Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 50

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 8 stjórin Leo Poulsen Hon hevur førleikarnar í lagi. Bergljót Debes Hentze, sum frá 1. oktober skal stjórna H. N. Jacobsens Bókahandli – ella millum manna Gamla Bókhandli – er útbúgvin bóka­ vørður, og hevur eisini í trý ár starvast á Lands­bókasavninum. Hon er tó mest kend frá sjón­ varpinum, har hon fekk starv sum eitt av fyrstu starvsfólkunum í nýstovnaða Sjónvarpi Føroya 1. august 1984. – Í byrjanini var alt ikki so uppdeilt, og hjá teimum flestu var tað so, at øll gjørdu alt. Upprunaliga skuldi eg taka mær av savninum hjá sjónvarpinum, men við tíðini kom eg at arbeiða nógv við mentanarsendingum, sigur Bergljót D. Hentze. Tað var so skjótt, at Bergljót gjørdi mentanarsendingar burtur av, meðan onnur tóku sær av savninum. – Vit byrjaðu við »Mál og Mentan«, sum Finnbogi Ísakson tók stig til. Seinni tók eg yvir hesa sendingina, sum síðani gjørdist til »Gluggin«, sigur Bergljót D. Hentze. Eftir 27 ár í sjónvarpinum veittrar hon nú farvæl og sigur góðan dagin til eitt nýtt stjórastarv í einum søguligum og traditiónsríkum handli. – Tað er jú í grundini mín útbúgving, og hóast eg havi arbeitt í sjónvarpinum, so havi eg alla tíðina lisið og havt áhuga fyri bókum, og havi fylgt við, hvat rørir seg á marknaðinum, sigur Bergljót D. Hentze. Søguligt umhvørvi Hon kann tó ikki peika á nakran yndis rithøvund. – Eg havi lisið rættiliga nógv og fjølbroytt. Í 80’unum og 90’unum vóru tað kvinnuligu rithøvundarnir, ið tá komu fram, sum vóru tað heilt stóra; seinni gjørdist tað krimi-genran, men har havi eg ein »lesisteðg« í løtuni. Annars koma nýggir rithøvundar fram alla tíðina, og eg royni at fylgja við á tí økinum, sigur Bergljót Hentze. Seinastu árini hevur hon lagt seg eftir at lesa endurminningar og skaldsøgur. – Tá eg sá lýsingina, hugsaði eg, at hetta var júst nakað fyri meg at koma aftur í bøkurnar, ikki minst tí eg kenni, at eg fylgi væl við. Eg havi eisini lisið nógv av tí, sum bókhandlarnir hava liggjandi, slíkt, sum verður lisið nógv av øðrum eisini, sigur Bergljót D. Hentze. At tað so er elsti og traditiónsríkasti bókhandilin í býnum økti sjálvandi bara um áhugan. – Alt umhvørvið niðri í Gamla Bókhandli hevur sera stóran týdning. Tað er ikki bara onkur bókhandil, tað snýr seg um, men júst søguligi Gamli Bókhandil, sigur Bergljót D. Hentze. Hon sigur, at øll, hon tosar við, hava á munni, hvussu fantastiskt hús­ ið er, og hvussu tey elska bæði húsið og umhvørvið. – Tað er jú ikki bara sjálvt húsið, har hoyrir jú eisini ein stórur urtagarður til. Tíverri sæst alt ov lítið til hann, tí hóast hann er almennur vendir portrið soleiðis, at fólk fáa ta fatan, at ikki ber til at fara inn har, sigur Bergljót D. Hentze. Fleiri fólk inn Nýggi stjórin hevur gjørt sær sínar tankar um starvið, hon nú fer at taka við. – Eg kundi hugsað mær at verið ein nokkso sjónligur stjóri. Bæði við at vera millum fólkini og at fáa fleiri fólk inn á gólvið, eitt nú við at skipa fyri bókakafé, sigur Bergljót D. Hentze. Sum flestu vita, heldur Kunningar­ stovan til undir somu lon, og tað heldur nýggi stjórin bert er ein fyri­ munur. – Eitt slíkt samstarv við kunn­ ingar­stovuna hevur stóran týdning. Ein rúgva av fólki vitjar jú Kunn­ ingar­stovuna, og fleiri teirra vitja av somu orsøk eisini bókhandilin, heldur Bergljót D. Hentze. Hon hevur stóran áhuga fyri blómum og urtagørðum og kundi hugsað sær at gjørt urtagarðin, sum hoyrir til bókahandilin meiri sjónligan í umhvørvinum. – Eg kundi hugsað mær at hann gjørdist meira opin í staðin fyri at liggja goymdur aftan fyri ein stóran garð, sigur nýggi stjórin í Gamla Bók­ handli. Sum nevnt tekur hon við stjóra­ starvinum 1. oktober, og hon heldur tað hevur týdning, fyrst at finna útav, hvat hetta nýggja starvið inniber. – Eg fari fyrst at seta meg inn í, hvar eg eri komin. Eg havi verið og vitja í handlinum og bleiv sera væl móttikin av starvsfólkunum, sum vóru sera fitt og fyrikomandi. Fleiri teirra hava verið har rættiliga leingi og eru dugnalig til sítt arbeiði. Men fyrst og fremst skal eg seta meg inn í alt tað praktiska, sigur Bergljót D. Hentze. Hon vísir á, at handilin í 40 ár bert hevur havt tveir stjórar, so talan er um eitt søguligt hús, har stjóri ikki verður skiftur í heilum. Hon væntar tó ikki, at hon verður eins drúgv í starvinum og undanfarnir stjórar. – Nú eri eg komin tað upp í árini, so eg komi hvørki at verða 20 ella 40 ár í stjórastarvinum. Tað letur seg ikki gera, og tað er eisini fínt, sigur Bergljót D. Hentze. leo@sosialurin.fo Nýggjur stjóri í Gamla Bókhandli Tað kann sanniliga sigast, at Bergljót D. Hentze leitar aftur á gamlar slóðir, nú hon 1. oktober tekur við sum stjóri í H. N. Jacobsens Bókahandli Eg kundi hugsað mær at hann gjørdist meira opin í staðin fyri at liggja goymdur aftan fyri ein stóran garð 1. oktober tekur sjónvarpskvinnan og bókavørðurin, Bergljót Debes Hentze við sum stjóri í Gamla Bókhandli Mynd: Álvur Haraldsen Navn: Bergljót Debes Hentze Aldur: 57 ár Hjúnarfelagi: Carl Johannes í Stórustovu Børn: Elin, Janus og Barbara Starv: Stjóri, H. N. Jacobsens Bókahandil Stovnaður: 1865 Starvsfólk: 6