Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 10. februar 2004 31 30 Nr. 27 - 10. februar 2004 Formansbrævið Nevndarlimirnir í Fótbóltssambandinum hava snøgt sagt verið dundrandi ónøgdir um arbeiðsháttin hjá formanninum FSF-STRÍÐ Jákup Mørk Í fríggjadagsútgávu kom fram, at meirilutin í starvs- nevndini hjá FSF undan øllum rokinum um formans- valið hevði sent Dánjali Andreasen eitt bræv, har teir í smálutum hava viðgjørt ta ónøgd, sum hevur verið um nevndararbeiðið. Og nú brævið er vorðið meira ella minni alment, er tað ikki bara smávegis ónøgd – men heldur eitt for- tørnandi misnøgd - um arbeiðsgongdirnar í nevndini. Vit hava valt ikki at endurgeva skrivið í fullum líki, men millum annað framganga niðanfyristandandi viðurskifti av skrivinum: • Vit ivast stórliga í, um tú ert tann rætti persónurin at standa á odda fyri FSF. • Arbeiðslagið millum formannin og umsitingina er úti av lagið vánaligt. So vánaligt, at formaðurin setir sum krav, at aðalskrivarin verður skiftur út. Hetta er bert enn eitt dømi um, at tú ikki megnar at standa fyri leiðsluni í FSF. • Formaðurin er ein óliðiligur persónur, sum á ein óstórtligan hátt krevur sín vilja framdan í verki, og sum ofta umrøður ósemjur á lítið sømandi hátt. • Hetta viðførir, at nevndarfundirnir ikki gerast kon- struktivir, og kjakið steðgar ofta í smálutum, uttan at nevndin fær viðgjørt mál á einum hóskandi støði. • Formaðurin hevur ikki álit á umsitingini, og tí noyð- ist nevndin at brúka nógvu tíð til avgreiðslumál. • Nevndin saknar eina viðgerð av prinsipiellum mál- um. Um hvussu ungdóms-, útbúgvingar- og lands- liðsarbeiðið verður lagt til rættis, og hvussu heimliga kappingin verður skipað. • Nevndin fær onga kunning um mál í UEFA- og FIFA høpi, og hartil verður støðutakanin hjá FSF als ikki viðgjørd, tá mál skulu til altjóða atkvøðu- greiðslur. Nevndin endaði tá brævið, sum er sent formanninum, við at siga: » Vit eru sera harmir um at skula geva tær hesi skrivligu boð. Vit vóna, at vit sleppa undan at skula fara undir eina atkvøðugreiðslu í nevndini um henda spurning, og er tað okkara samlaða vón, at tú, eftir at hava lisið hetta skriv, tekur avgerð tína um at stilla upp sum formaður á komandi aðalfundi upp til nýggja viðgerð.« Brævið er undirskrivað av fýra nevndalimum hjá FSF. Christiani Andreasen, Karl Vidtfeldt, Rúna Heinesen og Niklas á Líðarenda. Tað eru nógv áhuga- mál, sum gera seg galdandi, nú niður- teljingin til FSF-aðal- fundin av álvara eru byrjað FSF-STRÍÐ Jákup Mørk Í flestu av fótbóltsfeløgun- um kring landið tykist í løtuni valda ein óvissa, har formennnir spyrjandi standa sum áskoðarar til tað spælið, sum hevur gingið fyri seg handan FSF-leik- tjøldini seinastu tíðina. Týsdagin trekti Rúni Heinesen seg frá sínari uppstilling til formanssess- in, og samstundis sum hetta onkursvegna markeraði eina semju í nevndini, so tykist hetta úteftir at geva ta fatan, at Dánjal Andreasen nú stendur sterkari, enn áður. Hetta hóast hann fekk eitt beinleiðis misálit frá fýra nevndarlimum, sum ikki søgdu seg vilja stuðla honum á aðalfundinum. At misálitið síðani er tikið aftur, vikar helst ikki við støðuna um, at mót- mælini høvdu sína greiðu orsøk. Var tað ikki so, so hevði neyvan verið neyðugt at varpa so nógv ljós á málið, sum tað varð gjørt, tá skrivið um formansvalið varð sent feløgunum og harvið almenninginum. Taktiskur brølari Av nógvum feløgum varð hetta skrivið tulkað soleið- is, at partur av nevndini ætlaði at fremja eitt bein- leiðis kvett móti