Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. september 2011 · Nr. 101 4 Sosialurin Snorri Brend - Hetta fer hvørki at henda í dag ella í morgin. Men einaferð í framtíðini koma ætlandi fleiri myllur at standa her uppi við Gellingarklett, vísir hann á. Hóast hesa nýggju og spennandi ætlan er Sigert Patursson fult greiður um tað virksemið, sum hoyrir til ein slíkan bóndagarð: Seyðahald og mjólkaframleiðslu, fyrst og fremst. Men festarin í Hoyvíks­ haganum sær eisini aðrar og munandi størri møguleikar aftrat á hesum øki, nevniliga út­veg­an av orku umvegis vind­­myllur - í hesum føri orku, ið kann knýtast í verandi el-kervi. - Hetta økið við Gellingar­ klett er sera væl egnað til slíkar vindmyllur. Tað liggur rímiliga høgt, og er haraftrat bæði slætt og stórt. - Og so má ein heldur ikki gloyma, at tað eisini er vítt uttan um. So viðurskiftini til vind skuldu avgjørt verið til staðar, vísir ein spentur Sigert á. Tað sjáldsama við hesi ætlanini er, at teir hjá Røkt eisini hava víst áhuga fyri júst hesum økinum. Og nú er so umsíðir komið hartil, at tvey hugskot kunnu renna saman til eitt. Fleiri saman Sigert Patursson er neyvan einsamallur bóndi við góðum hugskotum at fáa framd í verki, saman við teimum hjá Røkt í Vestmanna. Møguleikin fyri eini slíkari verkætlan hevur heldur ikki verið til staðar, inntil fyri fáum árum síðani. Og líka síðani tá, hevur Sigert gingið og hugsað um, hvussu hann sjálvur kundi gerast partur av eini slíkari. Frammanundan hesum hevði hann kannað ymiskt í hesum sambandi, og hevði haraftrat útvegað sær atgongd til økið við Gellingar­ klett fyri fleiri árum síðani. - Eg dugdi sjálvandi væl at síggja, at ein einsmallur maður megnar als ikki at lyfta eini so stórari verkætlan. - Men tá eg so setti meg í samband við teir hjá Røkt, um at vit saman kundi lyft hesi verkætlanini, so var áhugin beinanvegin til staðar, sigur Hoyvíksbóndin. snorri@sosialurin.fo Hoyvíkshagin - eitt gott stað til vindmyllur VINDORKA - Tað var longu tá eg festi garðin fyri eini 11 árum síðani, at eg byrjaði at hugsa um, hvørjir framtíðarmøguleikar vóru her. Eg sá rættiliga skjótt, at her vóru møguleikar at framleiða vindorku her á staðnum, sigur Sigert Patursson, festari í Hoyvík. Nú fara hann og Johan í Niðristovu, stjóri í sp/f Røkt at seta vindmyllur upp ovarlaga í Hoyvíkshaganum 22. august varð sam­starvs­ avtalan gjørd millum Sigert Patursson í Hoyvík og Sp/f Røkt í Vestmanna um vind­orkuframleiðslu við Gellingar­klett í Hoyvíks­ haganum Norðari­partur. Endamálið við sam­ starvi­num, er at gagnnýta tilfeingið á festinum sum best. Sam­stundis kann ein økja um vindorku­fram­leiðsl­ una í Føroyum, og fremja orku­politik løgtingsins í verki. Fyrsta stig í hesum sam­ starvi er, at vind­mát­ingar verða gjørdar í Hoyvíks­ haganum. Ein mátimastur verður reist seinni í hesum mánaðinum. - Hesin vindmátarin kemur at standa her í eitt ár fram, soleiðis at vit kunnu síggja, hvussu regluligur vind­urin er og hvør fram­ leiðslumegi er á økinum, vísir Sigert Patursson á. 1. stig: Vindmátari Fyri nøkrum árum síðani kom fram ein ætlan um gera økið kring Stórutjørn til ein heilan bý, við øllum tí sum hartil hoyrdi. Henda verkætlanin er enn ikki sett í verk. Men um somu tíð vórðu kortini gjørd­ ar vindmátingar á økinum. Hesar vístu rættiliga greitt, at økið við Stórutjørn var eitt teirra við rættiliga nógvum vindi úr øllum ættum. Økið við Gellingarklett liggur í nánd av hesum, heldur ovari, men við somu veðurlagsligu fortreytum. - Ja, hetta økið liggur opið í allar ættir, og tí kann ein eisini vænta vind allastaðni frá, vísir Sigert Patursson á. Opið í allar ættir Her uppi við Gellingarklett norðara parti av Hoyvíkshaganum koma fleiri vindmyllur at standa í framtíðini mynd: kortal.fo GELLINGARKLETTUR Mánadagin í farnu viku skrivaðu teir báðir Johan í Niðristovu, stjóri í sp/f Røkt og Sigert Patursson, festari í Hoyvík undir samstarvssáttmála. Hesin sáttmáli varð - helst ikki óvæntað - undirskrivaður á sjálvum Gellingarkletti GOTT ØKI Ein kommuna við fýra valstøðum Klaksvík: Hósdagin í aðru viku verður fólkatingsval, sum føroyingar eisini skulu luttaka í. Millum tey støð­ ini, har val verður, er Klaksvíkar komm­ una, sum fevn­ir um fleiri bygdir. Til valið verður tí skip­að soleiðis fyri, at fólk sleppa at velja á ein­ um staði, so nær hjá sær sum gjørligt. Á valdegnum skulu soleiðis klaks­­ vík­ingar, fólk úr Ánunum og Norð­ oyri velja í KÍ-høll­ ini; árnfirð­ingar velja í bygdar­skúla­ num, meðan fólkini í Mikladali (myndin) og Trølla­nesi velja í skúla­num í Mikla­ dali og svínoy­ingar í bygdar­skúlanum. sb. Ein depil fyri tónleik Skálavík: Hetta kom­andi vikuskiftið verður nógvur tón­ leik­ur á skránni í Deplinum. Byrjað verður leyg­ardagin, tá Eben­ ezer­kórið hevur eina ókeypis kon­ sert klokkan 19:30, í sam­­band við eina venj­ingar­legu hjá kórinum. S u n n u d a g i n verður enn ein for­ vitnis­­lig konsert, tá eitt ferðalag við italskum fólkatón­ leikarum og dansar­ um fer at framføra í høllini á deplinum. Henda konsertin byrjar klokkan 15 og kosta atgongu­ merkini 50 krónur. Hetta er aðru ferð at bólkurin vitjar í Føroyum. Eins og fyrru ferðina í 2007, er vitjanin fingin í lag í sam­bandi við lands­dystir­nar í fót­bólti millum Føroyar og Italia. sb.