Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-29, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2011síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 29. august 2011 38 Alt til telduna TelduTænasTan við sTaravegin í Havn Hevur spesialiserað seg í Teldum og øllum sum Hevur við Teldur og TelduTøkni aT gera TelduTænastan er ein gomul teldufyritøka, sum varð stovnað sum Teldu Team í 1987. Tað er Regin Andreasen, sum eigur og rekur fyritøkuna, ið seinni skifti navn til TelduTænastan. TelduTænastan hevur alla tíðina lagt seg eftir at veita góða professionella tænastu til sínar kundar. Fyritøkan hevur fólk við hollari útbúgving og certi- fisering, sum hava neyðugu góðkenningarnar til at eftirlíka tænastukrøvunum hjá kundunum. Tilsamans 8 fólk eru í starvi í fyritøkuni. Hóast TelduTænastan selur teldur av merkjunum ASUS, ACER, LENOVO, MSI, SAMSUNG og TOSHIBA verða nú øll sløg av teldum umvæld á verk- staðnum. TelduTænastan ger eisini nógv við at seta teldur saman, so tær hóska júst til tað, ið kundin ynskir. Tær stóru stationeru teldurnar eru í stóran mun spæliteldur. Í vøruskránni eru eisini tær vælumtóktu stationeru teldurnar LENOVO og ASUS sum eru vælegnaðar til skrivstovuna. TelduTænastan hevur egið verkstað og eisini eina vælvirkandi tænastu- og supportdeild. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar eftir at kundin t.d. hevur keypt eina teldu, fær hann ókeypis softwaretænastu á verkstaðnum. Fyritøkan er serkøn og før fyri at taka sær av øllum, ið hevur við teldur at gera, og tekur sær t.d. eisini av at seta upp internet, ella taka sær av aðrari tænastu í samband við teldur, ið kundin hevur brúk fyri. TelduTænastan selur printarar av sløgunum BROTHER, CANON, EPSON og SAMSUNG og hevur eitt av landsins størstu úrvalum av brúksvørum til printarar sum t.d. blekk, tónarar, pappír o.a.