Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Øll flogfeløg vilja hava ferðafólk umborð á flogfarið so skjótt sum gjørligt. Tíðin, sum flogfarið stendur á jørðini, kostar, og tí er hátturin, sum verður kallaður »Block«, nýttur. Tað er, tá tey, sum sita aftast í flogfarinum, fara fyrst umborð. Nú er astrofysikarin Jason Steffen komin fram til, at »Block-hátturin« als ikki er tann besti. Faktiskt er hann so vánaligur, at tað er frægari at koyra øll umborð samstundis (sum Atlantic Airways ger). Besti hátturin – um man skal trúgva Jason Steffen – er at fylla annaðhvørt vindeygapláss á einu síðuni og síðani annaðhvørt vindeygapláss á hinu síðuni, til øll vindeygaplássini eru fylt. Síðani ger man á sama hátt við miðplássini. Á hendan hátt verður tað ongantíð trongt í gongini, sigur Jason Steffen. Á hesum You-tube-filminum ber til at síggja hvussu verður gjørt: www.youtube.com/watch?v=o9-XjEI8VmA Boarding á rættan hátt surr 2 Seinastu vikurnar havi eg bókstaviliga havt eld í reyvuni. Okkara gamli SAAB bilur er nevnliga farin at halta, og eitt av teimum mongu brekunum seinastu tíðina er, at hitin í setrinum gekk fyri – ella rættari sagt fór frá – FOR frá... Fyrstu ferð tað hendi, flenti maðurin eftir mær og segði, at tað var heitt úti, og at eg gjørdi ov nóg av. Vit skiftu pláss, og eftir eina løtu við maksimalum rumpu­hita var hann ikki so errin. Rumpuhitin gjørdist dropin – nú var nokk við dýrum rokningum frá bilverkstaðnum. Maðurin fór á veiðiferð – fyrst út á internetið og síðani til bilhandlarnar. Volvo V70, Toyota Avensis, Toyota Verso, Hyundai I40 og fleiri aðrir vóru kannaðir, og eg var noydd at lata sum um, at eg var áhugað og siga okkurt klókt, so at hann og seljarin ikki løgdu merki til, hvussu tristir eg haldi, at bilhandlar eru. Á arbeiðsplássinum hitti eg blaðstjóran fyri einum av størstu bilbløðunum í Norður­ evropa – Auto, Motor & Sport. Hann greiddi frá, at eg eri ikki einsamøll. Av øllum teirra lesarum eru 95% mannfólk og bara 5% konufólk. Í Fraklandi hava tey gjørt royndir at gera eitt bilblað fyri konufólk, men tað var niðurlagt eftir stutta tíð. Synirnir spæla við bilar frá tí, at teir fáa eygu, og tá teir fingu dukkir at spæla við, søgdu tær »bruuummm«, og dukkuvognurin hevur langt síðani givið upp, tí hann konstant var brúktur sum raserabilur... Kanska er bilurin tann síðsti mannligi skansin? Ella fari eg skeiv? Er tað eitt heilt ættarlið av diddum harúti, sum leingjast eftir at gerast bilmekanikarar? Sjálv eri eg glað, at bilurin er keyptur – ein Toyota Verso – og at rumpan sleppur frá at blíva til grillað flesk, næstu ferð eg fari út at ralla! inna@sosialurin.fo Eld í reyvini Fagervik til Føroya Kendi norski sangarin Hans Inge Fagervik vitjar í næstu viku í Føroyum. Tað er Blái Krossur, sum hevur fingið vitjanina í lag. Hans Inge Fagervik er kendur fyri at halda konsertir á skúlum, har hann talar ímóti rúsdrekka og rúsevnum, og hann skal vitja á skúlum kring landið. Eisini hevur hann eina almenna konsert; hon verður í Løkshøll næsta fríggjakvøld. Nógv færri verða løgd undir fitiskurð Talið á teimum, sum hava fingið fitiskurðviðgerð í Danmark, er farið niður í helvt eftir einum ári. Tað skrivar Politiken. Orsøkin til hesa stóru minking verður søgd at verða, at danska stjórnin hevur avmarkað atgongdina til hesa skurðviðgerðir. Størri krøv verða sett til tey, sum skulu fáa eina alment goldna fitiskurðviðgerð, og tað hevur havt við sær, at nógv færri fólk fáa hesa viðgerð. Inna Törnroos Tað er vist! Alt ber til í politikki Oddagrein í Sosialinum Fólkaflokkurin til val í nýggjum hami Portal.fo Heiðra hvalin! Grindahvalurin eigur lívið í okkum. Tí skulu vit heiðra hvalin, ikki eta hann. Ingi Sørensen (Sosialurin) Hann fór sjálvur út Henrik Old vil í løgtingið Sosialurin Bert idiotar interviewa Breivik Journalistar, sum ætla sær at interviewa Anders Behring Breivik, eru idiotar. Tað heldur Per Edgar Kokkvold, sum er aðalskrivari í norska fjølmiðlafelagnum. Í løtuni kann Anders Behrin Breivik einki samband hava við umheimin, men advokaturin hjá honum sigur, at nógvir norskir og útlendskir miðlar hava biðið um at fáa samrøðu við drápsmannin, tá ið tað letur seg gera. – Tú mást verða idiot ella moralskt blindur fyri ikki at síggja, at tað fer at tyngja tey avvarðandi sera nógv, um Breivik verður interviewaður áðrenn rættarmálið ímóti honum. Í hesum føri mugu atlit til tey avvarðandi viga meira enn ábyrgdina at upplýsa, sigur Kokkvold við Journalisten.no Tey vasknu fara í dans Leygarkvøldið letur tiltikna dansistaðið Dallas í Havn uppaftur. Dallas var væl umtókt dansistað í áttatiárunum, og nú verður roynt at endurskapa staðið – í eitt kvøld. Leygarkvøldið fara nakrir av teimum, sum plagdu at venda plátum har, at gera comebach. Regin Johansen, Finn Jensen og Páll Arge fara at standa fyri tónleikaliga undirhaldinum. Dallas- tiltakið verður í dansistaðnum, sum nú verður kallað Deep. So er bara at vóna, at kvøldið spælir væl av, og at eingir skaðir verða, tá ið tey tilkomnu ger comeback á dansigólvinum.