbeiðið ikki liðugt, er neyðugt at søkja aftur árið eftir. Veltistudningur verður avgreiddur einaferð árliga fyri alt landið í senn. Køstar: Søkjast kann alt árið tá ætlan fyriliggur. Studningurin verður avgreiddur so hvørt arbeiðið er liðugt og góð- kent. Føroysk húsdjór: Stuðul kann veitast eftir umsókn og tilmæli frá Al- mennum royndum og ráðgeving. Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Børkuvegur 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er: mánadag-hósdag frá kl. 9-16 fríggjadag frá kl. 9-12 Kliniskur tannteknikari Bergur á Reynatrøð C M Y K 37 36