mánadagur 12. september 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 37 l 12. september 2011
6
Hesaferð verður kappast í seks
lokaløkjum
Vælumtókta
”Firmakappingin”
hjá Rás2, sum er ein spurnarkapping
millum fyritøkur/stovnar verður aftur
á skránni í ár. Talan verður um fjórða
kappingarárið. Hini trý árini hava ávik
avist 47, 63 og 91 fyritøkur/arbeiðs
pláss tikið lut í firmakappingini hjá
Ràs2. Eins og í fjør, so verða tríggjar
ella fýra kappingar á skránni á Rás2
hvørja viku, har tann spenti lurtarin
kann sita og gita við.
Seks lokaløki
Ein lítil broyting er í mun til seinasta
kappingarár.
Farna
kappingarár
kappaðust
fyritøkurnar
í
fimm
lokaløkjum, hesaferð verður kappast
í seks lokaløkjum. Lokaløkini hesaferð
verða: Suðurøkið (Suðuroy og Sandoy),
Vágar, Norðurstreymoy, Eysturoy,
Norðoyggjar og Høvuðsstaðarøkið
(Argir, Hoyvík og Tórshavn). Teir seks
lokalu vinnararnir fáa eitt steyp í part,
sum áminning um tann lokala sigurin
og koma í meistaraliðskappingina.
Liðini fáa sjey spurningar í part, gjarna
verður talan um fýra lisnar spurningar,
og tríggjar ljóðspurningar úr savninum
hjá Rás2. Eins og tey undanfarnu árini
fáa fyritøkurnar trý stig, um tey svara
rætt áðrenn 15 sekund eru farin,
tvey stig, um tey svara rætt áðrenn
25 sekund eru farin, og eitt stig, um
tey svara rætt áðrenn 35 sekund eru
farin. Fara 35 sekund fáa fyritøkurnar
einki stig.
Reyni Service vann seinast
Reyni
Service
í
Klaksvík
vann
seinastu kappingina, aftaná eina sera
spennandi finalu ímóti Vaðhorn á
Strondum. P/F Poul Hansen heilsøla
vann kappingina í 2009/2010, aftaná
finalusigur á einari aðrari heilsølu,
nevnliga Itmport.fo. Tryggingarfelagið
Føroyar vann ta fyrstu kappingina,
sum var í 2008/2009, aftaná
finalusigur
á
Gráa
Pakkhúsi
í
Havn. Ì fjør upplivdi ein – serliga í
høvuðsstaðarøkinum – at fyritøkur,
sum kappast innan somu vinnugreinar
kappaðust í firmakappingini hjá
Rás2, og gav tað veruliga ein eyka
spenning til hesar kappingarnar.
Eins og í fjør verða tað James Olsen,
Eyðfinn Drewsen og Heri Simonsen,
sum verða vertir, tá firmakappingin
verður á skránni. Ætlandi verður
firmakappingin á skránni mánadagar,
týsdagar og fríggjadagar klokkan
11.15.
Rímiligt luttøkugjald
Talan
er
um
eitt
rímiligt
luttøkugjald
hjá
fyritøkunum/
stovnunum, sum melda seg til
firmakappingina. Talan verður um
500 krónur +MVG. Hava fyritøkur/
stovnar ynski at møta einari aðrari
fyritøku ella stovni, sum tey kappast
við, ella relatera til, so kunnu hesar
fyritøkurnar/stovnarnir viðmerkja, at
tey ynska at møta júst tí fyritøkuni/
stovninum í tí innleiðandi kappingini,
so talan kann verða um eina fakliga
lokaluppgerð frá fyrsta bríksli av.
Tilmeldingar til firmakappingina fara
fram á herarnsim@gmail.com.
ársins
dans
Send svarið til 1910
Hvønn dag er nýtt lutakast millum røttu svørini. Hvørt sms kostar 5,- kr. umframt vanligan takst
Atgongumerki fáast
eisini á ebilett.fo
og Hotel Hafnia
upphiting við
Úr hvørjum landið eru Smokie frá?
høllin á hálsi
1. oktober 2011
vinn
1 atgongumerki til
fram til
30. september
smokie 1 um teir eru Úr Onglandi
smokie 2 um teir eru Úr danmark
hvønn
dag
dyrnar lata upp
kl. 23.30
tiltakið endar
kl. 04.00
sms
send
boð
Sosialurin 341800
Firmakappingin hjá
Rás2 byrjar 3. oktober
Tilmeldingar til
firmakappingina
fara fram á
herarnsim@
gmail.com