mánadagur 12. september 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 37 l 12. september 2011
2
okkara síða
VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt
mánakvøld. Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu
vera marknaðardeildini í hendi í seinasta lagi mikudagin
vikuna undan. Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00.
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
Grafisk framleiðsla: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útbering: Posta
Miðlahúsið
Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo
Eyðun Samuelsen
Lýsingarráðgevi
es@sos.fo
tel. 212577
Birgir W. Høgnesen
Lýsingarráðgevi
birgir@sos.fo
tel. 284444
James Olsen
Lýsingarráðgevi
james@sos.fo
tel. 252090
Jonna Gaardbo
Lýsingaravgreiðsla
jonna@sos.fo
tel. 341826
Sushi er rímiliga nýtt í Føroyum. Fyri
góðum tveimum árum síðani lat
fyrsta – og framvegis einasta – sushi
matstovan upp í Føroyum. Rákið við
japanska matinum hevur vunnið fram
um meginpartin av heiminum, og før
oyingar hava eisini tikið sushi og aðrar
rættir til sín.
Nú ber eisini til at fáa sær sushi, tá
ið tú fert á flog við Atlantsflogi.
Etika og Atlantsflog hava gjørt
avtalu um, at sushi nú skal verða at
fáa í tollfría handlinum á flogvølli
num. Ein kølidiskur er settur upp í
handlinum í fráferðingarhøllini, og so
er lag á manni at taka sær ein bakka
av sushi við umborð á flogfarið. Bakk
in er eisini í passaligari stødd til at eta
umborð á flúgvaranum.
- Vit koma framhaldandi at bjóða
fólki ókeypis ábit umborð á flogfari
num, men nú hava vit so eitt eyka
tilboð til tey, sum kundu hugsa sær
sushi, tá ið tey flúgva til Danmarkar,
sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og
marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi.
Menna tænastur
Fyrstu sushi bakkarnir komu á flog
vøllin í farnu viku, og fyrstu dagarnar
var útselt.
- Hetta er ein royndarskipan fram
til 1. januar, og so taka vit støðu til,
hvussu tað verður eftir tað. Men sushi
hevur í øllum førum fingið sera góða
móttøku fyrstu dagarnar, sigur Jákup
Sverri Kass.
- Vit eru sera spent at vita, hvussu
undirtøkan fyri hesum er, og vit royna
støðugt at menna tænasturnar til
okkara ferðafólk. Vit arbeiða eisini
við okkara umborð-konsepti í løtuni,
sigur hann.
62N letur matin, sum annars fæst
umborð á flogfarinum, og tá ið At
lantic Airways ger leigutúrur, kunnu
tey, sum leiga flogfarið, velja at fáa
mat serveraðan umborð, og tá er tað
vanliga Hotel Føroyar, sum letur mat
in.
Sushi á flogi
- Vit koma framhaldandi at bjóða fólki ókeypis ábit
umborð á flogfarinum, men nú hava vit so eitt eyka tilboð
til tey, sum kundu hugsa sær sushi, sigur Jákup Sverri
Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi
Ikki ráð
at senda
landsdystir
– Vit hava heilt einfalt
ikki ráð at brúka so
nógvar pengar at vísa
landsliðið, sigur Annika
ittún Jacobsen, stjóri í
Kringvarpinum. Sjónvarpið
vísti ikki landsdystin í
Serbia týskvøldið
Borgarstjóri
og sýslumaður
í stríði
Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri, og
Jaspur Vang, sýslumaður
í Suðuroy eru í hørðum
stríði um jørð. Stríðið er
so hart, at Hægstirættur
skal siga, hvar markið
skal verða. Politistar úr
Danmark fáa uppgávuna
at kanna, hvør beindi fyri
marknamerkjunum, tí
alt politiið í Føryum er
ógegnugt.
80.000 krónur
í vikuløn
John Johannessen,
landsstýrismaður við
ábyrgd av sjúkrahúnunum
heldur tað vera heilt
órímuligt, at læknar, sum
verða útsendir til Suðuroyar
Sjúkrahús skulu kunna
fáa 80.000 krónur í løn
fyri eina viku. Tað er ein
av orsøkunum til, at hann
ætlar at leggja sjúkrahúsini
undir eina leiðslu. Men
formaður í læknafelagnum
er ikki samdur, og hann
heldur ikki, at lønin er ov
høg fyri uppgávuna.
Næmingaheim
av knóranum
Næmingaheimið, sum varð
bygd undir Brúnni í Havn
í áttatiárunum, er illa farið
av misrøkt. Eingin býr har
longur, og nú fer ognin á
tvingsilssølu.
Vikan
ið fór
Nú kanst tú keypa tær
sushi við umborð á
flogfarið. Á myndini
síggjast Johannes
Jensen, stjóri á Etika, og
Jákup Sverri Kass, sølu-
og marknaðarleiðari hjá
Atlantsflogi
Mynd: Álvur Haraldsen