Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2011 · Nr. 105 36 Sosialurin Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum vísur til Innlendsmálaráðið. Dátueftirlitið er skipað við skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum á økinum og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipiellum málum og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 3 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum. Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi Uppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um málsviðgerð, ráðgeving, ummæli av lóggávu, eftirlits arbeiðið, fyrireiking av málum at leggja fyri Dáturáðið og luttøku í norðurlendskum samstarvi á økinum. Nógv samskifti er við almennar myndugleikar, privatar fyritøkur og borgarar, og ein partur av starvinum fevnir um at arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanum í samband við tiltøk o.a. sum Dátueftirlitið skipar fyri. Talan er um fakliga mennandi og fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur er við til at skapa og har góðir møguleikar eru fyri eftirútbúgving. Faklig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv. Lesandi, sum vænta at verða liðug í næstum, kunnu eisini søkja. Persónlig førleikakrøv og royndir Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst, hevur góð samstarvsevni, teldukunnleika og dugir væl at orða teg á føroyskum máli. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. september 2011 og sendast til: Dátueftirlitið Postboks 300 FO-110 Tórshavn Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ingunn Eiriksdóttir, stjóra, tlf. 309102. Starvið verður sett sambært avtalu. ANNIJANNI 321100 Kjak Greinin er m.a. endurgivin í tíðindasendingum hjá Kring­­varpinum, uttan at út­varps­fólkini ómakaðu sær at spyrja hana, hvørjar kann­ingar, hon sipaði til. Heldur ikki legði útvarpið í at biðja okkum um viðmerk­ ing­ar til uppá­hald hennara, sum sostatt slapp at standa einsamalt. Tískil loyvi eg mær at seta Anniku Olsen spurningin, sum útvarpsfólkini sjálv­ andi áttu at havt sett henni: Hvørjar eru hesar kanning­ ar­nar, sum tú sipar til, Annika? Vind- og sjóvarfallsorka Í Føroyum eru í løtuni 5 pro­ sent av vindorku á elneti­ num. Hetta er júst sama tal sum í ES. Í Danmark er framleiðslan av vindorku 20 pst. av saml­ aðu donsku elnýtsluni, men harav verður fittur part­ur seldur til onnur skandi­nav­ isk og evropeisk lond, við tað at hesi lond eru knýtt í eitt felags net. Restin av elnýtsluni í Danmark verður í høvuðs­ heitum nøktað við fossilum orkukeldum, sum t.d. kola­ verkum, umframt vatn- og kjarnorku, ið verður innflutt úr grannalondunum fyri norðan, eystan og sunnan. Orsøkin til, at streymur ikki verður framleiddur úr streymi (sjóvarfalli), sum eisini Bergur Jacob­sen eftir­ lýsir í grein á Vága­portali­ num, er, at burðardygg tøkni til slíka framleiðslu ikki verður tøk fyrrenn í fyrsta lagi um 5-10 ár. Til samanberingar kann nevn­ast, at tað hevur tikið eini 30 ár at menna vind­ myllu­tøknina til tað, vit síggja í dag. Tí ger hetta ikki forvitni okkara minni at fáa at vita frá Anniku Olsen, hvaðani hon hevur sínar upplýsingar um, at vit skulu klára okkum við vind- og sjóvarfallsorku. Kann annars upplýsa í hesum sambandi, at Nátt­úru­ vísindadeildin á Fróð­skap­ arsetrinum, m.a. við stuðuli frá SEV, seinastu tvey árini hevur fingið staðfest, hvar í landi­num møguleikar eru fyri at fáa elorku burtur­úr sjóvarfalli. Hetta meta vit sum eitt skilagott og neyðugt fyrsta stig í útbyggingini av sjóvarfallsorku. Veðurlagspolitikkurin Sum Annika Olsen vísir á, sigur veðurlagspolitikkur okkara m.a., at í 2020 skulu 75 % av elorkuframleiðsluni í Føroyum stava frá varandi orkukeldum. Sum er liggur hesin parturin um 40 %. Fyritreytin fyri at røkka hesum málinum innan 2020 er, at vit gagnnýta vatn – og vindorkuna. Vit hava snøgt sagt onki annað val! Stóð tað til okkum, vóru tríggjar vindmyllur longu bílagd­ar aftrat til Neshaga, men sum eg gjørdi vart við í aðr­ari grein herfyri, hava vit ikki enn fingið fram­leiðslu­ loyvi frá Elveitingareftirliti num. Útbyggingin av vatnork­ uni frá Norðskála suður til Veðranes, verður liðug um eitt gott ár ella so, og fer at økja tilgongdina av vatni til Eiðisverkið við 16-17 GWh. Fáa vit loyvi at fremja Eiði 2 ætlanina fult út, soleiðis sum friðingarmyndugleikarnir í síni tíð góvu loyvi til, tvs. fara suður til Gjógvará, fáa vit 4 GWh aftrat – og hetta seinasta fyri ein sera lágan útbyggingarkostnað. Vinningurin av hesum hevði verið – umframt meiri grøna orku - minni oljuinn­ flutn­ingur, minni oljuút­reiðsl­ ur og minni CO2-útlát. Alt fult í tráð við veðurlags­politikkin og sam­stundis tekin um, at SEV tekur sín part av upp­ gávuni at røkka málunum í veðurlags­politikkinum í fullum álvara. Tí harmar tað meg og okkum, tá fyrrverandi lands­ stýriskvinnan í veðurlags- og orkumálum leggur ódoku­ menterað uppáhald fyri dagin. Hákun Djurhuus stjóri í SEV Hvørjar kanningar sipar tú til, Annika? Fyrrverandi landsstýris­kvinn­an í veðurlags- og orku­málum, Annika Olsen, heldur í grein um dagarnar upp á, at “kanningar nú hava víst, at eitt nú vindorka og sjóvar­fallsorka eru búskaparliga skilabetri orkukeldur at troyta, heldur enn vatnorku­út­byggingar”