mánadagur 5. september 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2011 · Nr. 102
12
Sosialurin
Nøvn
Í morgin, týsdagin 6. sep
tember, fyllir Karla Hansen
í Runavík 85 ár. Hon er ættað
úr Sørvági, dóttir Jóhannus
og Kristinu Joensen úti á
Lið. Systkin hennara eru
Louis Joensen (d. 08.04.75),
Gigga
Mouritsen,
Luffa
Mouritsen (d. 05.02.09), Poul
Arni Joensen, Kristoffur
Joensen (d. 27.02.07) og Lea
Hansen.
Karla giftist við Símuni
Hansen, sum var ættaður
av Toftum. Símun var við
til at seta Føroya Banka á
stovn í Saltangará, hann var
stjóri í Lynfrost, og so seldi
hann tunnur til sildaflotan
í 60'unum.
Saman fingu tey 6 børn:
Jóannes S. Hansen, Sannu
Højgaard, Andreas Hansen
(d. 31.12.58), Kristinu Háberg
(d. 06.09.84), Andriásu Sím
unardóttir og Káru Løkin.
Símun andaðist í 1968,
bert 45 ára gamal, tá ið
Karla var 42 ára gomul og
sat eftir við 5 børnum.
Karla er ein sera fittlig
og hugnalig kvinna at
koma á gott hjá. Hon eigur
altíð okkurt heimabakað,
og hon veit altíð okkurt
at fortelja. Hon fylgir væl
við øllum, sum fer fram í
samfelagnum.
Eisini er Karla sera ung
í sinninum. Tað merkist
ikki, at hon er ein kvinna,
ið gongur ímóti teimum 90.
Henni dámar væl, tá ið øll
familjan er samlað rundan
um hana. Hóast tað er
larmur og órógv, so heldur
hon bara, at tað er deiligt.
Eitt, sum eisini eyðkenn
ir Karlu er, at hóast hon er
einsamøll heima, so hevur
hon altíð eitt livandi ljós
tendrað, sum fjálgar um
hana.
Tey seinastu 25 árini
hevur Karla búð í Granna
túni, men fyri stuttum
flutti hon í nýggja íbúð úti
í Runavíkini.
Gerandisdagurin
hjá
Karlu fer við at passa tey
yngstu ommubørnini, sták
ast uttanfyri við ymiskt, og
so er hon dagliga í dagtil
haldinum Nón, sum hon
bara hevur gott at bera.
Karla bakar, og hon
hevur altíð okkurt á stokk
unum. Eisini hevur hon í
mong ár, saman við øðrum
kvinnum, verið sera trúføst
at pakka klæðir til børn
og vaksin í Rumenien.
Somuleiðis hevur Karla
altíð verið trúføst í samkom
uni í Berøa í Saltangará.
Føðingardagin
heldur
Karla týsdagin 6. september
frá klokkan 17 í hølunum
hjá eldrafelagnum Nón, har
øll eru vælkomin at heilsa
uppá hana.
EM
Karla Hansen
85 ár
Karla hugnar sær við einum drekkamunni
saman við langommubørnunum
Dreingirnir, sum vóru nøkur
ár eldri, vóru okkara fyri
myndir. Vit vildu gera sum
teir, siga sum teir, greiða okk
um sum teir og vága okkum
sum teir. Vit lærdu hvør av
øðrum at gera fortreð, arga,
spæla, vit lærdu at gera bátar
og havnir, lærdu at seta føll á
skallan og dunnuvel í nakkan,
og vit vágaðu okkum eins og
teir at klíva í homrum, renna
á neystatekjum, renna undan
óðum monnum og at gera
vápn til bardaga hvør móti
øðrum ella øðrum býlingum.
Ein dagin var eg tikin, hildin
upp
móti
húsavegginum,
meðan teir við felluknívinum
markaðu meg, skóru lítið skar
í oyra, sum bløddi. Var bæði
argur og errin, at teir løgdu í
at taka meg. Soleiðis vuksu
vit upp í einum leiki um, hvør
ið sterkastur var, og onkun
tíð vóru vit á markinum ella
uttan fyri lóg og rætt.
