Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-12, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2011síða 52

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 37 l 12. september 2011 10 valgreinar Kristianna Winther Poulsen valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum til fólkatingsvalið 2011 Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær á Fólkating, har umboð okkara í fullum starvi verður greiða føroyska røddin, sum skapar sambond og netverk út í heimin. Vit skulu netverka og byggja upp kunnleika, fáa fatur á teimum allarbestu førleikunum innan út­ búgving og lívslanga læring. Vit skulu stuðla Setrinum, Vinnu­háskúlanum og øðrum verandi og komandi stovnum at bjóða út altjóða útbúgvingar í heimsflokki, soleiðis at Michiko úr Japan og Brandon úr California koma til Føroya at nema sær vitan. Vit eru longu heims­smeist­ arar í sjómansskapi, ullasniði og hav­lívfrøði. Tí fara tey glaðbeint at nýta høvi at nema frálæru frá heimsins bestu. Vit fara at stuðla skúlaskipan, stovnum, kvøldskúlum og øðrum at skapa góðar møguleikar fyri lívs­langari læring. Grannalondini bjóða hetta og vit skulu læra av teimum, so vit øll mennast bæði í yrki, hond og bók. Á henda hátt kunnu eisini ófaklærd og hand­ verkarar fáa undirvísing og frálæru og før­leikamenna seg, so at eisini tey hava góðar møguleikar á arbeiðs­marknaðinum. Vit fara at byggja brýr í samstarvi, so vit saman skapa karmar um, at ungdómur okkara kann velja út­búgvingar í Føroyum, bæði heilt og partvíst og við bæði heimligum og altjóða útlitum. Sjálvstýrisflokkurin á Fólkatingi verður greiða føroyska røddin, sum brúkar møguleikarnar fyri samstarvi til fulnar. Karl A. Olsen valevni Sjálvstýrisfloksins Sjálvstýrisflokkurin fer á fólkatingi at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum. Tvey av hesum málum eru grindadráp og makrelveiða. Grindadráp Nógvur ágangur hevur verið móti grinda­drápinum seinastu árini. Í flestu førum kemur ágangurin frá um­ hvørvis­felagsskapum, sum tilvitað við skeivari kunning og ósannindum vill­ leiða góðtrúgvin fólk serliga í Europa og USA. Okkara fólkatingslimir skulu forða fyri, at teir ágangandi um­hvørvis­ felags­skapirnir sleppa at hóreiggja sær, sum teir vilja, og misnýta grinda­ drápið í síni tráðan eftir stuðli og umrøðu. Okkara fólkatingslimir fara at kunna m.a. fólkatingslimir, danskar flokkar og donsku limirnar í ES-ting­ inum um veruleikan og sannleikan. Um fleiri kenna sannleikan, so mugu umhvørvisfelagsskapirnir broyta strategi og grundgeva sakliga fyri sín­um sjónarmiðum – ella við øðrum orðum, tað fer ikki at bera til at skíta á føroysk sjónarmið. Vit kunnu prógva, at grindahvalurin ikki er ein hóttur stovnur, veiðan er avgjørt burðardygg, drápshátturin er betraður, talan er ikki um vinnuliga veiðu, men einans mat til heimanýtslu. Vit skulu staðfesta, at talan er um sjálvsøgd rættindi, sum vit eiga, og tað er einans vit, sum kunnu gera av, um vit drepa grind ella ikki. Vit kunnu ikki forða fyri, at fólk – bæði úti í heimi og í Føroyum – eru ímóti grindadrápi, men vit eiga at tryggja, at teirra støðutakan er tikin við støði í røttum og sonnum fortreytum . Makrelfiskiskapurin Sjálvstýrisflokkurin ætlar ikki at draga føroysku makrelveiðuna á fólkating. Løgtingið má og skal finna nøktandi loysnir á teimum trupulleikum, sum hava verið. Men vit ætla at kunna og ávirka fólkatingslimir, danskar flokkar og danskar ES-tinglimir um okkara støðu og okkara grundgevingar. So­ leiðis at tey skilja, at vit hava rætt til størri part av makrelkvotuni, og vit hava haldgóðar grundir