Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mangan er ilt at síggja mun á pol­itikki og und­ir­haldi – ella sjón­leiki. Politikkur er ofta sjón­leikur – og mangan eisini glantr­i­leikur. Vit hava fyrr skriv­að um øll hesi fólk­ini, sum dáma so væl er vera frammi í miðl­ unum, og sum nú vilja upp í pol­itikk. Ser­liga Tjóð­veldi tyk­ist freista hesi fólk­ini. Men nú gav at bíta, tá tann størsta reali­ty­stjørn­an av øll­um, »bygda­mann­a­hat­ar­ in« Ingi Sørensen, er nýggja stjørnuskotið hjá Tjóð­veld­i­ num. – Vilja tit hava meg á list­an, so er tað mær ein æra, segði hann á upp­still­ ing­ar­fund­i­num hjá Suð­ur­ streym­oy­ar Tjóð­veld­is­fel­ ag, sum er und­ir leiðslu av tí mentamann­inum Carl Johan Jensen. Tað hevði verið ótrúliga á­huga­vert at frætt, hvørja stra­te­gi topp­ur­in í Tjóð­ veld­i­num hev­ ur við Inga Sørensen. Kanska at ce­men­ter­a støð­una hjá Tjóð­veld­i­num sum mið­stað­ a­r­flokk­ur? Kortini bendir okkurt á, at tað er vorð­ið ov trongt hjá undirhaldarum í Tjóð­veld­i­ num, onk­ur mátti rýma. Og tað er kanska lagnunnar speisemi, at júst Sjúrður Skaale nú er høv­uðs­v­alevni hjá Javn­að­ar­flokk­inum. Sum maðurin segði, »poli­ tikk­ur er ikki tað, hann hev­ ur verið«. Men vit kunnu siga sum Demokratia og Javn­støð­u­nevnd­in søgdu mikudagin – sjálvt um for­ kvinn­an og fyrr­ver­andi for­ mað­ur ikki sjálvi trúgva upp á tað: »Ábyrgdin hon er tykkara! Av­gerð­in hon er tykkara! At­kvøð­an hon er okkara!« Nú freistin nærkast at lata inn val­ evn­is­list­ar­nar til fólka­tings­val­ið, hava nakrir flokkar longu al­manna­ kunn­gjørt sín­ar listar. Enn er einki ó­vænt­að komið fram um upp­still­ ing­ina, sum kundi broytt pol­it­isku støð­una, so­leiðis sum vit hava kent hana sein­astu tíðina. Hjá teimum báðum flokkunum, sum hava sæti á fólka­tingi, tykist ikki at vera tann stóri spenn­ing­ur­ in. Høgni Hoydal er trygg­ur í odda­ sess­i­num í Tjó­ð­veld­i­num, með­an Ed­mund Jo­ensen helst fær ein inn­ an­hýs­is skarp­an gang frá løg­manni. Illa var, um løg­mað­ur ikki megn­ar at geva ein­um av sín­um und­ir­sátt­ um ein skarp­an gang – men tað skuldi bara kunna styrkt flokk­in. Skulu Fólka­flokk­ur­in og Javn­ að­a­r­flokk­ur­in g­era sær nakra vón um at end­ur­vinna ses­s­ir­nar frá fa­vo­ritt­u­num Tjóð­veldi og Sam­ bands­flokk­i­num, so skal okk­urt heilt ó­trad­i­ti­on­elt ger­ast. List­in, sum Javn­að­ar­flokk­ur­in kunn­gjørdi í morg­u­n er ikki øðr­vísi, enn vænt­ andi var – burt­ur­sæð frá trumfi­ num Sjúrði Skaale. Spurn­ing­ur­in verð­ur so, um hann megn­ar at gera tann vørr­in, sum skal til, fyri at Javn­að­ar­flokk­ur­in skal sleppa und­ an at tapa tað fjórða fólka­tings­val­ ið á rað. So illa hev­ur tað ong­an­tíð ging­ið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num áður – flokk­ur­in hev­ur ong­an­tíð síð­ani heim­a­stýr­is­lóg­ina tapt tvey fólk­a­ tings­val upp í slag. Í Dan­mark eru tey troytt av eini stjórn, tá hon hev­ur sitið í áleið 10 ár. So­leið­is var við Ank­er Jørg­en­ sen í sjeyt­i­ár­uønum, som­u­leið­is við Schlüt­her í átt­ati­ár­u­num og Nyrup nítiárunum – og nú við Lars Løkke Ras­mus­sen. Men soleiðis er upp­být­ið ikki í Før­oyum – Tjóð­veldi og Sam­bands­flokk­ur­in hava hild­ið hvørj­um øðr­um uppi nú í 13 ár. Í átta­ti­áru­num vóru tað Fólka­flokk­ ur­in og Javn­að­ar­flokk­ur­in, sum pola­r­i­s­er­aðu hvønn ann­an, men tað ber ikki til at síggja sama mynstr­ið, sum í Dan­mark. Nú valstríðið til fólkatingsvalið menn­ist, verð­ur ikki so nógv tos­að um løg­tings­val­ið. Tað er tó greitt, at val­ið verð­ur í heyst, og rødd­ir í pol­it­iska um­hvørvi­num vilja vera við, at løg­tings­val­ið verð­ur skriv­að út fyri fólka­tings­val­ið. Tað er Tjóð­ veldi, sum held­ur løg­manni í sess­i­ num. Hetta kann tera upp á grund­ ar­lag­ið hjá Tjóð­veld­i­num – sum kann vísa sína styrki við at skrykka teppið undan løg­manni fyri fólk­a­ tings­val­i­ð. Tá er pol­ar­i­ser­ing­in mill­ um Tjóð­veldi og Sam­bands­flokkin aft­ur har – og teir kunnu hvør í sí­n­ um lagi njóta gott av tí. Um Javnaðarflokkurin við Sjúrði Skaale megn­ar at draga úr vinstra borði hjá Tjóð­veld­i­num – með­an Poul Mich­el­sen samstundis dreg­ur úr høgra borði, so kann tað henda, at tað verð­ur Høgni Hoy­dal sum dreg­ur styttra strá­ið. Jú, alt ber til í pol­i­tikki. Tjóðveldi og Sambandi halda hvør øðrum uppi Sum nevnt í oddagreinini, so skulu Javnaðarflokkurin og Fólk­a­flokk­urin gera okk­urt rætt­i­liga ó­trad­i­ti­onelt fyri at hava nakr­an møguleika at vera við í kapp­ingini um teir báð­ar fólk­a­tings­ sessirnar. Vit hava gitt, at Jóannes Eid­es­gaard fór at teljast mill­um val­evn­ini hjá Javn­ að­ar­flokk­i­num, sum soleiðis kundi gjørt ein sterkan lista – kanska við færri val­evn­ um. Men listin, sum flokkurin kunn­gjørdi í morgun er ein bleytur, breiður og »for­ú­t­s­ig­i­lig­ur« listi. Ein­ asti trumfur­in er Sjúrð­ur Skaale. Staðfest verð­ur, at hann er høv­uðs­val­evni – og vit kunnu siga, at lagnan hjá Javn­að­a­r­flok­k­i­num verður løgd í hend­ur­ nar á Sjúrði Skaale. Jóannes Eid­es­ gaard hevur sagt við Sosialin, at hann var sinn­að­ur at still­a upp. Spurningurin er, um Javn­að­ar­flokk­u­rin sats­ ar rætt. Men nú verð­ur tað so upp til Sjúrð Skaale, um Javn­að­ar­flokk­ur­in end­ur­ vinn­ur fólk­a­tings­esss­in – ella um flokkurin skal sláa sítt egna met og tapa fjórða fólka­tings­valið upp í slag. Listin sæst á síðu 9 Ein bleytur javnaðarlisti Alt ber til í politikki – Vit hava ta skipan í Tjóð­ veld­is­flokk­i­num, at fólk­a­ tings­lim­ir­nir b­ert fáa út­gold­ ið fólk­a­tings­løn á­ljóð­andi før­oysku løg­tings­løn­ina, tvs. tvær løg­tings­lø­n­ir, sum tilsamans er 60.000 krón­ur. Soleiðis segði Høgni Hoy­ dal í 2004. Sambært honum fer rest­in í ein grunn í flokk­ i­num. Runt roknað eru so­leið­is farn­ar ein­ar 20.000 krón­ur um mán­að­in av fólk­a­tings­ løn­ini hjá Høgna Hoydal og hans­ara ­av­l­oys­ar­um hesi 10 ár­ini í grunn­in hjá flokk­ i­num. Hetta gev­ur góð­ar tvær mill­i­ón­ir í krónur. Realitystjørnur velja Tjóðveldi Hug­ leiðing um lív sum apukattur Edmund Joensen Hugleiðing á síðu 19 Haldið upp­at við ski­la­l­oys­i­ num Mortan Johannesen kjak á síðu 18 Tvær milliónir frá Høgna