Gamlilærarin,
Andreas
Joensen,
svaraði
einari
mammu, sum var stúrin um
sín óargaliga son, at er hann
ikki drongur, tá ið hann er
drongur, verður hann heldur
ikki maður, tá ið hann skal
vera maður. Og Hjalmar við
Neyst, keypmaðurin, helt
fyri ein dagin, ein annar
var í øðini um teir óreinu
dreingirnar, at tað er ikki
smádrongur, sum ikki ger
fortreð. Ein dagin inni á
Bakka helt Thea fyri, at tað
var hvørt um annað, hvør var
verri at gera fortreð, Osmund
ella
Poul
Juul.
Osmund
var putturin hjá Poul Juul,
segði hon, og sipaði helst til
støddarmunin.
Poul
Juul
var fótin hægri, men neyvan
sveiggaði hann puttin, sum
honum lysti. Onkrar dagar
sá Petur lærarin reyðan klút
fyri sær í skúlastovuni, og
gjørdist óður. So var dagurin
bjargaður, men seinni mundu
teir og mangur annar drong
ur ásannað, at alt annað
hevði fylt upp har, stundir
skuldu havt verið til skúlan.
Ein
summardag
stóð
Osmund, sum var farin um
fermingaraldur, og kálkaði
húsagrundina. Helst hevði
pápin biðið hann; men hug
urin mundi vera lítil. Vit
yngru vóru leysir og fóru út
um Egg at gera blikkabilaveg.
Tá vaknaði aftur drongurin
í honum, hann stakk kálkku
stin aftur millum beinini og
sletti við honum sum einum
skitnum hala og og læt sum
frensur. Drongurin í honum
slepti ikki takinum, tí, sum
hann sjálvur segði í eini Rás2
sending, var hann í ringasta
kúllaaldri, tá ið hann 18 ára
gamal til stuttleika vann
teimum eldru umborð onkrar
neisir.
Ikki tí, hann og vit aðrir
gjørdu
eisini
okkurt
til
nyttu, fóru ørindi, sópaðu,
hoyggjaðu og og vóru á floti.
Og vit gingu í sunnudags
skúla, í kirkju og á møti,
og foreldrini bóðu okkum
skikka okkum væl, og høvdu
at okkum, frættu tey nakað.
Men mangur drongur kundi
ikki bara sær at forvitnast,
at arga og royna ytstu mørk.
So leingi, ið vit vóru dreingir,
varð hetta tolt, um so onkur
hevði at okkum, gav ilt av
sær og kanska tók onkran
í herðatoppin. Ein og hvør
maður og kona vistu, at um fá
ár stóðu eisini hesir dreingir
nir við vaðbeinið, snelluna,
línustampin, í fiskarúgvuni
og gjørdust menn, styrimenn,
skiparar. Onkur fór kanska
skúlavegin, og fáur ella eingin
fór niðurímillum. Soleiðis
var tað tá. Osmund gjørdist
maður, fiskimaður, skipari,
reiðari, stjóri, formaður - you
name it - og húsini á Garði
eru nú væl kálkað, prýðilig og
snøgg bæði uttan og innan.
Osmund var tíggjunda
og yngsta barnið hjá Lamb-
Elspu og Garða-Tummasi,
hjá Elisabeth og Tummas
Justinussen úti á Garði. Hon
hevði tænt í stórum bónda
húsi í Lamba, staðið í handl
unum hjá Heinesen í Havn
og hjá Leirvíks-Jóannesi á
Bakka. Hon smádroymdi um
fittan handil, meðan børnini
komu hvørt eftir annað. Tað
elsta var 18 og inniløgumaður
í húsinum, áðrenn Osmund
sá dagsins ljós. Pápin, stórur
og sterkur, var av heiðriks
stovufólkinum, tiltikið spar
ið og kravlítið, men eisini
av gløgga og hugdjarva úti
stovufólkinum. Hann læt
sær lynda at eiga í pottin. Tá
ið konan var farin á soppin
og lá á sjúkrahúsi í Klaksvík,
fór Eirik, tann elsti sonurin,
inn at vitja hana og spurdi,
hvussu til stóð: „Hygg,” segði
mamman, ”hann liggur har!“
”Hatta er einki at hyggja at,”
svaraði Eirik, ”bara ein meira
at føða!”
Ólíkir gjørdust brøðurnir,
sum vuksu upp undir hvør
sínum umstøðum, tað gjørdi
aldursmunurin og tíðirnar,
og ólík hava forløg teirra,
men útistovufólkið lýgur
seg ikki burtur hjá teimum.
