Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tá vit í her á síðuni fríggj­a­ dag­in undr­að­ust á, at Ingunn Eides­gaard, for­kvinna í Dem­ o­kratia, ikki vildi gera sam­ røðu við Sjón­varp­ið, tí hon møgu­liga verð­ur upp­still­að til løgtingsvalið, so var tað tí, at vit veruliga undraðust á hesa grundgeving. Annika Sølvará, sum er í nevnd­ini í Dem­o­kratia, sigur við Sos­i­al­in, at nevndin í Dem­o­krat­ia hevur gjørt av, at um formaður ella for­kvinn­a í Dem­o­krat­ia still­ar upp til politiskt val, so skal við­kom­ andi ikki úttala seg alment vegna nevndina í tíðini upp und­ir valið. – Hetta er gjørt, fyri at vit ikki skuldu kunna verða løgd und­ir at geva einum ella fleiri val­evn­um fyrimun fram um hini politisku umboðini í nevnd­ini. At hetta skuldi kunna brúkast øvugt sum kri­tikk­ur fyri ikki at tora, høv­du vit ikki væntað, sig­ ur Annika Sølvará, sum tó harm­ast um, at tað ikki hev­ ur verið sagt nóg greitt frá Demokratia, hví Ingun ikki kundi úttala seg vegna Dem­ o­kratiu. Vit kunnu bara geva Ann­iku Sølvará rætt í tí, at boð­skapurin ikki er komin ser­liga greitt fram, hóast Dem­okratia vanliga hevur verið brúkt sum lopfjøl at sleppa í tingið. Og tá eingin valevnislisti er enn er liðugur, so er tað kanska í so restriktivt at boykotta Ingun Eidesgaard longu nú... Landsstevnan hjá Javn­að­ar­flokk­ inum sló kalt vatn í blóð­ið hjá teim­um, sum bóru ótta fyri, at ætl­ an­ir­nar hjá lands­stýr­is­mann­i­num í heils­u­mál­um um at leggja all­ar sjúkr­a­hús­leiðsl­ur­nar sam­an í eina fóru at verða framdar – og kanska sam­tykt­ar á tingi. Men Javnaðarflokkurin boðar nú við stór­um stavum frá, at málið ikki verð­ur lagt fram á ting í hesum val­skeiðinum. Tað varð annars boðað frá í ólav­ søk­u­røðu løg­mans, at leiðsl­ur­nar á sjúkr­a­hús­u­num skuldu leggj­ast sam­an. Hetta er eis­ini við­gjørt í lands­stýr­i­num, og sam­tykt á lands­ s­týr­is­fundi í apr­íl. Sam­bands­flokk­ ur­in hev­ur gjørt somu sam­tykt á lands­fundi í Skopun í vár, so tí er tað kanska ikki so løg­ið, um onk­ur freist­ast til at halda, at mál­ið er við­ gjørt inn­an­hýsis í samgonguni. Men so er ikki – í øll­um før­um ikki sam­bært Javnaðarflokkinum, sum í samtyktini leygardagin staðfestir, at sjúkr­a­húsverkið umfatar og skal um­fata øll trý sjúkr­a­húsini. Men fyri at kunna varð­veita og styrkja øll sjúkra­ hús­i­ni, heldur flokk­ur­in tað verða neyðugt at fremja nakrar bygn­að­ ar­lig­ar broytingar. Og hesar broytingar heldur flokk­ur­in eiga at verða »væl við­ gjørd­ar og kjøl­fest­ar í ál­it­is­full­um sam­starvi við leiðsl­ur, starvs­fólk og øll sum varða av hes­um týdn­ing­ar­ miklu stovnum«. Av tí at hetta tekur tíð, so sigur Javn­að­ar­flokk­urin nú, at málið verð­ur IKKI lagt fram á ting í hes­ um val­skeið­i­num. Hetta er so ein máti at sleppa und­an tí elju­stríði, sum flokk­ur­in skuldi í­gjøgn­um, um hann ver­u­liga ætl­aði at fáa hetta mál­ið framt. Tað sum tyk­ist løg­ið er, at at eitt slíkt kon­tro­ver­s­i­elt mál verð­ur bor­ið fram so stutt und­an tveim­um val­ um, tá flokk­ur­in veit, at hetta er at leggja eina gran­at und­ir flokkin, og at gera tað beint upp undir tvey val, tað er alt annað enn smart. Spurningurin er so bara, hví flokk­ur­in ar­beið­ir so­leið­is, ella um lands­stýr­is­fólk­ini hjá flokk­inum ikki tosa sam­an. Fyri veljaran er er slíkt ør­kyml­andi, Niður­støð­an má tí vera, at Aks­ el V. Jo­hann­e­sen – við stuðli frá lands­stevnu floks­ins – vann hetta stríð­ið við John Jo­hann­es­sen, sum varð sett­ur upp á pláss ella tikin av ræði. Javnaðarflokkurin