fríggjadagur 9. september 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
30 Sosialurin
Fríggjadagur 9. september 2011 - Nr. 104
At umboða Føroyar á ein greiðan, virðiligan og
sjálvstoðugan hátt
* Tað merkir itøkiligt, at vit ikki eru partur av hvorki eini
vinstra ella høgra stjórn, men stødugt gera vart við
føroysk áhugamál og eru virkin og ávirka tað arbeiði á
Fólkatingi, sum hevur beinleiðis tydning fyri Føroyar.
At tryggja fólkaræði i Føroyum og vera
fólkaræðisligur vaktarhundur
* Nógv mål á uttanríkis- figgjar- og tilfeingisøkinum, sum
beinleiðis vidvikja Føroyum, verða, sum er, vidgjørd og
avgjørd á Fólkatingi. Vit skulu tryggja, at hesar avgerðir
verða tiknar í okkara egna Løgtingi.
At virka í heiminum undir egnum samleika
* Hetta merkir, at vit virka fyri at fáa altjóða viðurkenning
og limaskap í felagsskapum, sum hava týdning fyri
okkum, td WTO.
At seta Norðuratlantshavið í miðdepilin
e Framhaldandi menna tydningarmikla samstarvið í
Norðuratlantsbólkinum. Vanligi danin veit minnið
um Føroyar enn hinir grannar okkara, norðmenn og
íslendingar. Danmark er eitt av elstu limalondunum í
ES og tískil tætt samansjóvað við Mið-Evropu, sjálvsagt
eisini í hugburði. Saman standa Føroyar og Grønland
Á Fólkatingi fer Tjóðveldi
munandi sterkari, tá tað snýr seg um at fáa rúmd og
ljóð í donsku stjórnini fyri serligu viðurskiftunum, ið eru
galdandi í norðuratlantshavi.
At skapa folkavøkstur i Føroyum
* ítekiliga snýr hetta arbeiði seg m.a. um at gera kanningar
og greiningar, sum lýsa ynskir, tørvir og trupulleikar
hjá útisetum. Hendan vitan er eitt týðandi amboð til
at broyta viðurskifti, ið kunnu gera tað smidligari hjá
útisetum at flyta heim. Við at kenna føroyska fólka
tilfeingið í Danmark, ber til at knýta fólk at Føroyum,
hóast tey búgva fast uttanlands. Eitt dømi er stóra talið
av føroyskum læknum í Danmark, sum við serligum
avtalum, kunnu koma regluliga til Foroya at starvast.
"Hóast vit eru eitt lítið land, skal tað ikki forða okkum í at
hugsa stórar tankar". Hesi vóru seinastu orðini í tíðargrein,
ið greiddi frá framsøknum ætlanum um íslendskan
uttanríkspolitikk. Hesi orð eiga vit at gera til okkara. Vit
mugu hava visjónir og ambisjónir á altjóða økinum, støddin
er ongin umbering fyri at goyma seg burtur í samstarvinum
millum heimsins lond. Heldur hinvegin, - støddin er ein orsøk
til at hava visjónir.
At styrkja sambandið við umheimin er altumráðandi fyri at
Føroyar skulu flyta seg framå, og henda staðfesting er óheft
av spurninginum um loysing / samband. Vit mugu víðka
sjónarringin og arbeiða miðvíst fyri at luttaka í teimum fora,
har okkara áhugamál kunnu fremjast. Og gjøgnum miðvísa
altjóða luttøku økja vit støðugt tilvitanina um at tað finst ein
verð uttanfyri Føroyar-Danmark symbiosuna. At tað ber til at
samstarva við onnur lond á alskins økjum, uttan at tað nýtist
at taka nakað frá góðum samstarvsavtalum, sum vit hava við
Danmark - so leingi tær geva meining fyri okkum.
Í hesum arbeiði er fólkatingssessurin ein týðandi pallur, har
ein tjóðveldisredd sjálvsagt eigur at vera umboðað og royna
at mykja danska hugburðin til at eisini at rekja føroysk
áhugamál. Við mínum ferningi og royndum, bjóði eg meg
fram at umboða ikki bara Tjóðveldi, men einar framtíðar
Føroyar, á Fólkatingi.
TJÓÐVELDI