Osmund fekk um endan á
vaðbeininum og sjálvdrátti
num, var burtur við trolara,
norðmonnum og donskum
skipum. Hann fiskaði laks
í Eystursjónum, starvaðist
vegna Fiskirannsóknarstov
una við royndarfiskiskapi
eftir laksi og svartkjafti
undir Føroyum. Hann royndi
alt og einki innan fiskivinnu,
troytti fjarlagdar leiðir hand
an Afriku og hugtók bygdar
fólkið við øllum sínum vírki á
sjógvi og landi. Var hetta ikki
Osmund úti á Garði?
So leingi prátið var um fisk,
um hann so var við Svaldbard
ella Afriku, bar til at práta
uppií. Men har komu alskyns
skip, umbygd ella nýggj og
stásilig. Fiskur i ókendum
nøgdum kom upp á land í
bygdini, virki og fólk vunnu
pening av hansara ávum, og
maðurin var talsmaður hjá
reiðarum og skipabólkum.
So kom kreppan, og hann lá
sum kúlan. Hvør reisti hann
aftur? Hvussu fekk hann
reist seg aftur? Túsund tals
spurningar mólu í klingur,
meðan aftur tók at nørast,
har Osmund var uppií. Skip
komu og fóru, handlar og
hotell komu upp í part, synir
nir komu uppí, og nýggjar
leiðir verða troyttar í frálanda
vinnuni við kostnaðarmiklum
risaskipum.
Milljónatølini,
tillagingin til tíðarkrøvini,
m.a. við virkis- og skipasølu,
er so langt burtur frá bygdar
dronginum úti á Garði, at ikki
ber til í fáum orðum at siga
frá hesi ótrúligu lívssøguni
tey síðstu hálvthundrað árini.
Sum abbi tók til um gamla
útróðrarmannin,
Sylverus
á Mýrini, tað skuldi verið
skrivað bók um hann. Í fimta
bindi í Leirvíkar søgu, verður
ið hvussu er tátturin tikin
uppaftur.
Eg nevndi ovari at hann
var um fermingaraldur. Tað
var kanska at arga. Osmund
er ikki fermdur. Hann vaks
upp í brøðrasamkomuni í
bygdini. Foreldrini taldust
millum tey fyrstu í sam
komuni. Osmund fekk hana
við móðurmjólkini, og hon
gjørdist og er ein aðaltáttur í
lívi hansara. Tað var honum
um at gera, at tað, sum kom
á prent í bygdarsøguni um
samkomuna, varð gjørt til
lítar í innihaldi og orðalagi.
Maðurin, onkur vildi hildið
ikki hevði tíð at venda sær,
eigur altíð onkursvegna tíð.
Osmund livir spentur út á
einum krosstræi, sum liggur.
Tað er ikki reist, tí hann er ikki
offur fyri fyri nøkrum sum
helst. Er sín egin, rúmsáttur
og tó inniliga trúgvur móti
síni lívsáskoðan og gudsótta.
Hetta er annað træið. Tvørtur
um hitt er spenni frá eini
ótrúligari vinnulívsøgu til
dreingjalótir, sum enn liva í
honum.
Skemtingarsamur
og láturmildur sigur hann frá
bygdarsøgum og hendingum,
hermir og stuttleikar sær. Á
barnaárum fekk hann eisini
í viðføri eina ørgrynni av
søgum og lívsroyndum hjá
farbrøðrunum
og
øðrum
monnum í grannalagnum.
Hann legði oyra at, og tað,
hann har hoyrdi, spælir óivað
enn vakrasta tónleikin í hon
um. Hjá teimum lærdi hann
millum annað, at tú skalt ikki
liggja sjóvarfallið av tær. Tú
skalt fara, meðan tíð er. Hann
sá fúnaðar bátar í gomlum
neystum, kíkar, línutrog og
søguna í øllum hesum, sum
nú fór við vestfallinum, varð
einki gjørt. Osmund skapti
Bátasavnið. Bygdarfólkið tók
undir við honum, og har er nú
ein dýrgripur varðveittur. Sam
an við øðrum fróðarmonnum
varð næsta stigið at fáa festa
á blað bygdarsøguna, sum nú
er komin væl áleiðis.
Gud og hvør maður hevur
uttan iva sína hugsan um
Osmund, sum nú fer um tey
sjeyti. Hann man eisini hugsa
sítt og undrast á, at lívið
lagaði seg so, sum tað hevur
gjørt. Vónandi fær hann
eisini mong og góð ár afturat
at undrast og starvast í, tí
hann kann ikki lata vera. Væl
veri honum fyri tað.
Osmund Justinussen 70