fyri hesum sjónarmiði. Hagtøl eru, sum vísa, at stórur partur av makrelstovninum er í føroyska havøkinum, og at hesin partur er vaksin seinastu árini. Vit eiga tí rætt til ein størri part av heildar­ kvotuni. Hetta sjónarmið skuldi ikki verið so torført at skilt. Um vit fáa sann­ført danskar politikarar um hetta, so skuldi verið góður møguleiki at fingið ein skilagóðan sáttmála um makrel­kvotuna. Veljið Sjálvstýrisflokkin, tí vit vilja fremja tíni áhugamál á fólkatingi. Allur heimurin til Føroya – Sjálvstýri á Fólkating Karl A. Olsen valevni Sjálvstýrisfloksins Sjálvstýrisflokkurin lovar í síni valskrá til fólkatingsvalið, at vit fara “arbeiða fyri føroyskum áhuga­málum” á fólka­ tingi. Tað gera vit m.a. við at leggja dent á “øktar útbúgvingar­møgu­leikar, orkusamstarv og vinnu­menning”. Vit vita øll, at ein góð útbúgving oftast er grundarlagið undir einum góðum starvi, men okkara trupul­leiki er í ávísan mun, at føroyski arbeiðs­ marknaðurin er lítil, og størv, sum krevja ávísar útbúgvingar og førleikar, eru ov fá. Vit í Sjálvstýrisflokkinum fara tí á fólkating at gera føroyska arbeiðsmarknaðin meiri fjølbroyttan, so at fleiri størv verða í Føroyum, eisini størv, sum kunnu fáa vælútbúnar før­ oyingar heimaftur. Orkusamstarv og orkuvinna Vit nevna orkusamstarv sum ein ítøkiligan møguleika at menna eina nýggja vinnugrein í Føroyum. Vit vita øll, at allur heimurin roynir at skifta orku úr olju út við orku úr varandi orkukeldum. Vit vita eisini, at tað eru sera góðir møguleikar at gagnnýta varandi orkukeldur í Føroyum, her hugsi eg serliga um sjóvarfalsorku og vindorku. Men okkara heimamarknaður er so lítil, at vit als ikki kunnu fullnýta hesar orkukeldur. Harumframt eru íløgurnar so stórar, at tað er ivasamt um íløgan loysir seg. Neyðugt verður tí at fáa atgongd til europeiska megin­ landið við kaðali antin til Hetlands, Skotlands ella Noregs, um vit skulu flyta út elorku. Ein slíkur kaðal kostar um 2 mia. krónur, talan er tí um stóra íløgu, men hon er neyðug. Okkara fólka­tingslimir fara virka fyri, at hetta samband gerst veruleiki, og at tað í størsta mun vera orkukeypararnir – ES-londini, sum gera íløguna. Heima í Føroyum eiga vit at fyrireika orku­ vinnuna m.a. gera av, um ella í hvønn mun útlendskar íløgur skulu fíggja orkuverkini. Føroyska samfelagið hevði fingið stórt gagn av orkuvinnuni Í fyrsta lagi høvdu vit fingið nógv nýggj arbeiðspláss; tørvur hevði verið á væl­útbúnum starvsfólkum m.a. verk­frøðingum og maskinmeistarum; tørvur hevði verið á handverkarum til umvælingar, viðlíkahald og uppseting; tørvur hevði verið á skrivstovufólkum til umsiting. Harumframt høvdu undir­ veitarar, bæði teir, sum veita tænastur, og teir, sum veita vørur, fingið øktar samstarvsmøguleikar. Í øðrum lagi høvdu land og komm­ unur fingið nýggjar skatta­inntøkur, óivað høvdu onkur avgjøld fallið í landskassan; roknast kann eisini við leiguinntøkum fyri bæði bygningar og lendi. Í triðja lagi hevði innflutningurin av olju til elframleiðslu lækkað nógv, tað er eisini ein vinningur fyri samfelagið. Í fjórða lagi høvdu gransk­ingar­ møguleikarnir og granskingar­sam­ størv­ini kunnað verið økt munandi, tí her er talan um vinnu, sum er í stórari fram­gongd. Sjálvstýrisfólk á fólkatingi vilja virka fyri føroyskum áhugamálum, vit vilja kunna um møguleikar í Føroyum, vit vilja ávirka, vit vilja samstarva; vit vilja gera dreymar til veruleika, vit vilja skapa vinnumenning og arbeiðspláss. Veljið Sjálvstýrisflokkin, tí vit vilja fremja tíni áhugamál á fólkatingi Føroysk áhugamál á fólkatingi Grind og makrelur á fólkatingi