formann- inum. »Kvettroynd« er sum so ikki eitt orð, sum smakk- ar serliga væl í munninum hjá teimum flestu, og tí tykist avleiðingin nógva staðni vera tann, at feløgini hava aftrað seg við at givið nakra sum helst tilsøgn um stuðul til Rúna Heinesen. Hervið verður ikki sagt, at nøgdsemið við formans- leiklutin hjá Dánjali Andreasen hevur verið so øgiliga stórt, men sum tað hevur ljóðað úr onkrum felag, »so kann tað væl verða, at Dánjal verður stemmaður út seinni, men tað verður so ikki eftir has- ari uppskriftini«. Tað kann eisini væl vera, at støðan úteftir í nógvar mátar hevur tikið seg út, soleiðis at talan var um eina kvettroynd, og tað tykist undir øllum umstøðum greitt, at talan var um ein taktiskan brølara av format, at boðini frá meirilutanum í nevndini komu somikið seint út. Tí sambært teimum upp- lýsingum, sum vit hava um málið, so hevur støðan hjá nevndini verið kend innan veggirnar hjá FSF í heilt langa tíð. Heilt afturi í februar mánaði skal eitt slag av kreppufundi vera hildin, tí partur av nevndini segði seg ikki kunna ar- beiða saman við Dánjali Andreasen. Ein orðing, sum varð endurtikin av Christiani Andreasen í fríggjadagsútgávu okkara. Semja var tá um, at nevndin ikki fór út í nakað alment stríð um valdið í FSF, men at formaðurin snøgt sagt ikki stillaði uppaftur, og soleðis gleið stillisliga úr nevndini. Óviðkomandi ávirkanir Friðurin vardi tó bert fram til 15. november, tá Dánjal Andreasen boðaði frá, at hann ætlaði sær at taka við afturvali. Síðani hetta hevur nevndin fleiri ferðir roynt at fingið formannin at taka sína uppstilling aftur, men hóast hetta, so hevur Dánjal Andreasen hildið fast um sítt. »Tað er aðalfundurin og ikki nevndin í FSF, sum ger av, hvør verður formað- ur« vóru orðini, tá formað- urin varð spurdur, hvørt talan ikki var um somikið stórt misálit, at hann átti at fari frá. Og líkt er til, at støðufesti hjá formanninum nú hevur givið úrslit fyri hansara viðkomandi. Tað er eingin loyna, at ein bólkur av sterkum monnum innan føroyskan fótbólt hesa sein- astu vikuna hava arbeitt dúgliga handan leiktjøldini í FSF, til tess at sannføra fólk um, hvønn veg teirra atkvøða skal fara. Líkt er til, at tað eisini í stóran mun eydnast at snara kjakið um aðalfundin burt- ur frá valinum millum Dánjal Andreasen og Rúna Heinesen. Málið er vent til bæði eitt stríð millum um- sitingina (les aðalskrivaran) og nevndina/feløgini og til eitt stríð millum Tórsvøll og Svangaskarð. Tveir lutir, ið sum so einki hava at gera við, hvør tað er, sum stend- ur á odda fyri føroyskum fótbólti, men sum kortini tykjast hava fingið avger- Ein partur av val- stríðnum handan leiktjøldini tykist snúgva seg um tær avtalur, sum FSF hevur um nýtslu av ávíkavist Svanga- skarði og Tórsvølli FSF-STRÍÐ Jákup Mørk Sum nevnt aðrastaðni á síð- unum, so hevur formans- stríðið í FSF í ávísan mun fingið eina snaring, soleiðis at talan er um eitt stríð mill- um Tórsvøll og Svanga- skarð. Eitt nú hevur tað verið frammi í Oyggjatíðindum, at fekk aðalskrivarin hjá FSF makt, sum hann hevði akt, so fór allur landsliðs- fótbóltur framyvir at verða savnaður á Svangaskarði. Kanska er hetta eisini fatanin, sum fleiri formenn kring landið hava fingið, og tað skerst ikki burtur, at fyri nógvar av hesum hevur hetta ljóðað sum herskin kostur. Tað er tó lítið hugsandi, at hendan málaða ræðu- myndin fyri Tórsvøll nakr- an tíð kann gerast veruleiki. Fótbóltssambandið hevur langt síðani boðað frá, at báðir leikvøllirnir skulu nýtast, og tá talan er um teir stóru