hevur sett sítt trú­virð­ið í veð upp­á, at ætl­aðu broyt­ing­ar­nar við at leggja sjúkra­ hús­leiðsl­ur­nar sam­an ikki verða framd­a­r í hes­um val­skei­ð­i­num, og tað er eitt lyfti, sum hann ikki kann renna frá, og tí kunnu vit eis­ ini stað­festa, at hes­in part­ur­in av ólav­søk­u­røðu løgmans ikki verður framd­ur. Javnaðarflokkurin hevur lagt samanleggingina á ís Vinnudagurin 2011 undir heit­i­num Sterkt vinnulív – Sterkt samfelag bjóðar tríggj­ar spennandi fyri­lestr­ ar, sum á ymsan hátt liggja inn­an­fyri hetta evni. Tað skriv­ar Vinn­u­húsið í dag. At við­gera týdningin, sum leiðsl­an hevur á úrslitið hjá fyr­i­tøk­uni, hava vit fing­ið ír­an Dei­r­ic Mc­Cann frá  ráð­gev­ing­ar­fyr­i­tøkuni Profiles Int­er­nat­ional, sum hevur drúgv­ar roynd­ir inn­ an øki. Hann hevur síðan 1982 havt ymisk leiðandi størv, og hev­ur síðan 1998 verið ein av stjór­u­num í Profiles Int­er­nat­i­onal – fyrst í írsku deildini og síð­ ani al­tjóða. Um­framt hetta hevur hann eis­ini skrivað fleiri bøk­ur og greinar um leiðslu og markn­að­ar­før­ ing.  Heiti á hans­ara fyr­i­ lestri er The Char­is­mat­ic Leader – Rais­ing Pro­duc­t­i­ v­i­ty & Profitability. Lofotprodukt er eitt fisk­a­virki, sum eftir at vera far­ið á húsagang bert var aft­urla­t­ið eitt vikuskifti, áðr­enn tað opnaði aftur við nýggjum eigarum, og við Sigvald Rist sum stjóra. Framleiðslan á virk­i­num er siðbundin, men við at leggja dent á betri markn­ að­ar­før­ing og profilering av virki og vøru, fekst gongd á virki. Lo­fot­produkt er ein søga um eina væleydnaða verk­ætlan, sum eisini hevur fing­ið fleiri viðurkenningar í Noregi. Undir heitinum Ny suksess på gammel trad­i­sjon fer Sigvald Rist á Vinnudegnum at siga okk­ um hesa søgu. Føroyska Juanna Schrøt­ er Joensen er Ph.D. í bú­ skap­ar­frøði frá Århus Uni­ vers­i­tet í 2007 og starv­ast nú sum adjunktur á Hand­ els­hög­skol­an i Stockholm. Hon fer í sínum fyrilestri, Eitt sterkt vinnulív – týdn­ ing­ur­in fyri samfelagið, at hyggja eftir, hvønn týdning eitt sterkt vinnulív hevur fyri tað nútímans samfelag, vit hava.  Spennandi fyri­lestrar á Vinnudegnum Loysir seg at tosa saman Komandi vikuskiftið skipar Sláið Ring saman við Klaks­víkar Dansifelag fyri stevnuni Ung í dansi 2011. Stevnan er fyri ungfólk í aldri­num 13 - 17 ár. 

Í ár verð­ ur stevn­an hildin á Hús­um. Barn­a­dansur hevur verið fast­ur part­ur av barna- og un­g­dóms­lív­i­num ­á Hús­um í fleiri ár, og hevur bygd­in fostrað fleiri ung­ar kvøð­ ar­ar.
Stevnan byrjar fríggj­ a­kvøld­ið tá teir ungu lut­ tak­a­r­arnir sleppa at dansa sam­an við limum úr Klaks­ víkar Dansifelag og kals­ oy­i­ng­um, ið leggja leiðina fram­við. Leyg­ar­morgunin er dan­s­ur og læra á skránni. Evnið á stevnuni hesaferð er ”Hvussu læra vit okkum kvæð­ini?” Her fer Ólavur Syd­ er­bø at greiða frá, hvønn hátt hann brúkar fyri at minnast og læra seg kvæðini. Eftir hetta fara ungfólkini, við fyr­ i­lestr­i­num í huga, at læra seg kvæð­ið um kópakonuna. 
 Seinni kemur Rasmus Jo­ en­sen, formaður í Sláið Ring, at greiða frá hvønn týdning tað hevur at unga ættarliðið lut­tek­ur í dansi og lærir seg kvæð­ini. 
Leygardagin er útferð á skránni. Farið verður norður til Mikladals at hyggja at helluni, har kópa­kon­an á sinni dansaði og misti bjálvan, sum bóndin tók til sín.
Á Trøllanesi hevur Mikkj­al Joensen fingið lív aft­ur í gamalt jarnsmíð. Hetta sleppa luttakararnir at upp­liva. Ung dansa føroyskan dans á Húsum Seta valevni afturum Ísvirkið fór undir heilt Frits Johannesen kjak á síðu 33 Hvørjar kanningar Annika? Hákun djurhuus kjak á síðu 36