mánadagur 5. september 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er Tórbjørn Jacobsen,
sum saman við Høgna Hoydal
og Heina O. Heinesen, ið
varðar av »Fólkatingsgrunn
inum« hjá Tjóðveldinum. Tað
er grunnurin, har fólkatings
umboðið rindar tann partin
av fólkatingslønini, sum er
meira enn tvær løgtingslønir
í. Ein leyslig meting er, at um
tvær milliónir eru savnaðar
hesi 10 árini, flokkurin hevur
verið umboðaður í Fólkating
inum.
Tórbjørn Jacobsen er av
onkrari orsøk ikki fegin um,
at spurt verður eftir hesum
grunni. Kanska hann er illur
inn á Sosialin í løtuni – hann
plagar ofta at vera illur við
onkran. Men við Vágaport
alin sigur hann, at pengar
nir verða brúktir til at skriva
søguna um Tjóðveldisflokk
in.
»Um grunnin er at siga, at
vit fyri árum síðani gjørdu
sáttmála við Jákup Thor
steinsson, sála, um at skriva
søguna hjá tjóðskaparligu
loysingarrørsluni í Føroy
um.
Tíverri andaðist hesin
mæti søgufrøðingur alt ov
tíðliga, men handritið til
fyrra partin av hesi søgu ligg
ur at kalla klárt til prenting
ar, og hesum verður virkað
við í løtuni.
Tingingar eru við annan
søgufrøðing um at taka tátt
in upp eftir Jákup, soleiðis, at
hendan søgan fulltikin kann
vera skjalaføst hjá ókomnu
ættarliðum okkara. Grunn
urin varð júst stovnaður
fyri at lynna undir føroyskt
tjóðskaparstríð,« skrivar Tór
bjørn Jacobsen.
Tað er rættiliga áhug
avert, at valdu umboðini hjá
Tjóðveldinum klára at savna
so nógvar pengar til eitt fel
ags endamál. Høvdu fleiri
fólk, sum hava so nógvar
inntøkur, gjørt tað sama, so
stóð á mangan hátt frægari
til í samfelagnum.
Tað var alt annað enn álitisvekjandi
at hoyra Jørgen Niclasen í útvarpi
num leygardagin, har hann váttaði,
at hann einki visti um, at Uttanrík
isráðið hevði brúkt eina millión til
at keypa teldur og fartelefonir fyri
triðja jóladag í fjør.
Síðani Jørgen Niclasen gjørdist
uttanríkisráðharri, hevur Vágaport
alurin fylgt gjølla við Uttanríkis
ráðnum, og eftir rumblið um aðal
stjóran – og serliga eftir at Jørgen
Niclasen legði frá sær sum uttan
ríkisráðharri, hevur mangt og hvat
likið úr ráðnum tann vegin.
Tann síðsta avdúkingin úr hes
um tætta tilknýti er um hetta keyp
ið, sum Uttanríkisráðið hevur gjørt
í tøkum tíma fyri at brúka játtan
ina upp á eina millión, sum annars
hevði verið strikað.
Latið okkum sláa rimmarfast, at
tað er sera, sera áhugavert, at slíkt
kemur fram í fjølmiðlunum. Men
spell er tað, um slíkar søgur verða
plantaðar fyri tæna ávísum polit
iskum endamálum.
Tað sum kortini er so ræðandi
við hesum er, at Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður við ábyrgd av
hesi milliónini triðja jóladag í fjør
– trínur fram í útvarpinum og turk
ar alla ábyrgdina yvir á embætis
fólkini í Uttanríkisráðnum. Harvið
gevur hann fyrst og fremst Herlufi
Sigvaldson, aðalstjóra, og Gunnari
Toftegaard, deildarstjóra, sum hann
sjálvur kroysti í aðalstjórastarvið,
ábyrgdina. Men er tað ikki lands
stýrismaðurin, sum hevur ábyrgd
av slíkum?
Er tað veruliga so galið, at vit
hava landsstýrisfólk – við lands
stýrismannaábyrgd – sitandi, sum
ikki hava ánilsi fyri, hvat pengarnir
í ráðnum verða brúktir til? Kann
tað virkuliga bera til, at ein ordri
upp á eina millión fer úr einum að
alráð, uttan at landsstýrismaðurin
setir sína undirskrift á? Tá fyrr
verandi landsstýrismaðurin sigur,
at hann als onga ávirkan hevur á,
hvussu pengarnir í ráðnum verða
brúktir, so er okkurt spinnandi gal
ið í landsstýrinum.
Tann nátúrligi spurningurin er,
um ein slík hending ikki átti at ført
til, at landsstýrismaðurin fekk sekk
in. Ella hevur Kaj Leo Johannesen
púrasta mist tamarhaldið á øllum
– ella hava vit bara reint anarki í al
mennu umsitingini?
Tað eru okkara pengar, tit um
sita. Tað allar minsta, vit krevja, er
at vit hava ein løgmann og lands
stýrisfólk, sum eru sína uppgávu
vaksin og sum ikki lata tað upp í
hendurnar á tilvildarligum krakk
um í almennu umsitingini at brúka
milliónir til onga nyttu.
Søgan hjá Jørgeni Niclasen vísir
okkum, at øll landsstýrisfólk ikki
hava hetta álit.
Kann ráðið brúka eina mió
uttan um landsstýrismannin?
– Mín trupulleiki er, at eg
góðtaki ikki ein diktator
iskan leiðsluhátt, tí havi eg
gjørt av ikki at stilla upp til
fólkatingsvalið.
So bersøgin var Rúna
Sivertsen mikudagin, tá
hon gav ilt av sær um Kára
á Rógvi, formann Sjálvstýr
isfloksins, sum er beinleiðis
orsøkin til at hon – og aðr
ar kvinnur við – ikki vildu
stilla upp til fólkatingsval
ið.
Men nú eru tær eftir
øllum at døma hoknaðar í
knøunum.
– Eftir at hava vigað fyri
og ímóti, eri eg komin til, at
tað er umráðandi, at eg eri
við og geri mína ávirkan
galdandi í flokkinum.
Inn
anfloks fari eg at arbeiða
fyri at broyta leiðsluháttin,
soleiðis at veljarar floksins
aftur kunnu kennast við
Sjálvstýrisflokkin,
segði
Rúna Sivertsen tveir dagar
seinni.
Soleiðis boygdi hon seg
fyri diktaturinum.
Ella – sum maðurin
segði: Politikkur er at vilja
broytingøar.
Men at fremja broyting
ar – tað kann vera nakað
heilt annað...
Boygdu seg fyri
diktaturinum
Jørgen uttan ábrygd
Tað er bara ein heimasíða í
Føroyum, har tað beinleið
is er ólógligt at lýsa. Tað er
heimasíðan hjá Kringvarpi
num, sum hevur spart blað
lýsingarnar burtur.
Og Kringvarpið lýsir síni
leys størv á hesi heimasíðu...
Er hetta
lógligt?
Tjóðveldissøgu fyri
fólkatingsløn
Jan Müll
er nýggjur
stjóri í FOÍB
tíðindi á síðu 9
Edmund
velur løg
tingið frá
tíðini á síðu 6