dystirnar, er einki at ivast í, at hesir verða lagdir á Tórsvøll. Har er jú rúm fyri 2.000 áskoðarum fleiri enn inni á Svangaskarði, og tað man helst avgera málið í tí førinum. Hartil kemur so eisini, at FSF hevur spýtt hópin av milliónum í Tórsvallar- projektið. Bæði í sambandi við ger av vøllinum og ikki minst í samband við FSF- húsið, sum varð tikið í nýtslu í fjør. Tí er tað ein púrasta óhugsandi støða, at Fótbóltssambandið skal flyta allan landsliðsaktivitet til Toftir, og so bara lata risa-íløguna í Havn standa fyri einki. Fíggjarligur spurningur Tað er í hesum sambandi vert at taka við, at skal tosast um fíggjarliga partin av hesum máli, so er eingin sum helst munur á, hvar dystirnir verða leiktir. Í løtuni er eingin avtala við hvørki Svangaskarð ella Tórsvøll um nýtslu av vøll- unum, men sambært gomlu avtaluni, so fingu báðir leikvøllirnir eitt eins stór nýtslugjald, og so mátti FSF annars gera av, hvar teir hildu dystirnir skuldu leikast. Tá hetta hevur verið galdandi prinsippið seinnu árini, so tykist tað illa hugsandi, at ein avtala nú skal gerast, har annar part- urin fær fyrimun fram um hin. Men sum skilst, so var tó júst hetta eitt av stríðs- málunum, tá ein roynd í heyst varð gjørd at endur- nýggja sáttmálarnar, sum tá runnu út. Tað eydnaðist tá ikki at fáa í lag nýggjan sáttmála um nýtslurættin hjá FSF til vallirnar. Ikki minst tí ein meiriluti av nevndini var ímóti eini broyttari avtalu við Tórs- vøll, og tá kann kanska hugsast, at hetta er eitt av áhugamálunum, sum gera seg galdandi í valdystinum. Tað er einki at ivast í, at fíggjarliga byrðan hjá Tórs- vølli er væl størri, enn hon er tað á Svangaskarði. Tí er tørvurin á inntøkum hjá vøllinum í Havn eisini væl størri enn á Svangaskarði, og fáast hesar inntøkur ikki til vega, kann tað væl gerast tungt at fáa endarnar at røkka saman. Tórsvøllur í buktini Eingin ivi tykist vera um, at Tórsvallar-grunnurin hevur síni sterku áhugamál í formansvalinum í FSF andi ávirkan á støðutakan- ina hjá ymsu feløgunum. Og sum skilst, so eru tað tó fleiri, sum hava latið seg ávirkað av hesum. Vantandi innlit At síggja til av síðulinjuni, so bendir nógv á, at í fleiri av feløgunum er innlitið í nevndararbeiðið hjá FSF rættiliga avmarkað. Og tí hava persónarnir við bein- leiðis áhugamálum í for- mansvalinum kanska eisini havt hampuliga lætt við at sannføra fólk um, hvør støða skal takast á aðal- fundinum. At hetta er so, kemst kanska einamest av, at í flestu feløgunum munnu fólk hava nóg mikið at takast við innanhýsis, til tess at fáa felagið at koyra, og at orkan til at leggja seg út í yvirskipaðu viðurskift- ini í føroyskum fótbólti tí er ógvuliga avmarkað. At innlitið í arbeiðið ikki er serliga gott, er sum so einki nýtt, og hetta var millum annað eitt av høvuðsmálunum hjá Dánj- ali Andreasen, tá hesin fyri tveimm árum síðani setti seg í formanssessin. Men sum skilst, so hevur tað tó verið ógvuliga av- markað, hvussu tað hevur hepnast at fáa hetta framt í verki. Sum vit hava skilt tað, so sigur meginparturin av feløgunum seg als ikki hava fingið vitjan av FSF- formanninum hesi árini. Nakað sum á ongan hátt hevur viðvirka til at fremja ætlanirnar um, at Fótbólts- sambandið í nógv størri mun skal fatast sum sam- starvsfelagi heldur enn mótpartur hjá feløgunum. Spælið er handan leiktjøldini Tað tykist púrasta vist, at partur av nevndini hjá FSF longu hevur eitið nakrar stórar kamelar. Spurningurin er so bara, um tað er nóg mikið til at tryggja fótafestið nevndararbeiðinum framyvir